skerdum síðutali. Hetta er orsakað av, at umbygging fer fram á P/F Prentmiðstøðini, sum felags prentsmiðjan hjá Sosialinum og Dimmalætting. Blaðið í dag, sum átti at verið 36 síður, kann bara prentast [...] gera arbeiðið á Prentmiðstøðini, og sigur stjórin, Eyðun Húsgarð, at um alt gongur sum ætlað, verður prentsmiðjan klár aftur mánadagin. Tað var í fjør summar, at prentsmiðjan hjá Dimmalætting og Sosialinum [...] hjá Dimmalætting. Endamálið við samanleggingini var júst at fáa eina betri og effektivari prentsmiðju, og tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd. Prentmaskinurnar hjá Sosialinum og hjá Dimmalætting verða
hevði Sjálvstýrisflokkurin bert fingið eitt umboð inn á ting. Hetta sýnir nýggja veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Útv arpið og Dimmalætting. Kanningin varð almannakunngjørd seinnapartin fríggjadagin [...] flokkurin 3,7 prosent aftur í veljarakanningini. Til valið í 1998 fekk Sjálvstýrisflokkurin tvey umboð inn á ting. Veljarakanningarnar seinastu tíðina hava ikki verið góðar fyri Sjálvstýrisflokkin. Í kanningini
Sambært veljarakanningini hevur samgongan eisini mist meirilutan á tingi. Fólkaflokkurin fær eitt vánaligt úrslit og missir tvey umboð á tingi, meðan Sjálvstýrisflokkurin missir annað av sínum tveimum umboðum [...] hjá landsstýrinum. Hetta sýnir nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Útvarpið og Dimmalætting. Kanningin varð almannakunngjørd fríggjadagin. Sambært veljarakanningini, taka einans 36,9 prosent [...] prosent av Føroya fóki undir við fullveldisleisti landsstýrisins. 50,6 prosent ætla sær at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni í mai. Síðani eru tað 12,5 prosent, sum enn ikki hava tikið støðu, men hóast øll hesi
n í viðtalu við varaløgmann í Dimmalætting. Serliga týðuligt var hetta at hoyra á Annfinni, Høgna og Helenu í útvarpinum fríggjakvøldið, at nú var ein nýggj pláta løgd á úti í Tinganesi: Nærum við somu [...] ætlan. Í fleiri dagar gingu tey vælhýrd og brettu sær á, í tingsalinum sást tú onkran teirra í upplyftari løtu hevja knýttan neva, og lagið mundi vera sum á Tórbirni, tá hann hevði sína miklu sjón og mælti: [...] kolldømir fullveldisætlanina, eisini í hesum nýggja líki. Vit tingfólkini í Javnaðarflokkinum sótu saman á fundi fríggjadagin, tá vit frættu úrslitið av veljarakanningini. Eitt vit spurdu okkum var, hvussu
i og at vera bindilið millum føroyskar fiskimenn. Webfish ætlar at fáa brúkararnar við í arbeiðnum á heimasíðuni. Møguleikin skal vera at lata fiskimonnum góð ráð og royndir. Eisini verður spurnarkassi
desember, er á http://home.wxs.nl/~lide/ps/ps_mapoj.htm - Trýst við músini á tað landið ella heimspartin, tú vilt hava yvirlit yvir (g=gestir, t=nætur). Á internetinum kemst eisini inn á ymiskar aðrar [...] mentan, søgu, uppaling, kvinnurørslu, ungdómslív, tónleik. - Far inn á http://www.esperanto.se/virtuala/ og trýst t.d. á KUNE og síðan á Hazarda ttt-ejo (svarar teldan »sorry«, so bakka og royn aftur Hazarda [...] millumtjóða brævaskifti (eisini um teldupost), í bløðum og tíðarritum, og harafturat á ymiskum esperantostevnum eins og á (fjakkara)ferð burtur í onnur lond. Í grein í kinverskum esperantotíðarriti El Popola
ini 8. februar eru vorðin eitt samgongumál. Kropp á kroppi koma teir nú fram og siga seg sita inni við sannleikanum, hóast ongin teirra hevur verið á fundi, men tí sannleikin nú er politiskt definaraður [...] var farið fram á fundinum. Ein fulltrúi í landsstýrinum skuldi nú gera av, hvat sagt var í uttanlandsnevndini, meðan okkara egni skrivari meira ella minni var skúgvaður til viks. Tað sást á øllum brøgdum [...] Fyrst var tað Jógvan við Keldu, sum segði seg vera sannførdan um, at hann visti, hvat var farið fram á fundinum, hóast hvørki hann ella nakar annar fólkafloksmaður í nevndini var til staðar. Tað var so tað
vinklast og sigast á ymsan hátt. Í nógvum útgávum og á nógvar ymsar mátar.? ? Tað, sum vit kenna til í dag verður ofta yvirhálað av teknikki í morgin. Til dømis við internetinum. Sært tú tíðindi á internetinum [...] til at lurta og eygleiða, hvussu arbeitt verður á hesum staðnum, Útvarpi Føroya. Eg seti nógvar spurningar, men eg havi ikki svarini. Tey skulu fólkini á hesum staðnum sjálvi finna. Men tað, at eg eri til [...] tíðindafólki? ?Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava tey fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast í størri høpi, skulu tey skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar?, heldur
Kai Vágfjall Fyri stuttum stóð ein grein í Dimmalætting, sum Zacharias Bech hevði skrivað undir heitinum ?Samgongan siglt fýra ferðir á sker?. Fyrst má eg sanna, at eg ongantíð havi tikið mær stundir at [...] okkum við at taka alla okkara lániskuld á seg. Sjálvandi tað. Vit vóru niðurundirkomnir av skuld og okursrentum frá donskum lánihávum, sum høvdu gjørt sær dælt her á landi. Nú hendi tað stuttliga, at tá tað [...] vita. Vit minnast bankamálið og markna-trætuna við bretar. Báðar træturnar misti ella mundi hann mist á gólvið. Zacharias heldur, at gamla dangan Agnes Louise er nógv betur enn núverðandi landstýrisskúta
tílíka viging. Í seinastu kanningini fyri Útvarpi Føroya og Dimmalætting vórðu svarini upp á spurningin, hvat ið veljarin ætlaði at atkvøða á ætlaðu fólkaatkvøðuni, vigað. Og tað verða tey eisini í teimum [...] upp á 2,7 % (við 95 % signifikansniveau), tá tað ræður um ja ella nei á ætlaðu fólkaatkvøðuni. Ella sagt við øðrum orðum: 42,3 % +/- 2,7 % siga ja, 57,7 % +/- 2,7 % siga nei ( - tá er talt upp sum á eini [...] í apríl 2000, aftan á at danski forsætisráðharrin hevði boðað frá, at vildu føroyingar hava fullveldi, so varð tað við 4 ára skiftistíð. (Hetta var onnur kanningin í eini røð upp á fýra, sum var avtalað