Útbjóðingarlógin endaliga samtykt

-Tá ið landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum samtykti løgtingið fríggjadagin í einum broytingaruppskoti. Endamálið við hesum er at spjaða virksemið, so ikki eitt pláss ella øki í landinum fær allar avleiðingar ? bæði fyrimunir og óhepnar avleiðingar. Tað verður tó ásannað, at tað kann verða trupult at náa hesum endamáli í einum leitiskeiði við av-markaðum virksemi.

Jan Müller


Tingið samtykti fríggjadagin við 3. viðgerð uppskotið til 1. útbjóðing við 27 atkvøðum fyri, eini ímóti og 4 blonkum. Umboð fyri landsstýrisflokkarnar løgdu eitt nýtt broytingaruppskot fram millum 2. og 3. viðgerð um oljuvirksemi. Tað varð samtykt við 16 atkvøðum fyri, ein var ímóti og 15 vóru blankar.

Sjáldan í tingsins søgu hevur ein 3. viðgerð tikið so drúgva tíð, og sjáldan hava tingmenn og landsstýrisfólk verið so harðmælt og hatsk móti hvørjum øðrum sum júst í hesum orðaskiftinum, sum byrjaði klokkan 10 og endaði eftir klokkan 13. Tað var spurningurin um, hvar ein komandi oljuútgerðarhavn skal vera, sum varð reyði tráðurin í orðaskiftinum. Eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at fáa við í standardloyvini, at alt virksemi í sambandi við leitingarskeið og framleiðsluskeið og her eisini oljuðutgerðarhavn skal ganga út frá Suðuroynni, fall.

Í staðin varð eitt annað broytingaruppskot frá tingmonnum í samgonguni samykt. Tað broytingaruppskotið varð soljóðandi:

?Í § 3 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: ?Tá ið landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum.?

Í viðmerkingunum verður m.a. sagt: ?Sum nevnt í álitinum hjá vinnunevndini frá 26. januar 2000, eigur ágóðin av eini møguligari oljuvinnu at koma øllum landinum til góðar ? bæði í leitingar- og møguligum framleiðsluskeiði. Hetta er galdandi fyri inntøkur, vinnuframtøk og umsiting. Virksemið kann hava alstórar sosialar, mentanarligar, umhvørvisligar og búskaparligar avleiðingar við sær. Vandi er fyri, at virksemið verður savnað á einum stað og á fáum hondum, og hetta kann hava stóran ójavnað við sær millum samfelagsbólkar og økir í landinum.

Endamálið er at spjaða virksemið, so ikki eitt pláss ella øki í landinum fær allar avleiðingar ? bæði fyrimunir og óhepnar avleiðingar. Tað verður tó ásannað, at tað kann verða trupult at náa hesum endamáli í einum leitiskeiði við avmarkaðum virksemi.

Hetta eigur ikki bert at vera eitt politiskt stevnumið, men eitt mál, tá komið verður til ymisku stigini í eini oljumenning. Tí verður tað hildið at vera rætt, at tað í lógini er álagt landsstýrismanninum at leggja dent á, at virksemi verður lagt soleiðis til rættis, at tað gagnar øllum landinum? siga uppskotsstillararnir. Uppskotið varð samtykt og somuleiðis øll útbjóðingarlógin. Við aðru viðgerð varð uppskot frá andstøðuflokkunum um at fáa eina optión við í uppskoti frá landsstýrinum somuleiðis vrakað. Tískil er lógin til 1. útbjóðing komin ígjøgnum nærum óbroytt.

Nú restar so í at fáa oljuskattafyrisitingarlógina samtykta. Hon hevur verið í Fíggjarnevndini og kemur til 2. viðgerð í dag. Eftir er so at leggja fram uppskot til broytingar í oljuskattalógini. Her er talan um serskattin. Tað uppskotið hevur verið til hoyring hjá øllum flokkum og verður møguliga lagt fyri tingið í dag ella eina av døgunum. Hetta uppskotið er so gott sum tað sama, sum varð kunngjørt á oljumessuni í Aberdeen herfyri.