Valið kært til landsstýrið

Bygdarráðsvalið á Eiði er ikki av enn. Kæran um óreglusemi, sum send varð bygdarráðnum, er viðgjørd og avvíst av bygdarráðnum. Men hon er nú send Landsstýrinum til støðutakan

 

Kommunuval


Kommunuvalið á Eiði er ikki avgreitt enn, ein mánað eftir sjálvan valdagin. Kæran, sum send varð bygdarráðnum um óreglusemi, er nú endað í Tinganesi.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar, at kæra er send landsstýrinum um valið á Eiði. Kæran snýr seg um, at ein atkvøða er komin i atkvøðukassan, eftir at valbókin er skrivað.

Eftir at tað er komið fram, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, hevur hann sjálvur, saman við tí borgaranum, sum sendi fyrstu kæruna til bygdarráðið, skrivað undir kæruna, sum nú er send landsstýrinum.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at kæran, sum send varð bygdarráðnum, hevur verið til ummælis hjá valnevndini. Nevndin sendi sítt ummælið aftur til bygdarráðið, sum hevði málið til viðgerðar á bygdaráðsfundi tann 12. december.

Á tí fundinum vísti bygdarráðið kæruni frá sær. Men tað var kærarin ikki nøgdur við og gjørdi av at kæra víðari til landsstýrið. Kærufreistin er úti tann 26. december, sigur hans Jákup í Kollsbyrgi.

Hann sigur, at hann er av teirri áskoðan, at har eru ov nógv ivamál viðvíkjandi valinum. Eitt er, at fýra rokeringar hava verið í samband við fínteljingina. Men staðfest er, at ein atkvøða er meira í atkvøðukassanum, enn valkort eru til. Og hon er heldur ikki førd í valbókina, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði.

Tað kann geva fólki grund til at halda, at hon kann vera komin í atkvøðukassan, eftir at valið er endað, og valnevndin hevur latið bygdarráðnum atkvøðukassa og valbók.

Bygdarráðsformaðurin sigur, at fyri at sleppa undan gitingum, sum av sær sjalvum koma, tá soleiðis er, hevur hann valt at almannakunngera fundarúrslitið frá 12. december við uppslagi á Eiði.

Heldur ikki vil hann hava sitandi á sær, at hann sum bygdarráðsformaður hevur verið við til at gingið frá einum ivasomum valúrsliti. Hann hevur tí gjørt av, saman við øðrum borgara á Eiði, at skriva undir kæruna, sum nú er send landsstýrinum at taka støðu til.

Munurin sum avger, um listi A fær seks mans valdar, og listi B fær tveir, er bara ein einsamøll atkvøða. Í løtuni er støðan tann, at tann atkvøðan er til fyrimuns fyri lista B.

Eitt dømi, sum samanberast kann við støðuna á Eiði í dag, er kommunuvalið í Oyndarfirði seinast, vísir Hans Jákup í Kollsbyrgi á. Tá var fólk inni í valhølinum, meðan stongt var, og legði atkvøðuseðlar í atkvøðukssan. Har varð tó nágreiniliga greitt frá á skjali, sum lá á borðinum, hvør hevði verið og valt, og nær valt var. Kæra varð send landsstýrinum um valið, og avgjørt varð tá, at umval skuldi verða.

Á Eiði er eingin slíkur seðil, men ein atkvøða meira enn innførd er, sigur bygdarráðsformaðurin. Hann metir tí, við valinum í Oyndarfirði sum dømi, at rætt er at kæra valið til landsstýrið.