Í Sosialinum næst seinasta leygardag vistu vit at siga frá, at kendi danski bólkurin, Shu-Bi-Dua, skal á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi fríggjadagin 5. november. Sum vanligt er tá slíkar konsertir verða hildnar, skal áhoyrarafjøldin hitast nakað upp, áðrenn tað stóra showið byrjar, og hevur Sosialurin nú fingið upplýst, at talan verður um ein nýggjan føroyskan bólk, sum hevur fingið hesa uppgávu.
Nýggjur bólkur er kanska í so nógv sagt, tí Dynamit 2000, sum bólkurin eitur, er samansettur av tveimum vælkendum bólkum her á landi. Tað eru manningarnar í klaksvíksbólkinum Dynamit og havnar/kollfarða-bólkinum Kjølar, sum nú hava tikið seg saman í ein bólk. Framførslan verður ætlandi skipað soleiðis, at tað verða tey vælkendu løgini frá Dynamit, sum verða framførd, ímeðan tónleikurin verður framførdur av dugnaligu tónleikarunum úr Kjølum.
Upplagt val
Fyrireikararnir hildu valið verða sera upplagt, við tað at løgini hjá Dynamit í stóran mun líkjast løgunum hjá Shu-Bi-Dua. Hóast hesir bólkar sjálvsagt eru í hvør sínum vektflokki, so er talan í báðum førum um satiriskar/ironiskar tekstir, sum á sín hátt gera gjøldur burtur úr tí, sum fyriferst runt um okkum. Fyrireikararnir vóna, at Dynamit 2000 kann verða við til at seta enn betri dám á fjøldina, soleiðis at tungubondini eru væl og virðiliga hitað, tá shubbarnir trína upp á pallin. Tá skemtararnir úr Dynamit nú hava tónleikararnar úr Kjølum, sum teljast millum fremstu live-bólkar her á landi, er væntandi, at áhoyrararnir koma at fáa eina sera áhugaverda tónleikauppliving.
Fara kring landið
Ætlanin var annars, at báðar manningar í Dynamit 2000 skuldu byrja at venja í november mánaði, men við tað at tiltakið við Shubidua kom á skránna, og teir fingu møguleikan at vera við á hesari konsertini, gjørdu teir av at framskunda ætlanina. Konsertin á Hálsi verður so tann fyrsta framførslan hjá bólkinum, men er ætlanin so, at teir í november og desember mánaði, skulu ferðast kring landið, har teir skulu undirhalda áhoyrarafjøldum kring alt landið.
Sølan gongur væl
Annars byrjaði atgongumerkjasølan til tiltakið á Hálsi í seinastu viku, og frá fyrireikarunum frætta vit, at sølan hevur gingið stak væl. Sølustøðini eru 15 í tali og eru tey hesi: Statoilstøðin í Klaksvík, Kiosk Vár í Runavík, Statoilstøðin á Eiði, Shellstøðin í Norðragøtu, Statoilstøðin í Skálabotni, 3-arin í SMS, Kunningarstovan í Tórshavn, Shellstøðin í Vestmanna, Kaffistovan í Nólsoy, Shellstøðin Myllan í Miðvági, Shellstøðin á Sandi, Shellstøðin í Trongisvági og Shellstøðin inni á Bakka suðuri í Vági.