- Slagorðið hevur frá byrjan av verið, at bókasavnið er fyri øll. Og her koma eisini øll. Her kemur alt frá barnafamiljan, ið hongur út á barnabókasavninum ein heilan leygardag, til politikaran, ið kemur at lána nakrar ljóðbøkur til mammu sína, ið ikki klárar at lesa longur. Her kemur eisini stjórin, sum gjarna vil taka sær av løttum eina løtu og bumsurin, ið ikki orkar at vera úti í regninum meira. Eingin sundurbýting er á Býarbókasavninum. Gáttin er lág, tað er vítt til veggja og høgt til loft.
Tað sigur Vónbjørt Vang, býarbókavørður í Býarbókasavninum í Havn, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, í samband við 50 ára føðingardagin hjá Býarbókasavninum.
Nógv er broytt síðan Býarbókasavnið lat dyrnar upp á fyrsta sinni og tað merkist eisini á hvussu fólk brúka mentanardepilin miðskeiðis á gongugøtuni í Havn.
- Fólk brúka bókasavnið á ein heilt annan hátt enn tey gjørdu fyri 50 árum síðan, tá man kanska kom at lána ein bók og fór avstað. Í dag verður bókasavnið brúkt sum eitt tilhaldsstað. Nógv brúka tað sum sína skrivstovu, lesandi skriva uppgávur her, onnur koma bara at lesa bløðini og fara síðan avstað aftur. So tíðin fólk brúka at uppihalda seg í bókasavninum er økt munandi, hóast tey ikki fara avstað við einari bók undir arminum, vísir býarbókavørðurin á.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Vónbjørt Vang um týdningin av einum býarbókasavni í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.

Sosialurin: - Eingin sundurbýting er á Býarbókasavninum












