vera úti í regninum meira. Eingin sundurbýting er á Býarbókasavninum. Gáttin er lág, tað er vítt til veggja og høgt til loft. Tað sigur Vónbjørt Vang, býarbókavørður í Býarbókasavninum í Havn, í samrøðu [...] Vikuskiftis-Sosialin, í samband við 50 ára føðingardagin hjá Býarbókasavninum. Nógv er broytt síðan Býarbókasavnið lat dyrnar upp á fyrsta sinni og tað merkist eisini á hvussu fólk brúka mentanardepilin [...] n miðskeiðis á gongugøtuni í Havn. - Fólk brúka bókasavnið á ein heilt annan hátt enn tey gjørdu fyri 50 árum síðan, tá man kanska kom at lána ein bók og fór avstað. Í dag verður bókasavnið brúkt sum eitt
Álit var lyklaorðið í formansfrágreiðingini hjá Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum á landsfundinum í Havn. Hann vísti á, hvussu umráðandi tað er, at fólk í flokkinum hava fult á hvørjum [...] vísti á tað, sum er framt í hesum valskeiðinum, men hann segði eisini, at nógv er eftir at lyfta. -Tað er tá ið vit standa saman at vt fáa eitt ríkt samfelag, segði formaðurin. Í frágreiðingini segði hann [...] hann, at kemur flokkurin í samgongu eftir valið, so fer flokkurin at arbeiða fyri einari styttri arbeiðsviku, so einstøku familjurnar fáa meira tíð saman. -Tryggleikin kemur altíð framum yvirtøkur hjá J
stað verður rópt. Í Føroyum er enn bert eitt stað, sum umboðar ítróttin. Tað er Tvørmegi, sum liggur í M.A. Winthersgøtu 4 í Havn. Her eru nógvir limir, sum hava sína dagligu venjing í hølunum. Talan er [...] kappingin í CrossFit - CrossFit Open - sum er fyrsta stigið móti at finna Fittest On Earth, er nú lokin, og her stóðu føroyingar seg væl í mun til, hvussu hørð henda kapping er. Kappingin verður hildin í tí lokalu [...] serstakliga ágrýtið. Nógv av teimum, sum kappast í CrossFit, eru fólk, sum umboða aðrar ítróttargreinar burturav. Men, tað gongst betur og betur hjá føroyingum á hvørjum ári. Føroyingar kappast í danska kongaríkinum
Býráðslimir í Havn fingu ein rættiligan skelk, tá ið teir sóu, hvussu nógv nýggi umlættingar- og endurvenjingardepilin, sum skal byggjast í Havn, kostar. Tað viðgingu teir á býráðsfundi í gjárkvøldið, [...] byggjast á Rólantsgøtu í Hoyvík, kostar nevniliga ikki minni enn 84 milliónir krónur at byggja, og tað eru heilar 41.000 krónur fyri fermeturin. Bergun Kass, sum er forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum [...] eini 28 prosent hesi seinastu, fáu árini. Hinvegin vísir hon á, at í hesum føri er talan er talan um ein heilt serstakan bygning, har nógv er gjørt burturúr at hava alskyns hentleikar og at hava góðar umstøður
yvirhálar í einum gonguteigi, klipp í koyrikortið. Men tað er løgið, at tað yvirhøvur er lógligt at yvirhála í einum gonguteigi og tað skuldi avgjørt verið ólógligt, heldur Bjørg Dam. – Tað eru nógv sum tora [...] gonguteigar eru og kantarnir og høgir. Tað, sum fólk ræðast mest, er at fara tvørtur um vegin, og sum støðan er nú, fara fólk heldur í bili. Tað økir um ferðsluna í býnum, og tað er beint ímóti yvirskipaða [...] trupulleikarnar hjá fólki, sum eru til gongu. Og í hesum sambnadi hugsar hon serliga um gonguteigar, serliga hvar teir eru, hvussu teir síggja út, og hvussu teir verða hildnir. Men hon hugsar eisini um at
Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin bjóða í hesum sambandi øllum til eina hugnaliga løtu á Reinsaríðnum í Havn millum klokkan 16 og 18.30. Tóra við Keldu [...] rætt til lívið, og hava somu rættindi í samfelagnum sum øll onnur. Og tí fara vit aftur í ár at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er BLÁTT J Í altjóða høpi er slagsetningurin fyri [...] og vit gleða okkum til at fáa nógv fólk á gátt í dag, hósdagin 21. mars millum kl. 16 og 18.30. Skrá Kl. 16.00 Dagurin verður settur Kl. 16.15 Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD Kl. 17.00 Bubu vitjar Dr
nú veruleiki tann 23. mars, so vit vóna at síggja nógv fólk í salinum, siga Martin Ólavur og Niels. Hvør er manningin í dag og til komandi konsertina í Norðurlandahúsinum? - Til hesa konsertina gjørdu vit [...] oddamenninir í Vestmenn. Hvussu byrjaði bólkurin Vestmenn? - Alment byrjaði bólkurin við innspælingini av “Brot”, sum kom út í 1983. Men vit stovnarar eru allir uppvaksnir í sama býlingi, á Heygum í Vestmann [...] Niels. Umframt konsertina í NLH, hava tit so annað á skránni í næstum? - Í løtuni er einki konkret á skránni, men allir møguleikar eru opnir. Hvat kunnu fólk vænta at hoyra í Norðurlandahúsinum? - Øll
munurin, tí í 2017 búðu 1.560 fleiri menn í Føroyum enn tað búðu kvinnur, og sostatt var munurin minkaður niður í 6,4 prosent. Men nú er munurin á kynunum aftur vaksin, tí desember í fjør, búðu 26.518 menn [...] tiltøk, sum vórðu sett í verk, og tað sá eisini út til at rigga – men nú er gongdin aftur vend. Javnstøðunevndin sigur, at í 2010 búðu 1.882 fleiri menn í Føroyum, enn tað búðu kvinnur, og sostatt var [...] Munurin á, hvussu nógvir menn, og hvussu nógvar kvinnur búgva í Føroyum, er vaksin hetta seinasta árið. Tað staðfestir Javnstøðunevndin í nýggju frágreiðing síni. Tað merkir, at kvinnutrotið, sum tað ofta
verður nógv sum verður avgerandi. Um veingirnir skora og hvussu nógv málverjarnir bjarga, sigur venjarin, og vísir á at tað kanska eru tveir teir sterkastu málverjarnir í landinum, ið koma at standa í hvør [...] smálutum, og fólk flest væntað ein javnan dyst. Bárður Johannesen heldur kortini at VÍF má átaka sær favorittleiklutin í finaluni. Hann vísir á, at í einari finalu hava royndir sera nógv at siga, og hesar [...] VÍF tríggjar ferðir í landskappingini í ár, og tapt hvørja ferð, so hetta verður stórur biti, heldur venjarin. Tað var tó um at eydnast Kyndli at koppa VÍF seinast liðini hittust, men í seinastu løtu mistu
»gongumat«, sigur Johannes Jensen, sum í hesum sambandi nevnir hugtakið »at menna uttan at missa« – at kioskin kann koma enn meira til sín rætt sum tað ikon hon er í Havn – og samstundis varðveitast sum tann [...] Diskur var innanfyri og í mótsættu síðu var kiosklúka. Loftið er varðveitt og sigur tað nógv um stødd og søgu hennara frá fyrstan tíð. Kioskin er við árunum víðkað og hevur í dag fingið eitt skap, ið [...] skal gólvið skiftast og takið gerast av nýggjum. Enn vita teir ikki, hvussu stórviðurin hevur tað og tískil heldur ikki, hvussu nógv kann endurnýtast. – Men tað sum kann endurnýtast, verður endurnýtt, sigur