Fyri Fynd, Jógvan Mørkøre
Í orðaskiftinum um fráboðaðu fólkaatkvøðuna eru meiningakanningar vorðnar eitt evni í sjálvum sær. Hvussu tær verða gjørdar, hvør, ið ger tær ? og hví tær verða gjørdar.
Í fyrsta umfari varð eitt orðaskifti um tey tøl, sum komu fram á alnótini, har fólk sjálvi kundu gera vart við síni sjónarmið við at klikkja við teldumúsini.
Síðani hava veljarakanningarnar, sum samtakið Fynd ger í samstarvi við fjølmiðlarnar, staðið fyri skotum frá Hesuferð.
Kritikkurin, sum er komin frá Hesuferð, kann samanfatast í tveimum:
1. Veljarakanningar hava gjørt, at áramálið 15 ár fekk ov stóran týdning í orðaskiftinum um ta fyrru fullveldisætlanina hjá landsstýrinum.
2. ?Fjølmiðlarnir, sum bíleggja veljarakanningar, hava ikki áhuga í regluliga at fylgja hvussu veljararnar hugsa um ávísar spurningar. Skiftandi spurningar gera tað rættuliga ringt at fylgja eini gongd og kanningarnar vera so at siga altíð gjørdar, tá danska stjórnin hevur spælt út.? (Orðarætt frá heimasíðuni hjá Hesuferð.)
Í hvørgum førinum hevur Hesuferð ella umboð tess greitt nærri frá, hvørjum hetta verður bygt á.
Í staðin hevur Hesuferð valt at venda sær til Fynd fyri at taka upp allan spurningin um meiningakanningar: ?Hvat er tað, tær royna at siga okkum, og hvussu eftirfarandi eru tær.
Hetta er ein spurningur, sum er ringur at hava við at gera hjá teimum, sum ikki hava beinleiðis atgongd til tilfarið undir kanningum. Ongar frágreiðingar hava verið alment um, hvussu hesar kanningar hava verið gjørdar. Vit fara at loyva okkum at seta Fynd nakrar spurningar, so tað verður greiðari hjá øllum, hvussu vit kunnu nýta kanningarnar.?
Spurningarnir, Hesuferð biður Fynd svara, eru:
?1. Hevur Fynd eina mannagongd, sum rættar fyri teimum frávikum, »bias«, sum eru í sambandi við meiningakanningar, serliga tær um telefonina? Víst verður til tilfar úr øðrum londum um munin millum spurnarblaðskanningar og telefonkanningar, trupulleikan um øll ikki svara og annað mangt.
2. Nýtir Fynd »kontrolspurningar« fyri at eftirkanna, um fólk hava skilt spurningarnar rætt?
3. Hevur Fynd eina útrokning av óvissuni við kanningunum (»konfidensinterval«)?
4. Metir Fynd um spurningarnar og møguleikarnar fyri at fáa álitandi svar, sum lýsa eina gongd, ella er tað ?kundin? (almennu fjølmiðlarnir og tey stóru bløðini), sum einsamallur avger, hvussu spurningarnir skulu vera??
Fyrst nøkur orð um Fynd. Fynd hevur virkað undir hesum navni í gott 10 ár sum eitt samtak millum lærarar við miðnámsskúlarnar og Fróðskaparsetrið. Flestu teirra samfelagsfrøðingar av útbúgving, men onkrir hagfrøðingar hava eisini verið við. Fynd nevnir seg við vilja eitt samtak, tí talan er hvørki um felag ella virki, men ein ringur av starvsfeløgum, sum samstarva um at fáa gjørt umfatandi spurnarblaðskanningar við jøvnum millumbilum, ið kunnu lýsa støðutakanirnar hjá veljarunum í sambandi við løgtingsvalini. Harumframt hevur Fynd í samstarvi við fjølmiðlarnar staðið fyri flestu forsagnakanningunum upp undir løgtingsval og fólkatingsval seinastu árini.
