Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Tað vóru annars ikki smámál, henda samgonga hevði sett sær fyri at loysa, men ikki kann sigast, at tað hepnaðist serliga væl.
Samráðingarnar við donsku stjórnina, sum skuldu ganga so lætt eftir fullkomnum leisti, tilevnaðum av landsstýrismanninum í sjálvsstýrismálum, gingu alt annað enn eftir ynski, og so góvu tey skarvin yvir og fóru sína egnu leið!
Teir føroysku andstøðuflokkar og politikkarar, sum søgdu sína erligu meining um sokallaðu »tilgongdina«, áðrenn samgongan fór til Danmarkar á fyrsta samráðingarfundin, og sum ikki vóru samd, men hildu samgonguna fara við einum órealistiskum uppskoti, ið var dømt at miseydnast, fingu niðurlátandi smíl og suff frá samgonguni á sokallaðu »kaffifundunum«, uttan iva tí tey vóru hildin at vera býtt
Tí nú vóru tað vit føroyingar, sum settu dagsskránna, og vit vóru væl fyrireikaðir, samb. løgmanni!!
Úrslitið gjørdist eitt heilt annað, sum vit øll vita.
Samgonguskjalið
Í skjalinum, sum henda samgongan skrivaði undir í mai 1998, stendur m.a.:
? Farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina í 1998 um donsk-føroysk viðurskifti við tí endamáli, at Føroyar verða sjálvstøðugar (suverenar).
? Føroyskur heimarættur verður staðfestur frá januar 1999.
? Ein sáttmáli verður gjørdur o.s.fr?.
? Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya løgtingi, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu.
Hvat hendi síðan?
Nú skriva vit 2001, og gongur tað, sum samgongan vil, so skal ein fólkaatkvøða verða í mai í ár og ein onnur í 2012, men sáttmála hava vit ongan at taka støðu til. Uttan so mikið sum at skammast, vilja tey binda komandi landsstýrir á hond og fót til at føra síni áhugamál (les: tey hjá landsstýrismaðurin við sjálvsstýrismálum) ígjøgnum við yvirtøkum, niðurlaging av blokki o.s.fr.
Sjálvi megnaðu tey lítið annað enn at øsa fólkið upp móti hvørjum øðrum, móti dønum og vice versa, og at hækka blokkin, soleingi tey sita.
Sjónleikur
Vit hava verið áskoðarar til ein sjónleik av tí aðru verð.
Samgonguformenn greiddu føroyingum frá í sjónvarpssending í vikuni, hvat fór at henda viðvíkjandi fólkaatkvøðuni, og hvar vit vóru stødd í løtuni.
Ikki ein teirra segði tað sama.
Hvør hevði sína egnu tulking.
Fólkaflokkurin (Óli Breckmann) segði, at áðrenn eina fólkaatkvøðu mátti tosast við hin partin, og at embætismenn vóru ikki givnir enn við sínum samráðingunum,
Tjóðveldisflokkurin (Heini O. Heinesen) tosaði um samráðingarnar, sum slitnaðu,
Sjálvsstýrisflokkurin (Helena Dam á Neystabø) tosaði um alt møguligt.
Aftaná sjónvarpssendingina er tó fólkafloksformaðurin, Óli Breckmann, nú rokin við buldur og brak niður í lumman hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, har tað nú mátti verið nakað trongligt, tá løgmaður og formaður Sjálvsstýrisfloksins eru har frammanundan
Jú so vissiliga, nú er ruðuleikin fullkomin, og tað hevur føroyska samfelagið ikki uppiborið.










