er neyðug. Í lesarabrævi skrivar Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar býráði, at Klaksvíkar havn eigur at verða útbygt. Hon vísir á nógv søgulig dømi, har Klaksvíkar havn er blivin bygt út. Millum [...] stødd. Hendan útbyggingin merkti, at síðani tá hava øll skip, sum hava lagt at í Føroyum, havt møguleika at leggja at í Klaksvíkar havn. Nú heldur Gunvá við Keldu, at Norðhavnin skal útbyggjast enn meir [...] Í dag er blivið endaliga staðfest og undirskrivað, at Tórshavnar havn verður útbygt, og nú heldur býráðslimur í næsstørstu kommununi í Føroyum, Klaksvíkar kommuna, at ein útbygging av Klaksvíkar havn er
eldrasambýli er at siga, at ein hækking á 2000 kr um mánaðin er alt ov stór. At prísirnir ikki eru hækkaðir í nøkur ár er ongin umbering fyri at hækkað gjaldið so nógv í einum. ?Tað er ein sannroynd, at kostnaðurin [...] tað hugsast, at fólk ið hava alneyðugan tørv á heimahjálp noyðast at skerja hetta og/ella hesar broytingar fara eisini at skunda undir, at fólk flyta skjótari úr egnum heimi, hóast hetta er ímóti teirra [...] Tað átti at verið partur av eldrapolitikki landsins, at stuðla fólki sum mest at búgva í egnum heimi, um ynski er um tess. Hetta var eisini eitt av aðalendamálinum við heimahjálpini, tá ið hon í síni tíð
verið at sæð fleiri av hennara verkum; tað er langt síðani, hon hevði serframsýning her heima. Samanumtikið er støðið á Heystframsýningini langt oman fyri aðrar felagsframsýningar í Føroyum í ár. Er listin [...] so vera, at eisini listafólk eru ymisk av lyndi. Tað liggur ikki til øll at flippa út uttan trygdarnet. At Tróndur Patursson ikki ræðist ókendar leiðir, sást greitt, tá hann fór í holtur við at prýða Vertshúsið [...] Svart er vorðið høvuðslitur í fleiri av hansara verkum. Hóast svart er ein litur uttan ljósvirði, eydnast tað allíkavæl Anker at nýta litin sum ljósskapandi. Myndirnar eru abstraktar, men allíkavæl er tað
útbjóðing at gagna føroyskum áhugamálum samtíðis sum hon er attraktiv fyri investorarnar. Hetta er ein ballansugongd av teimum torføru, men nú talan er um at seta spónin í fyri fyrstu ferð, eigur sjálvandi [...] TAÐ er greitt, at bæði hjá altjóða oljufeløgunum og eisini hjá okkara egnu oljuumsiting - fyri ikki at tala um vinnulívið - verður bíðað við spenningi eftir viðgerðini á tingi. Hon fer so at byggja á tað [...] m, men tað skilst, at tað er ein neyv avvegan millum føroysk og útlendsk áhugamál tvs. at treytirnar verða av slíkum slag, at oljufeløgini bæði tora og vilja vága íløgur her, og at føroyska samfelagið
bíðitíðina øgiliga væl til at fyrireika seg í. Og tey hava borið seg rætt at. Sjálvur havi eg varhugan av, at føroyska oljufyrisitingin hevur gott innlit í, hvat gongur fyri seg. Hon er ikki órealistisk og kennir [...] mánaðir til at seta í gongd um summarið. -Eg haldi tó, at alt tykist at vera á rættari kós, men vit mugu so líka ansa eftir, at útbjóðingin ikki verður seinkað aftur, um vit meina nakað við, at feløgini skulu [...] vinnan virkar og hvat hon kostar. Regin Hammer sigur, at oljufeløgini royna at útbúgva fólk, soleiðis at hesi eisini kunnu arbeiða í tí landinum, tey koma til - tó ikki harvið fyri at kunna keypa fólk ol
forarbeiði er gjørt av okkara oljumyndugleikum í samstarvi við útlendskar ráðgevar, so er greitt, at politikararnir hava eina lutvíst lætta uppgávu. Hinvegin er greitt, at nettup tí at hetta er fyrsta mál [...] skjótt sum oljan fer at renna, um hon fer at renna. 2% er ikki so høgt, at tað styggir. Var royalty hægri, so kundi tað verið trupult at fingið minnni felt at hingið saman.Ein serskattur í trinum, ið gongur [...] Nettup tí at hetta er fyrsta málið av sínum slag er tað umráðandi, at tingmenn bera seg skilagott at og viðgera málið í tí álvara, sum tað hevur uppiborið. Tá hugsað verður um, hvussu stórt og gott forarbeiði
eini oljumenning. Tí verður tað hildið at vera rætt, at tað í lógini er álagt landsstýrismanninum at leggja dent á, at virksemi verður lagt soleiðis til rættis, at tað gagnar øllum landinum? siga uppsk [...] við sær. Vandi er fyri, at virksemið verður savnað á einum stað og á fáum hondum, og hetta kann hava stóran ójavnað við sær millum samfelagsbólkar og økir í landinum. Endamálið er at spjaða virksemið [...] arlógina samtykta. Hon hevur verið í Fíggjarnevndini og kemur til 2. viðgerð í dag. Eftir er so at leggja fram uppskot til broytingar í oljuskattalógini. Her er talan um serskattin. Tað uppskotið hevur
tøkum tíma Hjá PGS rokna teir við, at komandi útbjóðing fer at vísa, um fleiri feløg fara at vísa Føroyaøkinum ans. Diz Mackewan heldur, at tað nú er í evstu løtu, at útbjóðing fer fram, tí mong feløg hava [...] metir møguleikar at finna olju her, sigur hann, at teir høvdu neyvan skotið seismikk í føroyska økinum, um teir ikki mettu, at her vóru møguleikar at finna olju ella gas. Hann vísir á, at teir eru serstakliga [...] útbjóðing og vóna og trúgva, at hon fer at verða væleydnað fyri tey oljufeløg, sum eru við og eisini fyri okkum sjálvar. Hjá PGS vóna teir sjálvandi, at komandi útbjóðing fer at verða í økjum, har teir hava
skulu vera so, at hann við amboðum og útgerð er førur fyri at fremja arbeiðið hann átekur sær innan fyri tann tíðarkarm sum ásettur er. Somuleiðis er umráðandi, at leiðsla og manning er av einum slíkum [...] §2, stk. 4 gjørt vart við, at licitatiónin er bundin, og í samsvar við §4, pkt 2) gjørt vart við at felagið tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu boðini ella at havna øllum. Við licitatiónina [...] vegagerðina er umráðandi, at arbeiðsvegurin Vágamegin er klárur til nýtslu í seinasta lagi 6 mánaðar eftir at tunnilsarbeiðið er byrjað í Leynum. Eins týðandi og teknisku viðurskiftini eru fíggjarligu viðurskiftini
hesum báðum er tann, at við optión ger tú ongar íløgur nú, men tekur fyrst støðu til um tú skal fara inn við almennum oljufelag, tá olja er funnin. Ein annar spurningur, sum ósemja er um, er, hvar olju [...] Hetta fer at merkja, at umhvørviskrøvini til oljufeløgini, sum verða við í komandi útbjóðing, fara at vera tað harðari. Áhugavert verður eisini at síggja, hvørjar skattatreytir bretar annars fara at seta til [...] m eru at meta sum ein pakki. Koma nú nýggj krøv um antin eitt landsoljufelag ella eina optión, so broytir tær henda pakka, soleiðis at oljufeløgini fara at meta hetta sum nýggjar treytir. Tá er spurningurin