- Føroya Arbeiðarafelag fer ikki at seta eina krónu í Fiskavirking ella nakað annað vinnulív fyri at fáa gongd á aftur.
Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Í hesum døgum verður roynt at fáa virki og skip á føtur aftur, eftir at Fiskavirking fór av knóranum.
Í hesum sambandi hevur nógv verðið tosað um, hvør tað nú verður, sum skal skal seta pening í vinnulívið fyri at fáa gongd á aftur.
Og í hesum sambandi verður eisini róð frammundir, at fakfeløg skulu seta pening í skip og virki fyri at fáa hjólini at mala aftur.
Eitt dømi um hetta eru upplýsingar í Kringvarpinum um, at bæði Havnar Arbeiðskvinnufelag, og Havnar Arbeiðsmannafelag, eru við í eini ætlan um at endurreisa virkið hjá Fiskavirking í Havn.
Og í Degi og Viku hevur Løgmaður beinleiðis heitt á Føroya Arbeiðarafelag um at spýta pening í fiskivinnuna.
Púra avgjørd
Men tað verður av ongum!
Tað staðfestir ein púra avgjørd Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at Føroya Arbeiðarafelag fer at seta pening í nakað vinnulív.
Tvørtur ímóti ávarar hon arbeiðarafeløg kring landið ímóti at seta pening í vinnuligt virksemi.
- Tað skuldi verðið steðgað, sigur Ingeborg Vinther.
- Fakfeløgini hava sanniliga stuðlað vinnulív kring landið, men tað hava tey mangan ikki fingið nógv burtur úr.
Tvørtur ímóti hava verkafólk kring landið mist milliónir av krónum av tí at tey hava sett pening í vinnulív, sum er farið á húsagang.
- Eitt nú hevur verkafólkið á Eiði sett 1,6 millión í virksemi á fiskavirkinum í bygdini, men tað er steðgað.
- Verkafólkið í Vági hevur sett 900.000 krónur í skip, uttan at tað hevur skapt nakað serligt arbeiði á landi og í Hvalba hava arbeiðarafeløgini eisini minst nógvan pening, sum tey hava sett í flakavirkið í bygdini fyri at skapa arbeiði í bygdini, sum síðani er farið á húsagang.
- Soleiðis hava verkafeløg brúkt sín pening fyri at skapa arbeiði. Men tað var mangan betri ógjørt, tí ofta hevur tað verið til onga nyttu.
Verður av ongum
Ingeborg Vinther spyr, hvat Løgmaður hevði hugsað sær.
- Hugsar hann fyri sær, at vit skulu seta pening úr eftirlønargrunninum ella sjúkragrunninum í føroysku fiskivinnuna.
- Ella pening úr verkfalsgrunninum?
Ingeborg Vinther staðfestir, at tað verður av ongum, tí eftirlønargrunnurin skal brúkast til tað endamál, hann er ætlaður til – og onki annað.
Og verkfalsgrunnurin er lívsneyðugur fyri felagið, tí uttan hann, verða okkara krøv ikki tikin í álvara, tí arbeiðsgevarin veit, at vit eru ikki ment at fara í verkfall.
- Hava vit ikki ein sterkan verkfalsgrunn, hevur arbeiðsgevarin ikki virðing fyri okkara krøvum.
- Tað er ikki bara at lovprísa fríu marknaðarkreftunum og so vænta, at fakfeløgini skulu traðka til, tá ið á stendur, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Stórur kassi
Í sambandi við royndirnar at fáa gongd aftur á skip virki, sum nú eru hildin uppat eftir at fiskavirking fór av knóranum, hevur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, beinleiðis heitt á fakfeløgini um at gera íløgur í vinnuna.
Í degi og Viku farna hóskvøld orðaði hann tað soleiðis:
....eg vóni at Ingeborg Vinther vil vera við, við sínum stóra pengakassa og vil taka pengar heim og brúka teir...
Men hendan útsøgnin hjá løgmanni, er rættiliga fallið forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, fyri bróstið. Og sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, ávarar hon beinleiðis fakfeløg ímóti at seta pening í vinnulív, tí ofta hevur tað verið tann reini undirgangur fyri fakfeløgini og tey hava mist milliónir av krónum afturfyri at tey eru lokkað, ella hava følt seg kroyst til at gera íløgur í skip og virki.










