Landsdystur
Tá landsliðið kl. 20.00 fríggjakvøldið fer á vøllin í Ítróttahøllini eru helst fleiri áskoðarar, sum fegin vilja geva leikarunum nøkur góð ráð. Mikukvøldið spurdu vit fyrrverandi landsliðsleikaran, og núverandi H71-venjaran, Sverra Jacobsen, um hann taldist millum hesi, men tað roknaði Sverri tó ikki við.
- Góð ráð kann eg sum so ikki geva teimum. Palli hevur sjálvur verið við somikið leingi, og hevur roynt so nógv á landsliðnum, so hann mann vita fullvæl, hvat krevst av leikarunum, sigur Sverri um hendan spurningin.
Væntar ein góðan dyst
Tá prátið so fellur inn á dystin sjálvan, er Sverri tó meira fúsur at svara.
- Eg rokni við, at vit fara at síggja ein góðan dyst fríggjakvøldið. Okkara menn hava verið onkran túrin uttanlands, har teir so eisini hava sæð, hvussu hondbóltur verður leiktur í londunum uttan um okkum.
- Hetta er so avgjørt nakað, sum fer at koma teimum til góðar. Ikki minst, tá tað ræður um at steðga væl vaksnum mótstøðumonnum, sum kunnu tykjast so stórir samanborið við okkum føroyingar, sum ofta er heldur lágvaksnir.
- Akkurát hvussu dysturin fer at ganga veit eg ikki. Vit møta eitt mótstøðulið, sum áður hevur hoyrt til absolutta heimstoppin, men sum seinnu árini ikki hevur havt so góð úrslit. Nú eru teir tó í ferð við at byggja nakað nýtt upp, og ungdómslið teirra teljast so avgjørt millum tey sterkastu í heiminum.
- Tað sum kanska kann verða ein fyrimunur fyri okkum er, ateystureuropeisk lið aloftast eru 100% professionel. Hetta kann gera, at um teir kenna seg tryggar í sigrinum, so ansa teir heldur eftir ikki at overva seg, ístaðin fyri at vinna so nógv sum gjørligt.
Hendir hetta, samstundis sum okkara megna at hanga í, so ivist eg ikki í, at vit fáa ein góðan dyst. Eisini tí eg meti okkara landslið at vera sera gott. Teir eru væl førir fyri at spæla góðan hondbólt, og er dagurin hin rætti, so kann tað gerast heilt stuttligt.
Neyðugt við avbjóðingum
Flestum kunnugt, so hevur Sverri jú roynt seg í fleiri altjóða dystum fyri føroyska liðið, men hann heldur ikki, at tað ber til at samanbera hondbóltin tá og nú.
- Har er so øgiliga stórur munur. Spælið í dag er skjótari, liðini er nógv betri fyri við skjúttum, og tekniskt eru tey eisini væl betri fyri. Hetta er ein menning, sum alla tíðina hevur verið. Eisini her heima hjá okkum.
- Onkun tíð hevur menningin kanska ikki verið so sjónlig, og onkur hevur hildið, at hon er steðga, men hon hevur alla tíðina verið har. Ikki minst síðani vit fingu landslið fyri yngru leikarar. Her síggja leikararnir, at tað eru stórar avbjóðingar uttan fyri Føroyar, og hetta er sera mennandi hjá teimum.










