og hann hevði mesta partin av einum kúfóðri at dusa sær á í holinum, sum var í høgra verjuborði hjá klaksvíkingum, og bæði í hesum borðinum og í høgru, har Carl H. Høgnesen var álopshugaður vongverji, og [...] spurdist einki burturúr. Í næsta minutti fekk B36 hol á. Pazek misti í uppspæli í høgru, John Petersen fekk fatur á, stríddi seg til baklinjuna og út frá aftur, áðrenn hann flatt sendi í kassan. Dómarin bíðaði [...] heimaliðið alla tíðina, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir greitt omaná. Traðkaðu á líktornina Klaksvíkingarspældu í 3?4?3 uppstillingini, sum teir so ofta hava roynt í ár, og aftur hesa ferð tóktist málið
skorað fimtan mál í part: ? Eg vil ógvuliga fegin spæla við í Runavík, staðfesti óhepni maðurin, og tað var týðuligt, at tað umframt tey trý stigini, sum B36 vil hava við til hús, var í huganum á landsl [...] fyri at síggja, afturat, so er einki at ivast í, at samlaða áskoðaratalið var omanfyri 3.500, og tað er størsta fjøldin, sum hevur verið savnað í Gundadali í ár. Tað verður sagt, at umleið helmingurin av [...] Tað er næstan einki sannlíki fyri, at B36 verður meistari í ár. Harvið missa teir ta hálvu milliónina, sum er munurin á at spæla í europeisku meistarakappingini og UEFA kappingini. Men sunnudagin vunnu
Vágamenn spæla aðrastaðni Eftir dystin í Runavík fingu teir á vágaliðnum gullmerkini um hálsin, og tá teir komu heimaftur í Vágarnar, var veitsla í bygdarhúsium í Miðvági. Har vóru fleiri ennn 300 fólk [...] ur, tá vágamenn spældu í Runavík leygardagin. Longu fyri einari viku síðani var tað greitt, at vágamenn verða aftur í 1. deild næsta ár. Og tá FS Vágar spældi seinasta dystin í 2. deild á hesum sinni vunnu [...] gerandisdagur aftur í Vágum, og har vita tey, at tað er ein heilt onnur søgu at spæla í 1. deild. ? Spælararnir eru fullgreiðir yvir, at tað krevst nógv meira av okkum, um vit skulu standa okkum í 1. deild, sigur
Sølustøðini eru 15 í tali og eru tey hesi: Statoilstøðin í Klaksvík, Kiosk Vár í Runavík, Statoilstøðin á Eiði, Shellstøðin í Norðragøtu, Statoilstøðin í Skálabotni, 3-arin í SMS, Kunningarstovan í Tórshavn, [...] Shellstøðin í Vestmanna, Kaffistovan í Nólsoy, Shellstøðin Myllan í Miðvági, Shellstøðin á Sandi, Shellstøðin í Trongisvági og Shellstøðin inni á Bakka suðuri í Vági. [...] sera upplagt, við tað at løgini hjá Dynamit í stóran mun líkjast løgunum hjá Shu-Bi-Dua. Hóast hesir bólkar sjálvsagt eru í hvør sínum vektflokki, so er talan í báðum førum um satiriskar/ironiskar tekstir
liðunum til dystin í Runavík í dag. NSÍ fekk tveir mans útvístar seinasta vikuskiftið, tá teir spældu í Sumba. Stutt eftir hálvleik varð Jákup Martin Joensen sendur av vøllinum og seint í dystinum mátti Kári [...] varð borin av vøllinum seint í dystinum móti KÍ, tá hann fekk ein snudd í knæið. Eftir dystin segði hann, hóast pínan framvegis var stórt, at hann ætlaði sær at spæla í Runavík. Og álopsmaðurin, sum vónar [...] Bergur Hansen, Hjørleif Klein og Christian Høgni Jacobsen nýggir í hópinum. Christian Høgni hevur verið skaddur leingi, men hann spældi í unglingafinaluni fyri 10 døgum síðani, og eftir leikbann seinasta
