Mjølnir aftur í oddinum

Mjølnir gjørdi sum væntað bart, tá tær á heimavølli royndu seg móti ÍF. Eingin ivi var nakran tíð um, hvønn veg dysturin fór at koppa

Mjølnir ? ÍF 3 ? 0 (25-14, 25-17, 25-16)


Flogbóltur

kvinnur



Hóast ÍF-liðið hevur víst framgongd í ár, so gjørdist bitin í Klaksvík ov stórur. Vælleikandi Mjølnir-liðið vann ein tryggan sigur, og tað var ongantíð ivi um, hvat var tað betra liðið. Føroyameistararnir komu lættliga ígjøgnum dystin, og vunnu 3-0.

Fyrsta settið endaði 25-14, og var tað sum ikki einaferð eitt vælleikandi Mjølnir-lið, sum vísti tær bestu dygdirnar.

Vera Larsen ? sum leikti libero - hevði sera góðar móttøkur, og tá hetta grundleggjandi elementið er í lagi, so er tað eisini eitt spæl at vera hevari, um ein dugir at nýta hesar móttøkunar- og tað dugir Marjun Kalsø við sínum drúgvu royndum.


Anna góðar servur

Í dystinum vísti Anna Jacobsen eisini gott spæl, og vóru tað serliga servurnar hjá henni, sum ÍF hevði stórar trupulleikar av, og tí var trupult hjá teimum at fáa nøkur rættulig álop í lag, men tað sá út sum um tær bert royndu at fáa bóltin yvir um netið aftur til Mjølnir. Men hetta hjálpti lítið, tí hinumegin stóðu Tina Jacobsen og Sonja Ravnsfjall ? sum nú slær betri enn fyrr - klárar at hamra bóltin í góvið aftur.

Í dystinum slapp Berit Norðoy ? miðjuleikari - eisini at royna seg rættuliga, og kom hon væl frá leikinum, tá hon var innskift fyri Tinu Jacobsen. Berit hevur í ár havt støðuga framgongd.

Eins trygt og Mjølnir vann tað fyrsta settið, so vann Mjølnir eisini tey bæði næstu ávikavist 25-17 og 25-16.

Hjá ÍF var besti leikari enn einaferð Helen á Lækjuni, sum hevur drúgvar royndir á landsliðnum.





Randi Larsen, ÍF

- Leygardagin høvdu vit ein av okkara vánligu døgum, og tað vísir seg, at vit ímóti Mjølni altíð hava stórar trupuleikar, tí Mjølnir altíð hevur havt eitt gott grundspæl, og hetta manglar hjá okkum. Komandi leygardag skulu vit leika ímóti TB á Kambsdali, og seinasta dyst ímóti teimum vunnu vit 3-2 í einum sera spennandi dysti, so henda dystin leygardagin gleða vit okkum til, tí hetta verður ein dystur, sum bæði liðini vilja vinna fyri einhvønn prís.



Marjun Kalsø, Mjølnir

Vit leiktu sera væl í dag, og vóru uppsettar upp á at vinna á ÍF. Eisini vil eg rósa okkara trúgvu áskoðarum, sum eisini í ár hava stuðlað okkum sera væl. Mál okkara er nú fyrst og fremst at vinna hitt finaluplássið í steypafinaluni. Komandi vikuskifti skulu vit til Havnar at leika ímóti Fleyr, sum altíð er spennandi, tí tað vísir seg, at øll vilja vinna á Føroya-meistarunum.

- Men vit hava onga jólagávu við til Havnar, sjálvt um vit eru í jólahýri.