Mangla yvir 1700 kvinnur í Føroyum

Munurin á, hvussu nógvir menn, og hvussu nógvar kvinnur búgva í Føroyum, er vaksin hetta seinasta árið. Tað staðfestir Javnstøðunevndin í nýggju frágreiðing síni. Tað merkir, at kvinnutrotið, sum tað ofta hevur verið nevnt, er størri nú, enn tað hevur verið í árunum framman undan.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð tað mett at vera ein stórur trupulleiki fyri føroyska samfelagið, at tað vóru nógv fleiri menn í Føroyum enn tað vóru kvinnur. Í stóran mun vóru tað kvinnur í burðardyggum aldri, sum tað vóru ov fáar av.

 

Talan var í stóran um um kvinnur, ið fluttu av landinum í útbúgvingarørindum, men sum ongantíð fluttu heim aftur. Tí vórðu tiltøk sett í verk fyri at bøta um støðuna, eitt nú vit at stovna fleiri útbúgvingar í Føroyum og við at bøta um lestrarstuðulin og møguleikarnar fyri at fáa lestrarbústaðir.

 

Harafturat fingu familjur, sum vóru illa fyri eitt serligt ískoyti, fyri at forða fyri, at fólk rýmdu av landinum av sosialum orsøkum – ikki minst stakir uppihaldarar, sum mangan eru kvinnur.

 

Hetta vóru nøkur tiltøk, sum vórðu sett í verk, og tað sá eisini út til at rigga – men nú er gongdin aftur vend.

 

Javnstøðunevndin sigur, at í 2010 búðu 1.882 fleiri menn í Føroyum, enn tað búðu kvinnur, og sostatt var munurin 8,1 prosent. Men so minkaði munurin, tí í 2017 búðu 1.560 fleiri menn í Føroyum enn tað búðu kvinnur, og sostatt var munurin minkaður niður í 6,4 prosent.

 

Men nú er munurin á kynunum aftur vaksin, tí  desember í fjør, búðu 26.518 menn og 24.794 kvinnur í Føroyum. Sostatt búðu 1.724 fleiri menn í Føroyum enn tað búðu kvinnur, tað er ein munur upp á sjey prosent.

 

Sostatt er tann góða gongdin, sum hevur verið hesi seinastu árini, har undirskotið av kvinnum í Føroyum hevur verið minkandi, nú vend aftur, sigur Javnstøðunevndin.