Í dag er blivið endaliga staðfest og undirskrivað, at Tórshavnar havn verður útbygt, og nú heldur býráðslimur í næsstørstu kommununi í Føroyum, Klaksvíkar kommuna, at ein útbygging av Klaksvíkar havn er neyðug.
Í lesarabrævi skrivar Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar býráði, at Klaksvíkar havn eigur at verða útbygt. Hon vísir á nógv søgulig dømi, har Klaksvíkar havn er blivin bygt út. Millum annað í 90-árunum, tá ið Klaksvíkar havn varð útbygt til núverandi stødd. Hendan útbyggingin merkti, at síðani tá hava øll skip, sum hava lagt at í Føroyum, havt møguleika at leggja at í Klaksvíkar havn.
Nú heldur Gunvá við Keldu, at Norðhavnin skal útbyggjast enn meir. Lesarabrævið hjá Gunvá við Keldu kann lesast HER.