geva honum rætt í, at tað bara var í fyrsta dystinum í ár ? á heimavølli móti KÍ ? at KÍ hevur vunnið stórt. GÍ hevur eina ferð so at siga søplað FM heitið burtur í síðsta umfarinum. Tað var í 1987, tá teir [...] gullinum í dag: ? Klaksvíkingar hava verið drúgvir, men teir hava ikki vunnið stórar sigrar í ár. Síðst vunnu teir bara 2?1 á heimavølli. Tá var Sumba mótstøðuliðið, og tá KÍ fyrr í summar var í Fuglafirði [...] seinnapartin í dag tekur ímóti B68. Í hvussu so er hjá viðhalsfólkunum hjá heimaliðnum fer nógv at snúgva seg um útvarpslurtið og gongdina, tá ÍF, sum GÍ flongdi síðsta sunnudag, fer at royna seg í Klaksvík:
Brend í sambandi við at bók hansara um trúboðaran Kaju Nemuel í Nigeria kemur út. Í skránni er tala, sangur og upplsetur úr bókini. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM & KFUK í Norðoyggjum Møti verður í kirkjuni [...] 15: Eldrasamkoma í KFUK v/ Agnar Nielsen. Meinigheitshúsið í Havn Týskvøldið 5. okt. verður almenn samkoma við Snorra Brend, í sambandi við at bók hansara um trúboðaran Kaju Nemuel í Nigeria kemur út. [...] farið í kirkju á Eiði og við Norðskála kl. 12) Haldarsvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 12, altargangur, Uni Næs. (Broytt kirkjutíð. Í Kollafirði, Hósvík og Haldarsvík verður farið í kirkju
Tí kundi løgreglan í Runavík, við einum smíli staðfesta, at tey innanfyri heilt stutta tíð, høvdu handtikið tveir mans fyri at koyra ávirkaðir - í sama bili. So tað er ikki bara í Amerika, at tey hava [...] síni »fullu« fimm. Annars var talan um eitt stak friðarligt vikuskiftið í Eysturoynni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík [...] Løgreglan fekk fráboðan um ógerðina og fór oman á bryggjuna, har tann eini av teimum fýra stóð og bíðaði í bili. Tá hann sá løgregluna royndi hann at sleppa til rýmingar, men tað eydnaðist ikki. Hann var síðani
B36, sum vann í Runavík, fekk bronsu. HB vann stórsigur móti B71 (7-1), men tað gav ikki meira enn 4. pláss til meistararnar frá í fjør. ÍF flytir niður í 2. deild, og Sumba, sum vann í Vági í dag, skal spæla [...] Tað var í illveðri, at fleiri av teimum týðandi dystunum í seinasta umfari av landskappingini í fótbólti vórðu avgreiddir leygardagin. Í Klaksvík spældi KÍ móti ÍF á einum vølli við nógvum hyljum. Tað [...] vann trygt 4-1. Rómurin í Klaksvík var óførur, sjampanjan fleyt, og fýrverk var skotið. Seinni um kvøldið helt veistlan fram við ókeypis dansi í KÍ-høllini til tann ljósa morgun. Í Gøtu gjørdi GÍ sína plikt
sigurin hjá teimum í Runavík staðfesti bara teirra støðu sum nummar trý, tí bæði liðini, sum lógu frammanfyri, vunnu sínar dystir. Tað var trupult at fáa rættiligt fótbóltsspæl í lag í Runavík leygardagin, tí [...] nógvur. Men í løtuni eydnaðist báðum liðunum at samanspæl, og í fyrra hálvleiki gekk rímuligt hjá NSÍ at spæla upp móti vindinum. Men B36 trýstu heimaliðið, og liðið úr Havn skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki [...] tveir heldur passivar NSÍ?arar setti Jákup á Borg fótin á bóltin og í málið. B36 svaraði aftur Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin í bakið, og teir royndu at trýsta. Tað eydnaðist eisini at fáa mál beinanvegin