Tað var í illveðri, at fleiri av teimum týðandi dystunum í seinasta umfari av landskappingini í fótbólti vórðu avgreiddir leygardagin.
Í Klaksvík spældi KÍ móti ÍF á einum vølli við nógvum hyljum. Tað gjørdist ikki til stóra fótbóltsspælið, men KÍ vann trygt 4-1. Rómurin í Klaksvík var óførur, sjampanjan fleyt, og fýrverk var skotið. Seinni um kvøldið helt veistlan fram við ókeypis dansi í KÍ-høllini til tann ljósa morgun.
Í Gøtu gjørdi GÍ sína plikt og vunnu á B68, men tað rakk bert til silvur. B36, sum vann í Runavík, fekk bronsu. HB vann stórsigur móti B71 (7-1), men tað gav ikki meira enn 4. pláss til meistararnar frá í fjør.
ÍF flytir niður í 2. deild, og Sumba, sum vann í Vági í dag, skal spæla móti LÍF um seinasta plássið í 1. deild næsta ár.
Hetta er 17. meistaraheitið sum Kí vinnur, og tað er samstundis tað seinasta í hesi øldini, har KÍ eisini eigur flestu FM-sigrarnar. Fyrr í ár vann KÍ steypakappingina.