At fara á kópalátur

Kópaveiða var í gomlum døgum vanlig vinna í Føroyum. Hendan hevur ikki verið roynd í mong Harrans ár. Seinast í fimtiárunum vóru sandavágsmenn til látrar í gjáunum norðantil í Vágum. Eftir veturnætur í ár royndu miðvingar og sandavágsmenn aftur í felag hesa veiðu

Undir Miðvágsbjørgum: Nakrir ungir menn gjørdu av, at nú skuldi gamli siðurin at fara til látrar takast uppaftur. Lagt varð til, og ein dýrdardag beint eftir veturnætur varð farið við báti av Oyrargjógv og hildið vestur á Urðina, har látur eru innanfyri, og kópur liggur tættur í mølini.
Eitt sindur ivasamir vóru menn, sum løgdu til, um tað nú var loyvt at drepa kóp. Hildu seg hava hoyrt okkurt um, at tað bert mátti gerast við riflu. Og slíka fær bara tann, sum hevur aliloyvi, at nýta til verju á aliringunum, har kópur ofta er naskur. Men eftir at hava spurt seg fyri hjá rætta myndugleika, fekst váttað, at eingin avmarking er fyri at veiða kóp. So lagt varð til brots eftir gomlum siði við gassa í hond.
Lagið er gott, tá vit hópast á Oyrargjógv, har oddamenninir fyri ferðini hava lagt tveir bátar. Ein skjóttgangandi bát við eini jollu afturút. Hon skal brúkast at seta fólk á land við. Útgerð sum línur, gassar, matur og brennievni verður skipað inn, og vit fara í bátin.
Tað gongur skjótt norður við Vágalandinum. Strúka norður um Slættanestanga og síggja vestur við landinum. Av allarfagrasta veðri. Sum um summarið og púra kyrt við landið. Látrakyrra.
Vit halda eitt sindur út frá landi. Vilja ikki sigla ov nær fyri ikki at styggja kópin, sum undir landi er. Ætla okkum á eitt látur heimavert í Miðvágsurðini, men fara á land heilt vesturi í gjøgnum á Kópamølini, mestsum vesturi undir Ritunøvini. Her skal sniðálop til fyri ikki at styggja alt á sjógv, sum á landi liggur har heimi.
Gjøgnum urðina
Lagt verður stillisliga inn móti landi. Motorurin verður sløktur, og vit glíða heilt spakuliga inn móti mølini. Komnir so mikið langt, sum teir halda vera ráðiligt, verður ankrað upp, og menninir taka viðførið við sær og fara í land við jolluni, sum verður drigin upp í mølina.
Lagt verður til brots beinanveg at vita, um nakar kópur er innanvert grótrúgvuna. Nakrar sóu vit fara á sjógv her vesturi, tá vit nærkaðust. Men á landi var eingin vaksin. Bert nakrir hvølpar, sum vórðu liggjandi.
So er at gera seg til at fara heim á urðina, har látrið er, vit ætla okkum at fara á. Men kópur liggur ivaleyst eisini úti í mølini uttanfyri, so umráðandi er at fara varliga fram og helst koma óvart á teir niðanfyri, so teir ikki sleppa á sjógv. Gangast skal gjøgnum urðina, sum vallað er í erva, so avgjørt verður at halda okkum so nær berginum sum gjørligt, meðan vit ganga heim, og so fara oman har heimi og koma óvart á teir frá sjósíðuni.
Jú, tað gongur alt væl. Vit koma heim og síggja oman yvir mølina, og har er kópur. Ein stórur liggur beint undir einum steini, ið eigur at fara at fjala okkum fyri honum, um vit bera okkum rætt at. Og longri burtur liggur ein annar nakað ovari í urðini. Verður nú rætt atborið, kunnu vit fáa tveir, vænta vit.
Sum í einum spennandi indianarafilmi sníkja vit okkum nú oman gjøgnum urðina. Steinarnir eru stórir, og onkunstaðni mugu vit mestsum lesa okkum niðurfyri. Men allir koma ljódliga oman at sjóvarmálanum og sníkja okkum fram at steininum, vit vita, at tann, ið nærri er, liggur undir. So verður gjørt av, hvussu skal fram. Tveir taka hendan, og hinir leggja til brots gjøgnum mølina eftir hinum, sum longri burtur er. Har skal berast skjótt at, tí eingin ivi er um, at hann sær okkum, fyrsta vit koma undan steininum, og so fer hann at skunda sær at sleppa á sjógv.
Tá so allir eru savnaðir undir steininum, vit vita, kópurin liggur hinumegin, verður lopið á. Tveir fara hvør sínu megin steinin og manna hann av, meðan hinir við ferð loypa gjøgnum mølina at náa honum, ið longri burtur liggur. Tað varnast hann beinanveg og leggur til brots at sleppa sær í havið.
Her við steinin verður eitt lemjandi kommandoálop gjøgnumført effektivt. Lopið verður á báðumegin undan steininum, og tann fyrri maðurin slær.
»Bóndin hevði gassan á loft, sum tá var áður siður, sipaði hann í kópahøvur, sum fall til jarðar niður.«
Eitt einasta slag í grúkin, og kópurin er steindeyður. At tryggja sær, at eingin ivi er, verður hann skorin á háls, so blóðið eisini fæst av honum. Ætlanin er jú at fáa ein góðan bita burturúr, og einki er við at goyma blóð í tvøstinum.
Hinir menninir renna heim gjøgnum mølina, og kópurin omaneftir. Vit síggja við steinin her vesturi, at har er ein annar kópur, ið teir ikki hava varnast, beint vestanvert hendan, sum teir fara eftir. Fremsti maðurin loypur upp um ein stein og mestsum stígur á tann seinna kópin, sum hann ikki veit av. Hvør ið kløkkari varð, bar ikki til at siga, men hurlivasin gjørdist øgiligur, nú menn og kópar allir endaðu í einum vasa. Stuttlig hevur støðan tókst teimum, tí tá av hasaði, stóðu menninir í mølini í skellilátri, og báðir kóparnir fóru til havs.