Samstarvið er tó eldri enn 10 ár. Fyrstu ferð samfelagsfrøðingar í Føroyum samstarvaðu til tess at skipa fyri umfatandi veljarakanning var í sambandi við løgtingsvalið í 1984. Tað hevur síðani verið mest sum fastur táttur at gera stórar spurnablaðskanningar í sambandi við løgtingsvalini. Vanliga við at næmingar bera út stórt tal av spurnarbløðum í døgunum aftan á valið. Aðrar spurnarblaðskanningar hava verið gjørdar í samstarvi við granskarar uttanlands og saman við føroysk lesandi, ið hava arbeitt við serritgerð.
Tær nógvu kanningarnar hava tó verið telefonkanningar seinastu árini. Veljarakanningar fyrst og fremst, men eisini slíkt sum hyggjarakanningar fyri SvF. Serliga tættar hava tær verið upp undir fólkatingsvalið og løgtingsvalið í 1998. Og síðani løgtingsvalið hava fleiri verið gjørdar í sambandi við politisku leikirnar um fullveldisætlanirnar hjá landsstýrinum. Í mun til spurnarblaðskanningarnar eru telefonkanningarnar øðrvísi við tað, at vanliga krevja tær ikki meira enn ein ella tveir lærarar við einum flokki, sum gera eina telefonkanning fyri ein fjølmiðil. Talið av spurningum er avmarkað, og spurnarhátturin er somuleiðis lagaður eftir, at samskiftið fer fram um telefonina. Virðið í úrslitunum kann heldur ikki á nakran hátt samanberast við virðið í teimum stóru spurnarblaðskanningunum. Fyri samfelagsfrøðina er tað meira avmarkað. Tað er fyrst og fremst ein standandi áhugi hjá fjølmiðlunum at lodda dýpið í aktuellum politiskum málum og spáa um komandi val - ella fólkaatkvøður ? sum ger, at veljarakanningar verða gjørdar bæði tíðliga og seint. At politikarar so eisini eru farnir at brúka hesar kanningar at ýta seg eftir, síggja vit serliga týðiliga í sambandi við leikirnar um fullveldisætlanirnar hjá landsstýrinum, har leiðandi politikarar bein-leiðis vísa til veljarakanningarnar, tá teir grundgeva fyri politisku kósina - ella broyttu kósina. Tað er eitt nýggjari rák í føroyskum politikki, men eitt rák, sum ikki slepst undan við teirri tøkni, vit hava í dag. Í hesum liggur samstundis ein møguleiki hjá teimum, ið kanningarnar gera, fyri at ávirka politisku gongdina. Tað hevur so heldur ikki skortað upp á skuldsetingar um, at virksemið hjá Fynd ávirkar politisku gongdina, ella at samfelagsfrøðingar innan samtakið royna at hava ávirkan.
At Fynd kortini hevur sæð tað sum sína uppgávu at samstarva við fjølmiðlarnar um hesar kanningar hevur sína grund í, at allir partar kunnu hava gagn av tí. Fjølmiðlarnir fáa gjørt kanningina á forsvarligan hátt fyri lítlan pening. Undirvísari og næmingar kunnu hava frálæru í háttalagi og samfelagsligum evni og samstundis gera eina kanning, sum hevur almennan áhuga. Alt um eina leið. Næmingarnir fáa eitt oyra til uttanlandsferð í sama viðfangi. Samfelagsfrøðin fær dátutilfar og kann skipa kanningarnar, so samanberiligt tilfar fæst til vega, har einki annars hevði verið.
Hvussu tað annars verður gjørt, kann verða lýst við at svara spurningunum frá Hesuferð:
1. Telefonkanningarnar verða gjørdar við at eitt úrval av vanligum húsarhaldstelefonum verður gjørt. Annaðhvørt út frá trektum endatølum ella við at talt verður niður í spaltunum í telefonbókini út frá trektum tølum. Fartelefonir og telefonir hjá stovnum, virkjum og feløgum verða ikki við. Úrvalið er vanliga einastaðni omanfyri 1000, so eini 600-800 svar fáast inn. (Seinasta kanningin var tó munandi størri; 1339 svar fingust til høldar í tí umfarinum.) Spurt verður eftir tí, ið hevur havt føðingardag seinast teirra millum, sum eru heima, tá ið samband fæst. Bólkurin, ið svarar, verður kortini ongantíð umboðandi, serstakliga tí at teir yngstu veljararnir sjáldan eru heima, tá ið ringt verður. Tað kann tí verða neyðugt at viga tølini í kanningini, so undirumboðaðir bólkar viga tyngri, áðrenn úrslit verða almannakunngjørd. Samstarvið millum fjølmiðil og samfelagsfrøðing í tí einstøku kanningini er vanliga soleiðis háttað, at samfelagsfrøðingurin skipar fyri og ger kanningina saman við sínum næmingum, og letur fjølmiðlinum úrslitini sum rá úrslit. Summi úrslit eru altíð vigað, áðrenn tey verða borin fjølmiðlinum. T.d. val av flokki, hevði val verið. Men tað er ein meting í mun til óvissuna annars, hvørt tað hevur týdning at gera tílíka viging. Í seinastu kanningini fyri Útvarpi Føroya og Dimmalætting vórðu svarini upp á spurningin, hvat ið veljarin ætlaði at atkvøða á ætlaðu fólkaatkvøðuni, vigað. Og tað verða tey eisini í teimum komandi kanningunum.
2. ?Kontrolspurningar? verða ikki brúktir í telefonkanningum. Roynt verður at brúka spurningar, sum hava verið brúktir fyrr og sum hava roynst væl. Helst eisini í spurnarblaðskanningum. Uppskot til spurnarbløð verða annars javnan roynd upp á minni bólkar undir fyrireikingini av eini kanning til tess at tryggja, at spurningarnir verða skilt rætt. Annars verða nýggir spurningar umrøddir um e-postin millum Fynd-felagar og fjølmiðil, áðrenn teir verða brúktir. Ein afturvendandi trupulleiki seinnu árini, har spurningarnir brúka orð frá politiska orðaskiftinum um fullveldisætlanirnar, er, at nýggj orð sum fullveldi og skiftistíð troðka onnur burtur ? og summi orð hava ymiskan týdning fyri ymiskar partar, t.d. sjálvstýri. Tað hevur tó borið til at komið uttan um henda trupulleika við at spyrja beinleiðis til ta ætlan, veljarin hevur við síni atkvøðu á eini ætlaðari fólkaatkvøðu, ella við at spyrja, hvønn part, hann ella hon styðjar ? soleiðis sum landið liggur, tá ið spurt verður.
3. Óvissuútrokningar fáast uttan nakað hóvasták við tí forriti, sum verður brúkt í Fynd. Tær stýra, hvørji úrslit verða borin víðari til almannakunngeringar, og í hvørjum líki, tey verða løgd fram. Tað ber ikki til at tosa um EINA útrokning av óvissuni við kanningunum. Heldur er talan um fleiri. Í seinastu kanningini tosa vit um eina óvissu upp á 2,7 % (við 95 % signifikansniveau), tá tað ræður um ja ella nei á ætlaðu fólkaatkvøðuni. Ella sagt við øðrum orðum: 42,3 % +/- 2,7 % siga ja, 57,7 % +/- 2,7 % siga nei ( - tá er talt upp sum á eini fólkaatkvøðu). Tá talan er um val av flokki, liggur óvissutalið um 2 % fyri teir stóru flokkarnar og 1 % fyri teir smáu.
