Hótti við at leypa á sjógv

Ein maður, sum saman við trimum øðrum varð tikin fyri innbrot hótti løgregluna við at leypa á bláman fluttu teir seg ikki

Tað sigst, at tað loysir seg sjáldan at fremja kriminalitet. Vísdómsorð, sum ein eysturoyingur saman við trimum viðnmonnum, kann skriva undir uppá.

Teir vóru leygarkvøldið farnir oman á bryggjuna, har teir, framdu innbrot umborð á Oknini og Jaspis.

Løgreglan fekk fráboðan um ógerðina og fór oman á bryggjuna, har tann eini av teimum fýra stóð og bíðaði í bili. Tá hann sá løgregluna royndi hann at sleppa til rýmingar, men tað eydnaðist ikki. Hann var síðani handtikin, og av tí at løgreglan hevði mistanka um, at hann var ávirkaður var blóðroynd tikin av manninum, sum tískil eisini kann vænta sær eina ákæru um rúsdrekkakoyring omaná.


Hótti við at

leypa á sjógv

Eftir lítlari løtu hevði løgreglan handtikið tríggjar av teimum fýra monnunum, sum vóru við í innbrotinum.

Nú manglaði bara tann fjórði. Tá hann kom upp á dekkið á Jaspis og sá løgreglubilin rópti hann á løgregluna um at flyta seg av bryggjuni, tí annars leyp hann á sjógv.

Løgreglan helt best vera at flyta seg eitt sindur, tí tað var eingin loysn at lata mannin leypa á sjógv. Men teir høvdu eisini skálkin við brotsmanninum.

Tá løgreglan hevði flutt seg, kom maðurin í land, og setti beina kós - móti bilinum.

Løgreglumenninir høvdu tó skálkin við innbrotstjóvinum og settu bilin fyri hansara bil áðrenn hann slapp úr stað, og eftir lítlari løtu var hann handtikin.

Eisini hesaferð var mistanki um, at maðurin hevði smakkað sær á meiri enn gott er, og tískil varð eisini blóðroynd tikin av honum.

Tí kundi løgreglan í Runavík, við einum smíli staðfesta, at tey innanfyri heilt stutta tíð, høvdu handtikið tveir mans fyri at koyra ávirkaðir - í sama bili.

So tað er ikki bara í Amerika, at tey hava brotsmenn, sum ikki eru við síni »fullu« fimm.

Annars var talan um eitt stak friðarligt vikuskiftið í Eysturoynni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík