Fosturtøka

   

Fosturtøka er eitt sera eldfimt evni, sum nógv hava sína greiðu meining um. Eg gangi fast á møti og trúgvi at Bíblian er Guds sanna orð, so lætt er at gita at eg eri ímóti fríari fosturtøku - eins og nógvir av mínum líkum. Tó hevur tað undrað meg nógv, at fosturtøka er blivið eitt stríð millum "fanatisk trúgvandi" og "restina".
Um fostrið er eitt menniskja, so burdu øll verið ímóti - aktiv sum minni aktiv kristin - og er fostrið ein slímklumpur, ja men so er einki at kjakast um. Tí so skuldi fosturtøka sjálvsagt verið loyvd. Ja tað skuldi verið ein rættur hjá einhvørji kvinnu.
Tískil er spurningurin í mínari verð, um fostrið er eitt menniskja ella um tað er ein slímklumpur. Ella sagt uppá ein annan máta, so er spurningurin nær barnið gerst menniskja - við giting ella føðing. Ella kanska tá ið tað er 12 vikur gamalt, hóast tað í mínari verð virkar púra ólogiskt.
Eg eri ikki serfrøðingur innan læknavísindi, og tí kanska ikki tann rætti at taka støðu til hvat eitt fostur er, men vil her endur-geva nøkur læknavísundalig fakta, sum kunna hjálpa til at fáa tikið hesa altavgerandi støðuna.
Hjartað hjá fostrinum byrjar at sláa, tá ið tað er millum 18-25 dagar gamalt (um 3 vikur).
Heilin hjá tí byrjar at virka, tá ið tað er um 40 dagar gamalt (um 6 vikur).
Tá fostrið er 12 vikur gamalt er tað 9cm langt. Hevur eygu, oyru, nøs, munn, armar, bein, fingrar og tær - ja tað hevur enntá fingið negl.

Bjargar meira enn 3000 børnum
Móður Teresa, sum flestu okkara helst høvdu sera stóra virðing fyri, brúkti nógva orku fyri at verja tey óføddu (børnini ella slímklumparnir). Hon segði eisini "if you do not want your unborn child, bring it to us and we will raise it" (um tú ikki ynskir títt ófødda barn, so gev okkum tað og vit vilja taka okkum av tí).
Hesi boðini hevur hon givið til nógv sjúkrahús, stovnar og fólk runt um allan heim, og hevur hennara hjálparfelagsskapur bjarga meir enn 3.000 børnum í Calcutta, India á henda hátt - umframt øll tey sum eru bjargaði í øllum hinum londinum, har hennara systrar eru virknar. Tey geva síðan hesi børnini víðari til familjur, har børnini eru ynskt. Tað týdningarmesta er at børnini fáa lívið - gávuna, sum flest okkara eru glað fyri og halda fast í, men harumframt eru tær eisini við til at breiða gleði í nógvar barnleysar familjur.

Rætturin til lív
Móður Teresa segði eisini: "Um fólk velja at hava samlegu, so skulu tey vita, at tað er ein møguleiki fyri at eitt barn verður fødd vegna hetta. Vaksin eru vaksin, tí at tey vita um møguleikan fyri avleiðingar av teirra handlingum. Tey kunna rokna út vinning og skaða og síðan handla eftir normum og reglum. Vaksin eru før fyri at taka hesa ábyrgdina, av tí at tey kunna halda eftir, stýra og útseta... Um eg veit at eitt flogfar fer at detta niður, so fari eg ikki umborð. Um eg veit at veturin verður kaldur, so keypi eg heit klæði, og um eg veit at vegurin er hálur, so koyri eg spakuliga. Í hesum førunum virkar tað so sjálvsagt. Men tá ið talan er um okkara kynslív, so føla vit fullkomna fríheit og ongin avmarking skal stríða ímóti fríheitini" (leystliga umsett).
Eg eri persónliga sannførdur um, at fostur eru menniskju frá tí tey eru gitin, og at eisini tey eiga rættin til lív. Eg takki Guði fyri, at hann skapti meg í móðurlívi, og mammu míni fyri, at hon ikki drap meg har, men gekk við mær í 9 mánaðir og síðan setti meg inn í heimin.
Eg vil enda við at endurgeva Kim Larsen, tá ið hann syngur: "Det er godt, at vi blev født før aborten den blev fri."