Tummas Jacob á Løgmansbø á ting

11. november tók Tummas Jacob á Løgmansbø í Miðvági sæti á tingi fyri Jørgen Niclasen, sum er í farloyvi.

Tummas Jacob er 53 ára gamal og miðvingur, sonur Johild, f. Hansen, ættað úr Sørvági, og John Frits á Løgmansbø úr Miðvági.
Hann er útbúgvin rørleggjari og skipari og hevur siglt í nógv ár. Síðan 1994 hevur hann verið útgerðarmaður og rikið reiðaríið Vest-Line í Miðvági, sum hann eigur saman við øðrum. Teir eiga línuskipini West Freezer og Presttanga.
Tummas Jacob stillaði upp fyri Fólkaflokkin í Vágum til seinasta val, og er hann triði maður á listanum í Vága valdømi. Hetta er fyrstu ferð at hann situr á løgtingi.
Hann er giftur við Elly Dam á Løgmansbø, sum er úr Sandavági, og tey eiga fýra børn.