Longur á látur fram
Men her er ikki at steðga. Látrið er í gjónni innan fyri okkum, so vit skunda okkum at munnanum, so kópur, sum møguliga er inni, ikki skal sleppa út. Og har er kópur inni, hoyra vit. Tað fýsir og grenjar innanfyri.
So er at kanna eftir, hvussu vorðið er har inni. Trongt og lágt er í munnanum, so krúpast má inn. Sær tað soleiðis út innanfyri, verður ikki sligið har. Tað síggja vit beinanveg.
Kannað verður eftir við lykt, hvussu út sær innanfyri, og um fleiri kópar eru inni. Maðurin kemur aftur og sigur frá, at har er høgt helli, og minst einir tríggir vaksnir kópar, umframt hvølpar, eru inni. Hylur er eisini innalaga í hellinum, greiðir hann frá.
Menn eru spentir og heitir. Lýkkan er sum um summarið, og allir hava latið seg hvíttklæddar. Bóndin, sum mestsum steig á kópin í mølini, gongur á odda. Og tað er sum hjá Sunnanágarðsbóndanum í Mikladali á sinni, at... »alt hann møtti, stórt og smátt, tað hendi last og skamm.«
Innkomnir síggja vit, at har eru fýra vaksnir kópar inni, og fleiri hvølpar. Teir vaksnu loypa í hylin inni á botni, men hvølparnir verða liggjandi. Teir fýsa og glepsa eftir beinunum her í myrkrinum, so har bjóðast ikki bøtur. Eingin vil verða bitin, so teir fáa gassan í grúkin og skiljast lívi frá.
Her flýtur væl av reka í hylinum, sum vit skjótt síggja er so grunnur, at kóparnir sleppa ikki undir. Teir svimja aftur og fram inni við bergveggin. Í báðum endum og her, vit standa, er hella, teir kunnu sleppa uppá.
Vit fylgja teimum við lyktunum, og ein ger mótálop. Vil troðka seg fram við vegginum út í ljósið fram við monnunum, sum manna munnan av.
Men har er ein kvikur og slær, tá kópurin kemur so nær, og hann liggur beinanveg.
Hetta er ein sjáldsom kensla at standa her á látrinum, við hesum stóru djórunum mannaðum av innanfyri. Søgur um menn, sum álopnir vórðu av kópi, ið tók gassan við kjaftinum, verða havdar á lofti. Menn eru varnir og taka eingi óráð fyri, men sanna skjótt, at kóparnir eru ræddari fyri okkum, enn vit eru fyri teimum.
Vit eru nú við yvirlutan og manna teir so av ein og ein og fáa teir upp á helluna, har teir verða slignir.
Tá liðugt er, fara vit út aftur eftir útgerð at draga teir oman í fjøruna við. Hon liggur í bátinum, vit løgdu eftir har vesturi, so gangast má vestur aftur gjøgnum urðina eftir honum.
Men nú eru vit so hepnir, at her er komin annar bátur við ungum monnum, ið frætt hava um ferðina og eru komnir at forvitnast. Teir flyta so ein mann vestur aftur eftir okkara báti og jollu, meðan hinir fara at draga hvølparnar, vit hava sligið, oman í fjøruna.
Heimaftur
Tá teir eru afturkomnir við útgerðini, verða teir vaksnu kóparnir drignir úr látrinum oman í fjøruna og síðan stjóraðir umborð á báðar bátarnar. Allir verða tiknir inn, og menninir síðan fluttir við jolluni umborð.
So verður kósin aftur sett móti Oyrargjógv. Og nú er lagið gott. Trivið verður í okkurt ørindi úr Kópakvæðinum, og ikki er sørt, at onkur hevur hug at reypa eitt sindur.
Tosið kemur inn á farnar látratúrar, teir vita um, og menn halda, at vit hava verið minst líka góðir veiðimenn, sum teir, sum í gomlum døgum søktu látrini fyri norðan. Onkur veit um mynd, har sandavágsmenn eru afturkomnir av látri í fimtiárunum við bara einum vaksnum kópi og nøkrum hvølpum. Og ferðin, sum Mikkjal á Ryggi skrivaði um í 1914 frá látraferð um veturnætur árið fyri, gav eisini minni enn hetta.
Og so rennur onkrum í huga, at her er eitt samband. Her hava vit verið til látrar undir Ryggsskor á sjálvum føðingardegi Mikkjals, finna vit útav.
Vit taka okkum heim við landinum. Veðrið er framvegis av tí besta. Nú skýmir eitt sindur, og vit skunda okkum, tað vit kunnu, fyri at náa sum longst, meðan ljóst er.
Og hetta frættist víða um lond. Afturkomnir á Oyrargjógv, eru menn har, sum hava verið eftir veðurlombum, ið eftir gingu eftir fjall. Teir koma at forvitnast. Men eisini onnur hava ligið framvið, og skjótt eru bilar komnir við fólki, ið vil síggja fongin og taka onkra mynd.
Men her kunnu teir ikki verða liggjandi, so avrátt verður, hvussu gerast skal við fletting. Jú, tað orna teir, bøndurnir, eftir at kvøldmálið er mjólkað.
Kvøldið eftir er veitsla við kópabúffum. Óført verður látið at, at tað roynist. So tann, ið aðra veitslu er farin í, har borðreitt verður við góðum, steiktum seyðakjøti, kennir seg at eiga okkurt gott á til einaferð seinni.