Ja til Javnaðarflokkin er nei til Fólkaflokkin

Formaðurin í Javnaðarflokkinum segði, at fyri at fáa framt nakað, so er neyðugt at hava álit hvør á øðrum

Álit var lyklaorðið í formansfrágreiðingini hjá Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum á landsfundinum í Havn.

Hann vísti á, hvussu umráðandi tað er, at fólk í flokkinum hava fult á hvørjum øðrum og vísti samstundis á, at tað hevði verið neyðugt at koyra ein lim úr flokkinum.

Aksel V. Johannesen vísti á tað, sum er framt í hesum valskeiðinum, men hann segði eisini, at nógv er eftir at lyfta.

-Tað er tá ið vit standa saman at vt fáa eitt ríkt samfelag, segði formaðurin.

Í frágreiðingini segði hann, at kemur flokkurin í samgongu eftir valið, so fer flokkurin at arbeiða fyri einari styttri arbeiðsviku, so einstøku familjurnar fáa meira tíð saman.

-Tryggleikin kemur altíð framum yvirtøkur hjá Javnaðarflokkinum. Vit fara ongantíð at seta tryggleikan í váða fyri at gera eina yvirtøku, segði hann.

Hann segði eisini, at sigur tú ja til Javnaðarflokkin, so sigur tú nei til Fólkaflokkin.

-Tað lovaðu vit undan seinasta vali og tað gera vit eisini nú segði Aksel V. Johannesen.