Blokkurin rýkur

Peter Duetoft, formaður í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, roknar ikki við, at Fólkatingið fer at góðtaka at gjalda blokkstuðul í 12 ár afturat

Peter Duetoft er avgjørdur, tá hann umrøður nýggju ætlanina hjá landsstýrinum fram móti fullveldi. - Landsstýrið hevur roynt seg við á leið somu ætlan fyrr, og tá varð hon vrakað. Eg dugi ikki at ímynda mær, at hendan ætlanin glíður betur niður hjá politikkarunum á Christiansborg, sigur Peter Duetoft.

Tað er serliga spurningurin um blokkstuðulini, sum fellir Peter Duetoft fyri bróstið. Sambært ætlanini hjá landsstýrinum, so skal blokkstuðulin niðurlagast næstu 12 árini, til hann at enda er burtur, og Føroyar við nýggjari fólkaatkvøðu taka avgerð um at fara út úr ríkinum.

- Vit hava sagt, at skiftistíðin verður 3-4 ár, um Føroyar fara út úr ríkinum, og tað verður helst eisini okkara boð til landsstýrið í hesum førinum, sigur hann.

Peter Duetoft heldur ikki, at tað broytir nakað uppá støðuna, at Føroyar ikki taka endaligu avgerðina um at fara út úr ríkinum fyrrenn um 12 ár. Hetta er bara ein háttur at fáa longri skiftistíð, og tað fer Fólkatingið neyvan at góðtaka, sigur hann.

Sonja Mikkelsen, framsøgukvinna í Føroya-málum hjá Socialdemokratunum, heftir seg eisini við hendan sama spurningin.

- Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at hetta er ein roynd at fáa longri skiftistíð, sigur hon. Hon hevur ikki tikið støðu fyri ella ímóti ætlanini enn, men hon heldur eins og forsætisráðharrin, at uppskotið hjá landsstýrinum setur eina røð av stýrisskipanarligum spurningum.

Hesar væntar hon sær svar uppá, tá forsætisráðharrin kemur á fund við Føroyanevndina týsdagin.


Óheppið

Peter Duetoft harmast um, at tað nú er komið hartil, at landsstýrið vil leggja spurningin um framtíðarstøðu Føroyar út til eina fólkaatkvøðu.

- Eg visti ikki betur enn, at partarnir nú umrøddu eina skipan innanfyri grundlógina, sigur hann og sipar til samrøðurnar millum føroysk og donsk embætisfólk. Hann heldur tað vera harmiligt, at spurningurin verður lagdur út til fólkið, áðrenn ein avtala fyriliggur millum landsstýrið og stjórnina.

- Vandi er fyri, at støðan verður meira spent enn gott er millum føroyska og danska fólkið, tá ið tað verður gjørt á henda hátt. Fólkatingið verður sett í eina støðu, har tað eru tvey í at velja: Annaðhvørt kunnu vit velja at spæla ?kolonivald? og ikki góðtaka støðuna hjá føroyingum, ella góðtaka vit avgerðina og siga sum so, at skiftistíðin bert verður 3-4 ár frá nú av. Vit kunnu neyvan forsvara eina avgerð um at veita Føroyum blokkstuðul í 12 ár afturat, um Føroyar fara út úr ríkinum. Tað fer danska fólkið ikki at góðtaka, heldur hann. Og verður skiftistíðin 3-4 ár, so verða føroyingar ónøgdir við tað, vísir hann á.

- So sama hvat hendir, so verður tað ein keðiligur skilnaður við hesari ætlanini, sigur Peter Duetoft, sum hevði dámt eina veruliga samráðingarloysn betur.