er eitt sera eldfimt evni, sum nógv hava sína greiðu meining um. Eg gangi fast á møti og trúgvi at Bíblian er Guds sanna orð, so lætt er at gita at eg eri ímóti fríari fosturtøku - eins og nógvir av mínum [...] um allan heim, og hevur hennara hjálparfelagsskapur bjarga meir enn 3.000 børnum í Calcutta, India á henda hátt - umframt øll tey sum eru bjargaði í øllum hinum londinum, har hennara systrar eru virknar
frá teimum sonevndu lágprísfeløgunum. Tað noyðist SAS eisini at sanna, og í gjár boðaði felagið frá, at tað fer at lækka ferðaseðlaprísin á summum rutum 20 prosent í næstu viku. Í hesum umfarinum er tað [...] Stjórnin verður umskipað Alt bendir á, at norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, fer at umskipa stjórn sína í næstum. Í norsku fjølmiðlunum verður nú dúgliga gitt, hvat broytingin fer at bera [...] kundi verið loyst uttan um rættarverkið, og hann finst at fyritøkunum í tí sambandi. Biskuppurin vísir á, at undir apartheid-stýrinum noyddust nógvir svartir menn at fara frá konu og børnum fyri at arbeiða
manninum. Anna er dóttur Súsonnu og Petur á Hædd. Hon var fødd Mikkelsen og ættað úr Barbustovu ímillum áirnar í Syðrugøtu, og hann var av Hædd í Klaksvík. Sanna og Petur á Hædd fingu fimm børn: Jósvein, Anna [...] Klaksvík, Maina býr í Havnini, og Minna býr í Leynum. Petur á Hædd doyði í 1967, og Sanna doyði í 1980. Sonur teirra Palli doyði í 1999. Petur á Hædd var málarameistari. Í 1950 lýsti hann í Danmark eftir [...] Finn í Klaksvík. Anna, sum er fødd í 1934, arbeiddi á telefonstøðini, tá ið hon var farin úr skúlanum. Eitt skifti var hon á apotekinum. Tá ið Petur á Hædd í 1957 fór at handla, fór Anna at hjálpa pápanum
fyrimynd fyri okkum. Ein fyrimynd, sum vit altíð framyvir kunnu líta á, um ivamál taka seg upp á lívsleiðini. Sum altíð vil minna okkum á, at vit eiga at handla eftir samvitsku okkara, soleiðis at vit eisini [...] eins títtar, og nú seinastu tíðina mundi tú vera meira í Havn enn vit á Glyvrum, men tað kundi vera tær tað sama. Tú royndi framvegis á sama hátt at leiða okkum fram í lívinum, og líkamikið nær seinasta vitjanin [...] sum fyri tað nógva mundi binda teg at heiminum, men sum tó ikki forðaði fyri, at tú kundi fáa nógv á skaftið. Sjómansheimið, Missiónshúsið og Ellisheimið munnu vera sjónligastu prógvini um hetta, og at
okkum á eitt látur heimavert í Miðvágsurðini, men fara á land heilt vesturi í gjøgnum á Kópamølini, mestsum vesturi undir Ritunøvini. Her skal sniðálop til fyri ikki at styggja alt á sjógv, sum á landi [...] grótrúgvuna. Nakrar sóu vit fara á sjógv her vesturi, tá vit nærkaðust. Men á landi var eingin vaksin. Bert nakrir hvølpar, sum vórðu liggjandi. So er at gera seg til at fara heim á urðina, har látrið er, vit [...] vit ætla okkum at fara á. Men kópur liggur ivaleyst eisini úti í mølini uttanfyri, so umráðandi er at fara varliga fram og helst koma óvart á teir niðanfyri, so teir ikki sleppa á sjógv. Gangast skal gjøgnum
annað ósøguligt møsn í mánaðavís?INNTIL, ja, haldið nú fast, hann hevur verið á mafiuoynni Siciliu á minnilutafundi og yviri í ST á eini dansktfíggjaðari útferð saman við einum donskum professara og einum [...] Vónandi fær tað eisini eina ávirkan á arbeiðsgevara hansara, tað spakmælta fólkatingsumboðið, sum rættiliga javnliga hevur svínað Danmark út, bæði á veljarafundum, á tingi, í bløðunum, ja, sjálvt í okkara [...] orðun-um um, at uppskotið var rein utopi, tí hvørki Danmark ella nakað annað land í verðini, vildi á nøkrum sinni geva einum øðrum fólki so skilagóða og so ideella skipan! Hetta er vitnisfast og keldugreitt
Vágum til seinasta val, og er hann triði maður á listanum í Vága valdømi. Hetta er fyrstu ferð at hann situr á løgtingi. Hann er giftur við Elly Dam á Løgmansbø, sum er úr Sandavági, og tey eiga fýra børn [...] Tummas Jacob er 53 ára gamal og miðvingur, sonur Johild, f. Hansen, ættað úr Sørvági, og John Frits á Løgmansbø úr Miðvági. Hann er útbúgvin rørleggjari og skipari og hevur siglt í nógv ár. Síðan 1994 hevur
Alexandra Kristensen, fødd Joensen, ættað úr Skopun, andaðist á Bispebjerg hospitali, 90 ár 13. november Súsanna Ennigará, Fuglafjørður, vanliga nevnd Sanna,72 ár.
myndabók, Peabody og súreplini, sum í hesum døgum kemur í bókhandlar kring allan knøttin. Bókin kemur út á 37 málum, eisini føroyskum, og verður til keyps í 110 londum. Anna Maria R. Jensen hevur týtt Peabody [...] mælti fólki til at skilja tað andaliga. Millum tað nógva, hann lærdi onnur, legði hann stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er at kenna kærleika til onnur menniskju,« sigur Madonna og vísir harvið [...] september í París, har m.a. Sosialurin var til staðar saman við allari heimspressuni. Síðan er hon farin sanna sigursferð um allan heimin. Hon varð útseld eftir stuttari tíð nógvastaðni og er tískil prentað uppaftur
havi ongan trupuleika við at hoyra teirra tónleik í útvarpi ella á fløgu, tó at eg ikki meti tónleikin verða egnaðan til at framføra á kristiligum fundi ? mær dámar annars væl fimtu symfoni hjá Ludwig [...] Ludwig van Beethoven (serliga triðja sats), men eg taki hana ikki við mær á møti ? heldur ikki um onkur setur gudiligan tekst til tónleikin. Tað sum harmar meg við orkestrinum I AM er navnið, og eg vil grundgeva [...] »Navn« (harundir Navn, Guds), og ivaleyst eru onnur leksikon nyttulig eisini. »og tjóðirnar skulu sanna, at EG ERI YHWH [I AM]« (Ez.36:20-23). Sagt í stuttum, so sigur Gud »Eg Eri I AM«, og eitt gospel-rock