ODDAGREIN: Kann gerast eitt dýrt prinsipp!

Dagurin í dag verður sambært tí, sum er frætt, ein avgerandi dagur hjá P.f. Smyril Line, tí umboð fyri felagið skulu í dag tosa við týsku skipasmiðjuna, sum skal smíða tað nýgja skipið hjá felagnum.

 

Fríggjadagin í síðstu viku varð greitt, at felagið megnaði ikki at útvega tann kapital, sum skipasmiðjan í Flensburg hevur kravt fyri aftur at fáa álit á føroyska skipafelagnum.

Tað var neyvan væntandi, at landsstýrið fór at veita veðhald fyri einum láni, sum var 30 milliónir krónur til støddar. Hetta lánið skulu felagið sjálvt taka í eini loysn saman við Framtaksgrunninum og eini ætlan at tekna meiri partapening. Frammanundan høvdu Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Lívstrygging avgjørt ikki at seta 25 milliónir í hvør. Umframt tryggingarnar skuldi Framtaksgrunnurin koma við 25 milliónum. Við øðrum orðum eydnaðist tað ikki P.f. Smyril Line at útvega tær 75 milliónirnar, sum helst skulu til sambært krøvunum frá skipamsiðjuni, og tí tykist lagnan hjá felagnum at vera heldur ógreið.

Flestu føroyingar hvukku óivað við, tá tað fyri eini viku síðani ljóðaði, at tað stóð ikki so væl til hjá P.f. Smyril Line. Vanlig hugsan millum manna var annars, at Smyril Line var rættiliga væl fyri fíggjarliga, tí felagið hevur havt avlop í fleiri ár. Nógvir føroyingar munnu harafturat halda nú - eftir at gongdin er lýst - at tað er løgið, at tey sterku tryggingarfelagini ikki kunnu seta 25 milliónir krónur í partapeningi, tí hvørt felagið hevur virði, sum liggja væl oman fyri milliardina.

At landsstýrið fór at siga nei var væntandi, tí landsstýrið hevur ferð eftir ferð sagt, at tær fríu marknaðarkreftirnar skulu ráða. Velur landsstýrið henda politikkin, so má hann eisini galda fyri øll onnur feløg. Tað er rætt at seta sær mál og leggja ein ávísan politikk, men viðhvørt kann ein so avgjørdur politikkur eisini hava óhepnar avleiðingar.

Ein av orsøkunum til ringu støðuna hjá Smyril Line vóru teir høgu oljuprísirnir. Kann tað hugsast, at Atlantsflog eisini kemur í eina óhepna støðu av teimum høgu oljuprísunum? Avkastið frá flúgvingini er lítið og einki, og fekk felagið ikki nakrar milliónir burtur úr tollfríu søluni, hevði úrslitið fyri í ár neyvan verið røttu megin null. Skal sama politiska linja haldast, skal landsstýrið heldur ikki uppí, um neyðugt verður hjá Atlantsflog at útvega pening ella veðhald! Í øllum førum, um prinsippið hjá landsstýrinum skal galda!!!

Tað er kanska ein hypotetiskur spurningurin, men hevði tað verið samfelagsliga rætt at latið Atlantsflog farið? Avleiðingin hevði helst verið, at vit aftur fingu danskt monopol! Flúgvimonopolitð var dýrt! Og prinsippið hjá borgarliga landsstýrinum kann tí eisini gerast dýrt fyri føroysku tjóðina tá avtornar. Við hesum er avgjørt ikki sagt, at tað almenna eigur at veita eitt veðhald fyri 30 milliónir. Til tess er málið ikki nóg væl upplýst. Harafturat eigur spurnartekin at setast, hvussu burðardygg verkætlanin - ein ferja fyri 650 milliónir - er, tá oljuprísurin og okkurt annað nosið kom hana í vanda.