Sambýlispláss?
Viðvíkjandi hækkingini av gjaldinum til eldrasambýli er at siga, at ein hækking á 2000 kr um mánaðin er alt ov stór. At prísirnir ikki eru hækkaðir í nøkur ár er ongin umbering fyri at hækkað gjaldið so nógv í einum. ?Tað er ein sannroynd, at kostnaðurin á vørum og tænastum er hækkaður, tískil kann grundgevast fyri, at gjaldið skal hækkað nakað, men ikki so nógv sum skotið verður upp. ?Havast skal í huga, at á sambýlum hevur búfólkið munandi meir útreiðslur enn t.d. á einum ellis- og røktarheimi, tí kann tað ikki vera eins dýrt at búgva á einum sambýli sum tað er á einum ellis- og røktarheimi.?Hækkingin skuldi í mesta lagi verið 200 kr um mánaðin, og síðani kundi verið ásett, at prísirnir vera javnaðir við 2% um árið ella kundi kostnaðurin fyri eitt sambýlispláss fylgt prísvøkstrinum. ?Áðrenn nøkur hækking verður framd áttu land og kommur at samst um ein leist fyri sambýlini, og hvussu prísirnir skulu vera og hvussu eitt møguligt hægri gjald skal býtast millum land og kommunur.?
Inntøkumarkið?
Viðvíkjandi ætlanini at lækka inntøkumarkið áðrenn fólk rinda fyri heimahjálp, so mæla undirritaðu staðiliga frá at gera hesa broyting. ?Tað er alt ov nógv, at lækkað inntøkumarkið fyri hjún úr 75.000 kr niður í 1500 kr og fyri støk úr 50.000 kr niður í 1000 kr áðrenn tú rindar fyri heimahjálp. Markið áðrenn fólkapensjónistar rinda fyri heimahjálp eigur at standa í stað, og møguliga vaksta við prístalinum.?Tað er í lagi, at javna gjaldið fyri heimahjálp við 3%, men mælt verður staðiliga ímóti, at hækkað gjaldið við heilum 15 kr um tíman. ?
Gjaldið fyri heimahjálpin?Um landsstýrið ger hesar broytingar kann tað hugsast, at fólk ið hava alneyðugan tørv á heimahjálp noyðast at skerja hetta og/ella hesar broytingar fara eisini at skunda undir, at fólk flyta skjótari úr egnum heimi, hóast hetta er ímóti teirra ynski. ?Tað átti at verið partur av eldrapolitikki landsins, at stuðla fólki sum mest at búgva í egnum heimi, um ynski er um tess. Hetta var eisini eitt av aðalendamálinum við heimahjálpini, tá ið hon í síni tíð varð stovnað.?Undirritaðu taka undir við Landsfelag Pensjónista og mælir til, at tað almenna heldur enn at skerja eigur at styrkja munandi um heimahjálpina hjá teimum heimabúgvandi og ikki leggja enn størri gjøld fyri heimahjálpina.?
?Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag?Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag?Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag