Fimm spælarar á liðunum hjá NSÍ og B36 fingu frí frá fótbóltinum eina viku fyrr enn hinir spælararnir, og tí verða fleiri skiftingar á liðunum til dystin í Runavík í dag.
NSÍ fekk tveir mans útvístar seinasta vikuskiftið, tá teir spældu í Sumba. Stutt eftir hálvleik varð Jákup Martin Joensen sendur av vøllinum og seint í dystinum mátti Kári Sigvardsen sama veg. Harafturat fekk landsliðsevni hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, gult kort, sum hevur við sær leikbann.
Arnfinn Langgaard hevði leikbann seinast, og hann er tøkur hesaferð. Umframt hann eru Dagfinn Olsen, Bergur Hansen, Hjørleif Klein og Christian Høgni Jacobsen nýggir í hópinum. Christian Høgni hevur verið skaddur leingi, men hann spældi í unglingafinaluni fyri 10 døgum síðani, og eftir leikbann seinasta vikuskiftið, fær hann nú seinasta dystin á árinum við.
? Eg havi merkt gjøgnum vikuna, at spælararnir hjá mær ætla at gera ein seinasta vørr í hesum dystinum, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ.
Tað hevur annars gingið illa hjá NSÍ seinastu 5 dystirnar, sum bara hava givið tvey stig.
John spælir
B36 manglar tveir mans frá góða dystinum móti KÍ seinast. Málskjúttin Ninoslav Milankovic er leikbannaður, og tað er vágamaðurin Bjarni Prior eisini.
John Petersen varð borin av vøllinum seint í dystinum móti KÍ, tá hann fekk ein snudd í knæið. Eftir dystin segði hann, hóast pínan framvegis var stórt, at hann ætlaði sær at spæla í Runavík. Og álopsmaðurin, sum vónar at blíva toppskjútti, fer at spæla.
Hann vandi hóskvøldið, og tí fara hann og Jákup á Borg, sum eru javnir á toppskjúttaralistanum, at royna at fáa eitt mál, sum kann senda teir fram um hin.
B36 kann blíva føroyameistari, um KÍ tapir og GÍ ikki vinnur.
? Eg havi eina lítla vón, um at vit kunnu gerast føroyameistarar, men hon er ikki stórt. Vit skulu vinna okkara dysti, og so mugu vit vóna, at ÍF og B68 hjálpa okkum, sigur Tomislav Sivic, venjari hjá B36.