Tað má verða tryggari hjá fólki at fara at verða til gongu. Tað heldur Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.
Og nú hevur hon heitt á býráðið, á Ráðið fyri Ferðslutrygd, og á Samferðslumálaráðið, um at fara í eitt samstarv um at bøta um støðuna. Hon vísir á, at nú er hol sett á arbeiðið at gera eina nýggja ferðslutrygdarætlan, og hon heldur, at tað er eitt gylt høvi til eisini at gera nakað við trupulleikarnar hjá fólki, sum eru til gongu.
Og í hesum sambnadi hugsar hon serliga um gonguteigar, serliga hvar teir eru, hvussu teir síggja út, og hvussu teir verða hildnir. Men hon hugsar eisini um at gera eitt arbeiðið fyri at broyta hugburðin hjá fólki til gonguteigar.
Eitt nú heldur hon, at lógin eigur at verða broytt. Sum lógin er nú, fær ein bilførari, sum yvirhálar í einum gonguteigi, klipp í koyrikortið. Men tað er løgið, at tað yvirhøvur er lógligt at yvirhála í einum gonguteigi og tað skuldi avgjørt verið ólógligt, heldur Bjørg Dam.
– Tað eru nógv sum tora illa at fara til gongu, tí tað er so ótrygt. og nógv foreldur tora illa at lata børnini ganga sjálvi, men koyra tey heldur børnini í skúla, til ítriv. Og tey, sum sita í koyristóli, ella eru illa gongd, kunnu ikki ferðast allastaðni, tí ongir gonguteigar eru og kantarnir og høgir.
Tað, sum fólk ræðast mest, er at fara tvørtur um vegin, og sum støðan er nú, fara fólk heldur í bili. Tað økir um ferðsluna í býnum, og tað er beint ímóti yvirskipaða politikkinum hjá býráðnum, sum er at fáa fólk at seta bilin.
Skal tað eydnast, er tað neyðugt, at gongufólk hava góðar umstøður, og føla seg trygg, heldur Bjørg Dam. Fleiri gonguteigar, merkja fleiri fólk til gongu, og tað merkir færri bilar og betri trygd, leggur hon afturat.
Hon vísir á, at seinastu árini hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd gjørt nógv burtur úr at broyta hugburðin hjá fólki til rúsdrekka, gáloysni og ferð. Saman við RFF átti kommunurnar at farið í eitt samstarv um at varpa ljós á fótgangaran, hetta fyri at økja um virðingina og tilvitið um rættindini hjá gongufólki. Yvirskipað eru rættindini hjá gongufólki sera ókend millum fólk, og áttu vit at varpa ljós á tey við jøvnum millumbili, fyri at økja um trygdina hjá gongufólki, sigur býráðslimurin.