nærliggjandi at hugsa sær, at hetta er ein roynd at fáa longri skiftistíð, sigur hon. Hon hevur ikki tikið støðu fyri ella ímóti ætlanini enn, men hon heldur eins og forsætisráðharrin, at uppskotið hjá [...] at Føroyar ikki taka endaligu avgerðina um at fara út úr ríkinum fyrrenn um 12 ár. Hetta er bara ein háttur at fáa longri skiftistíð, og tað fer Fólkatingið neyvan at góðtaka, sigur hann. Sonja Mikkelsen [...] donsk embætisfólk. Hann heldur tað vera harmiligt, at spurningurin verður lagdur út til fólkið, áðrenn ein avtala fyriliggur millum landsstýrið og stjórnina. - Vandi er fyri, at støðan verður meira spent enn
onnur feløg. Tað er rætt at seta sær mál og leggja ein ávísan politikk, men viðhvørt kann ein so avgjørdur politikkur eisini hava óhepnar avleiðingar. Ein av orsøkunum til ringu støðuna hjá Smyril Line vóru [...] útvega pening ella veðhald! Í øllum førum, um prinsippið hjá landsstýrinum skal galda!!! Tað er kanska ein hypotetiskur spurningurin, men hevði tað verið samfelagsliga rætt at latið Atlantsflog farið? Avleiðingin [...] málið ikki nóg væl upplýst. Harafturat eigur spurnartekin at setast, hvussu burðardygg verkætlanin - ein ferja fyri 650 milliónir - er, tá oljuprísurin og okkurt annað nosið kom hana í vanda.
hevur víst framgongd í ár, so gjørdist bitin í Klaksvík ov stórur. Vælleikandi Mjølnir-liðið vann ein tryggan sigur, og tað var ongantíð ivi um, hvat var tað betra liðið. Føroyameistararnir komu lættliga [...] móttøkur, og tá hetta grundleggjandi elementið er í lagi, so er tað eisini eitt spæl at vera hevari, um ein dugir at nýta hesar móttøkunar- og tað dugir Marjun Kalsø við sínum drúgvu royndum. Anna góðar servur [...] væl frá leikinum, tá hon var innskift fyri Tinu Jacobsen. Berit hevur í ár havt støðuga framgongd. Eins trygt og Mjølnir vann tað fyrsta settið, so vann Mjølnir eisini tey bæði næstu ávikavist 25-17 og
tað ein leskiligur biti hjá andstøðuni á tingi at fáa Brimil á valborðið um gott og væl eitt ár. Landsstýrið ella rættari fíggjarmálaráðharrin sleppur ikki undan tí sannroynd, at tað finst ikki ein hóskandi [...] hjá manningini nokta fólki sínum at sigla skipið heim soleingi landsstýrið ikki vil samráðast um ein lønarsáttmála fyri manningina á nýggja vaktarskipinum. Landsstýrið hinvegin fer upp á bakbeinini og [...] arbeiðis og sigla skipið til Føroya. Man veit ikki, um man skal flenna ella gráta. Tí hetta er jú ein parodi - fyrst at brúka áralangt stríð og tjak til í heila tikið at bestemma seg til eitt skip - fyri
Sverri um hendan spurningin. Væntar ein góðan dyst Tá prátið so fellur inn á dystin sjálvan, er Sverri tó meira fúsur at svara. - Eg rokni við, at vit fara at síggja ein góðan dyst fríggjakvøldið. Okkara [...] ungdómslið teirra teljast so avgjørt millum tey sterkastu í heiminum. - Tað sum kanska kann verða ein fyrimunur fyri okkum er, ateystureuropeisk lið aloftast eru 100% professionel. Hetta kann gera, at [...] sum gjørligt. Hendir hetta, samstundis sum okkara megna at hanga í, so ivist eg ikki í, at vit fáa ein góðan dyst. Eisini tí eg meti okkara landslið at vera sera gott. Teir eru væl førir fyri at spæla góðan
fylgja ein eyka ábyrgdarkensla, tí bilurin tú hevur fingið ábyrgdina av, er ein potentiellur drepari, so nógvar kreftir eru uppá spæl. Manga staðni verður hetta at drepa fólk í ferðsluni ikki mett eins álvarsligt [...] meira meiningsleysar enn aðrar. Hinvegin vita vit, at akfør eru potientiellir dreparar um ein kann siga tað so. Ein skjóttkoyrandi bilur við einum óvandum og ábyrgdarleysum bilførara er einki minni enn eitt
Kommunuval Kommunuvalið á Eiði er ikki avgreitt enn, ein mánað eftir sjálvan valdagin. Kæran, sum send varð bygdarráðnum um óreglusemi, er nú endað í Tinganesi. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður [...] aður á Eiði, váttar, at kæra er send landsstýrinum um valið á Eiði. Kæran snýr seg um, at ein atkvøða er komin i atkvøðukassan, eftir at valbókin er skrivað. Eftir at tað er komið fram, sigur Hans Jákup [...] valinum. Eitt er, at fýra rokeringar hava verið í samband við fínteljingina. Men staðfest er, at ein atkvøða er meira í atkvøðukassanum, enn valkort eru til. Og hon er heldur ikki førd í valbókina, sigur
til tess at gera vart við umrøddu filmar. Umframt kapping og staðfesting av list, er ein gullvirðisløn sostatt ein avgerðandi liður í marknaðarføring. [...] sum júst hevur gingið herheima. Fronsku filmarnir eru "Harry, un ami qui vous veut du bien" (Harry, ein vinur, ið vil okkum tað besta) eftir Dominik Moll og "Le gout des autres" (Sum hini dáma tað) eftir [...] filmarnar, sum er í uppskoti til sonevndu Fassbinder-virðislønina. Hetta er virðisløn, sum fer til ein ungan ella nýliga byrjaðan filmsleikstjóra, ið sýnir framúr evni. Tilsamans sekstan Felix virðislønir
Eyðbjørg og biður hana koma inn í vrakið...« Spenningssøga Hetta ljóðar sum ein spenningssøga, og tað er tað eisini. Men hetta er ikki ein av teimum spenningssøgunum, sum kunnu bólkast undir fagrar bókmentir [...] holdið er ikki bliknað tað allar minsta. Samstundis hoyrir hann óhugnalig neyðarróp uppi á vrakinum. Ein øgilig sukkan. ? Harragud, her liggur tú og hevur ilt fyri bróstinum og ilt í búkinum, men hetta hevur [...] Bókin er heilt greitt eitt siðsøguligt avrik. Men hon er skrivað soleiðis, at hon kann lesast sum ein fiktiv spenningssøga. Tá tú fyrst ert farin at lesa, gevst tú ikki, fyrr enn tú ert liðugur við bókina
Hvat hendi síðan? Nú skriva vit 2001, og gongur tað, sum samgongan vil, so skal ein fólkaatkvøða verða í mai í ár og ein onnur í 2012, men sáttmála hava vit ongan at taka støðu til. Uttan so mikið sum [...] áskoðarar til ein sjónleik av tí aðru verð. Samgonguformenn greiddu føroyingum frá í sjónvarpssending í vikuni, hvat fór at henda viðvíkjandi fólkaatkvøðuni, og hvar vit vóru stødd í løtuni. Ikki ein teirra segði [...] Føroyar verða sjálvstøðugar (suverenar). ? Føroyskur heimarættur verður staðfestur frá januar 1999. ? Ein sáttmáli verður gjørdur o.s.fr?. ? Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur