Útbjóðing í tøkum tíma

-Eg haldi tað var gott, at tit fingu markið uppá pláss nú, tí kom 1. útbjóðing ikki nú, so beri eg ótta fyri, at fleiri oljufeløg høvdu tikið seg aftur av Føroyaøkinum sigur varaforsetin í PGS, Diz Mackewn. PGS hevur gjørt nógvar seismiskar kanningar við Føroyar og eigur í dag stóra oljuframleiðsluskipið á Foinaven feltinum skamt frá markinum

Tað eru seismikkfeløgini, sum gera forarbeiðið til eina møguliga føroyska oljuvinnu. Eftir at undirgrundin kom á føroyskar hendur hava fleiri slík feløg verið virkin á landgrunninum. Eitt av teimum er PGS. Tað byrjaði sum eitt seismikkfelag burturav. Í dag fevnir tað um nógv meira og er at meta meira sum eitt breitt veitingarfelag til oljuvinnuna. Ein stórur partur av inntøkunum kemur tí í dag frá teimum nýggju FPSO- oljuframleiðsluskipunum, sum eisini eru um okkara leiðir. Hetta eru skip, sum avloysa oljupallarnar og sum taka ímóti, viðgera, goyma og flyta víðari oljuna frá oljukeldunum. Í dag eigur felagið fýra flótandi framleiðsluskip, sum virka í norska og bretska partinum av Norðsjónum. PGS keypti herfyri Golanor fyritøkuna, sum átti Petrojarl Foinaven, ið er tað framleiðsluskipið, ið arbeiðir næst føroyska markinum.


Vitjaði føroyska básin

Sosialurin hitti varaforsetan fyri kanningarnar hjá PGS í Norðureuropa, Diz Mackewn. Hann var millum teir mongu gestirnar, sum vitjaðu á føroyska básinum á oljumessuni í Aberdeen í farna mánað. Diz Mackewn váttar, at PGS hevur stóran áhuga fyri føroyska økinum. Teir hava skotið væl av seismikki her heilt frá 1994. Frá 1996 til í dag hevur felagið eisini skotið nógv av tí framkomna 3D seismikkinum, serstakliga í Hvíta økinum. Og nú markið er komið upp á pláss er ein stórur partur av hesum seismikkinum frá føroyska partinum av Hvíta økinum.

PGS hevur nýliga skotið seismikk í føroyskum øki og fer at halda fram við tí undan 1. útbjóðing sigur Diz Mackewn. Uppá fyrispurning hvussu hann metir møguleikar at finna olju her, sigur hann, at teir høvdu neyvan skotið seismikk í føroyska økinum, um teir ikki mettu, at her vóru møguleikar at finna olju ella gas.

Hann vísir á, at teir eru serstakliga áhugaðir í tí fyrsta teir sóu á tilfarinum. -Vit síggja fram til 1. útbjóðing og vóna og trúgva, at hon fer at verða væleydnað fyri tey oljufeløg, sum eru við og eisini fyri okkum sjálvar.

Hjá PGS vóna teir sjálvandi, at komandi útbjóðing fer at verða í økjum, har teir hava skotið seismikk, men víst verður eisini á, at felagið hevur eisini gjørt væl av arbeiði inni á landgrunninum, har basaltið er tjúkt. Teir vóna við nútímans teknologi og arbeiðsháttum teir hava útviklað at kunna síggja gjøgnum basaltið og harvið kanska loysa gátuna við basaltinum.

Diz Mackewn sigur, at nú ein so stórur partur av Hvíta økinum er vorðin føroysk ogn eru Føroyar eisini meira áhugaverdar sum ein komandi oljutjóð. Tí her er lítið og einki basalt, og nógvar kanningar eru gjørdar júst í hesum økinum, sum avgjørt eru áhugaverdar.

PGS hevur viðgjørt tilfarið so mikið nógv, at teir í dag liggja inni við rættiliga týdningarmiklum upplýsingum, sum oljufeløgini kunnu fáa nyttu av, tá tey skulu fara undir at bora.

Hann heldur, at tað er ringt at siga, hvør partur av Hvítu sonuni er meira áhugaverdur, tann føroyski ella tann bretski. Men hann vil heldur siga, at alt basengið í hesum økinum er áhugavert tvs. bæði føroyskt og bretskt øki.

Hann útilokar ikki møguleikanum fyri, at eitt nú elefantar tvs. risastórar oljukeldur kunnu liggjar tvørtur um markið. -Hetta er ein møguleiki, men eg kann einki siga við vissu um hetta, tí tær kanningarnar vit hava gjørt, eru gjørdar áðrenn markið varð ásett, og vit hava ikki hugt eftir kanningunum aftur fyri at vita, hvat nú er á føroyskum og hvat er á enskum øki.

PGS hevur brúkt nærum 200 mill. kr. til seimiskar kanningar í økinum og hava teir kannað eitt øki uppá einar 3000 til 4000 ferkilometrar.


Í tøkum tíma

Hjá PGS rokna teir við, at komandi útbjóðing fer at vísa, um fleiri feløg fara at vísa Føroyaøkinum ans. Diz Mackewan heldur, at tað nú er í evstu løtu, at útbjóðing fer fram, tí mong feløg hava nú bíðað í so mong ár. -Var útbjóðingin ikki komin nú, so rokni eg við, at kanska fleiri feløg høvdu tikið seg aftur.

Hann sigur, at eru føroyingar hugaðir fyri tí, so er teirra deild, sum umsitur flótandi framleiðsluskipini sera áhugað í at taka upp ein dialog við føroyskar myndugleikar um, hvat bíðst í framtíðini.

Hesin oddamaðurin í PGS heldur, at nettupp slík skip sum Petrojarl Foinaven kunnu vera ein loysn fyri framtíðar oljufelt á føroyskum øki og er tað eingin loyna, at PGS er hugað fyri at lata slíkar loysnir til teir, ið arbeiða í føroyskum øki eisini.