4. Fjølmiðlarnir hava lítið og einki við orðing av spurningum at gera. Vaniga hendir tað, tá ið ein fjølmiðil biður um eina kanning, at innleitt verður við einum práti um áhugaverd evni, síðani verður farið víðari innan fyri Fynd-ringin fyri at finna ein samfelagsfrøðing við einum flokk, sum kann taka uppgávuna upp á seg. Annaðhvørt ger so hesin uppskot til spurnarblað í samstarvi við næmingar, starvsfelagar og fjølmiðil. Ella ger tann, ið samskipar kanningarnar og tekur sær av samskiftinum við fjølmiðlarnar tað í samráð við starvsfelagar og fjølmiðil. Tað er ongantíð komið fyri, at nakar fjølmiðil hevur orðað ein spurning. Tað er heldur ongantíð komið fyri, at nakar fjølmiðil hevur kunna ásett, nær spurt hevur verið, t.d. beint aftan á, at danska stjórnin hevur ?spælt út?, soleiðis sum Hesuferð rør uppundir. Fjølmiðilin kann koma við einum ynski, men nær spurt hevur verið, hevur altíð verið lagað eftir, nær tað hevur borið til hjá næmingunum at ringt. Sum oftast er tað avtalað í góðari tíð, so tað er rættuliga tilvildarligt, hvat ið júst tá sleppur at ávirka veljararnar, ið verða spurdir.
Loksins kann verða skoytt uppí, at spurningurin um skiftistíð verður fyrstu ferð settur í apríl 2000, aftan á at danski forsætisráðharrin hevði boðað frá, at vildu føroyingar hava fullveldi, so varð tað við 4 ára skiftistíð. (Hetta var onnur kanningin í eini røð upp á fýra, sum var avtalað við føroyskar fjølmiðlar ? fyrsta kanningin bygdi upp á uppleggið hjá landsstýrinum til sáttmálasamráðingarnar, sum tað hevði lagt fyri uttanlandsnevndina í februar 2000.)
Spurningurin ljóðaði: Taka tygum undir við, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, um tillagingartíðin verður 4 ár? Tey, ið svaraðu nei ella veit ikki, vórðu síðani spurd: Eru tygum sinnað fyri hesum, um tíðin verður longd? Tey, ið svaraðu játtandi til seinna spurningin, vórðu síðani biðin um at seta áramál á.
Í juni varð hesin spurningur tikin upp aftur.
Í november verður ikki tosað um nakra skiftistíð annað enn, at ein spurningur umrøður ætlan landsstýrisins um eina fólkaatkvøðu: ?Landsstýrið ætlar á fólkaatkvøðu í apríl komandi ár at lata Føroya fólk siga sína hugsan um eina fullveldisætlan, har føroyingar taka ábyrgdina av øllum málsøkjum, minka heildarveitingina burtur og at enda seta føroyska grundlóg í gildi? Hvussu vænta tygum at tygum vilja atkvøða??
- So tað er framvegis rættuliga gátuført, hvat ið Hesuferð sipar til, tá ið sagt verður, at ?illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning.? Áramálið fimtan hevur ongantíð verið nevnt í teimum kanningum, sum hava verið gjørdar, áðrenn Hesuferð kom við sínum kritikki.
Hesuferð sigur víðari, ?at mátin spurt varð um ymiskar skiftistíðir eftir okkara tykki, gjørdi tað rætti-liga ringt at svara. Hvat liggur til grund fyri metingini av skiftistíðini? Hevði ein annar spurnarháttur givið heilt onnur úrslit?? - Til tað er at siga, at
? tað er ilt at síggja, at tað kundi verið spurt meiri einfalt um skiftistíðina,
? tað liggur eingin meting frá nøkrum samfelagsfrøðingi við tilknýti til Fynd til grund fyri, at spurt varð um 4 ár, men bert tann veruleiki, at hetta var tað, danski forsætisráðharrin tvíhelt um undir samráðingunum um ein sáttmála ? tí var tað relevant at vita eftir, hvørja støðu veljarin hevði til ein sáttmála við hesum áramálinum,
? ein annar spurnarháttur kundi møguliga givið heilt onnur úrslit - tú fært svar, sum tú spyrt - men hvørt tað hevði tað verið ein meiri eftirfarandi kanning, er ein heilt annar spurningur.










