Steypafinalan hjá kvinnum verður leikt í dag klokkan 13.30
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Kyndilskvinnur eru væl fyri undan finaluni, har eru nakrir lítlir snuddir hjá onkrum leikarum, men hetta fer ikki at forða nøkrum at spæla finalu, greiðir Bárður Johannesen, venjari hjá Kyndli, frá.
Bárður Johannesen tók við sum venjari undan hesum kappingarárinum, so hann var ikki sjálvur við tá ið Kyndil misti bæði FM- og steypafinaluna móti VÍF. Leygardagin verður enn ein finala á skránni móti VÍF, og venjarin ásannar at onkur hevndarhugur helst liggur í leikarunum.
-Tær, ið vóru við í fjør eru sera spentar at vita um tær ikki kunnu fáa eitt betri úrslit hesaferð, sigur venjarin, men ásannar at tað er ein trupul uppgáva.
-Vit hava spælt móti VÍF tríggjar ferðir í landskappingini í ár, og tapt hvørja ferð, so hetta verður stórur biti, heldur venjarin.
Tað var tó um at eydnast Kyndli at koppa VÍF seinast liðini hittust, men í seinastu løtu mistu kyndilskvinnur bæði stigini. Tann dysturin nívir kanska nakað enn, viðgongur venjarin, men slær fast at nú fara tær at royna aftur.
Hesin seinasti dysturin móti VÍF var eisini avgjørdur av smálutum, og fólk flest væntað ein javnan dyst.
Bárður Johannesen heldur kortini at VÍF má átaka sær favorittleiklutin í finaluni. Hann vísir á, at í einari finalu hava royndir sera nógv at siga, og hesar hava vestmannakvinnur. Kyndilsliðið er nakað yngri, og onkuntíð kann tað eisini geva úrslit, men tað er ikki til at siga hvussu leikararnir bera seg at undir teimum umstøðunum, ið steypafinalan er karmur um.
Steypafinalan verður sum altíð leikt í Havn, men hetta merkir ikki at Kyndil hevur nakran serligan fyrimun, tó at tað ikki ger støðuna verri, sum venjarin tekur til. Hann vísir á, at helst vera eins nógvir vestmenningar sum kyndilsfólk, og VÍF hevur fyrr prógvað at tær kunnu vinna undir slíkum umstøðum.
Karmarnir um steypafinaluna eru heilt serligir, og venjarin gleðir seg saman við sínum leikarum at spæla undir sovorðnum umstøðum.
-Hetta er tað størsta upplivilsi í føroyskum hondbólti, ger venjarin greitt.
Karmarnir geva eitt ávíst trýst, og venjarin viðgongur at trýstið kann seta seg á ungu leikararnar, men heldur fyri, at har helst eisini vera nervar á mótstøðuliðinum.
Bárður Johannesen væntar ein spennandi dyst, og vísir á at umframt at vestmannakvinnur eru royndari, so hava tær eisini størri skothóttan.
-Vit spæla øðrvísi enn tær, men tað verður nógv sum verður avgerandi. Um veingirnir skora og hvussu nógv málverjarnir bjarga, sigur venjarin, og vísir á at tað kanska eru tveir teir sterkastu málverjarnir í landinum, ið koma at standa í hvør sínum enda.
Hvussu alt hetta fer at spæla av, so vónar Bárður Johannesen ein góðan, tættan og spennandi dyst, og at tað fer at koppa til fyrimun fyri Kyndil.