Eigur sannleikin ongan góðan?

Eg segði herfyri, at politikkur var komin í sannleikan. Og so er. Tí nú er veruliga líkt til, at tíðindini frá minniliga fundinum í uttanlandsnevndini 8. februar eru vorðin eitt samgongumál. Kropp á kroppi koma teir nú fram og siga seg sita inni við sannleikanum, hóast ongin teirra hevur verið á fundi, men tí sannleikin nú er politiskt definaraður av nýggjum og viðtikin til at vera tann, sum hóskar teimum ráðandi best.

 

Jóannes Eidesgaard



Eg segði herfyri, at politikkur var komin í sannleikan. Og so er. Tí nú er veruliga líkt til, at tíðindini frá minniliga fundinum í uttanlandsnevndini 8. februar eru vorðin eitt samgongumál. Kropp á kroppi koma teir nú fram og siga seg sita inni við sannleikanum, hóast ongin teirra hevur verið á fundi, men tí sannleikin nú er politiskt definaraður av nýggjum og viðtikin til at vera tann, sum hóskar teimum ráðandi best.


Fyrst var tað Jógvan við Keldu, sum segði seg vera sannførdan um, at hann visti, hvat var farið fram á fundinum, hóast hvørki hann ella nakar annar fólkafloksmaður í nevndini var til staðar. Tað var so tað. Hann er jú politikkari og vildi gjarna hava málið at venda ávísan veg. Tá fundarfrágreiðingin hjá Krisitnu Samuelsen, skrivara í uttanlandsnevndini, ikki var beinleiðis tann, sum tænti endamálinum, so var eitt at gera, og tað var at fáa at vita frá landsstýrinum, hvat teir hildu var farið fram á fundinum. Ein fulltrúi í landsstýrinum skuldi nú gera av, hvat sagt var í uttanlandsnevndini, meðan okkara egni skrivari meira ella minni var skúgvaður til viks. Tað sást á øllum brøgdum, at tað var sera umráðandi at fáa frágreiðingin frá Sigmundi Isfeldt sum fellandi prógv.

Kristina Samuelsen, skrivari, nevnir mítt navn einaferð í síni frágreiðing. Hon sigur, at Jóannes Eidesgaard spurdi um upplýsingarnar, nevndin gav, vóru í trúnaði. Síðan verður mítt navn als ikki nevnt.

Hin frágreiðingin, skrivað av Sigmundi Isfeldt, nevnir teir, sum hava orðið ein fyri ein, og hvat sagt varð. Men so knappliga sigur frágreiðingin, at Heðin Mortensen og Jóannes Eidesgaard báðir hava orðið í senn og siga tað sama. Fyri tann, sum kennir til fundarfrágreiðingar, sær hetta brotið, har Heðin Mortensen og eg tosa í kór, rættiliga løgið út. Og her fær Sigmundur Isfeldt tað at ljóða, at Heðin Mortensen og eg skulu hava sagt í ein munn, at løgmaður skal fara beinleiðis til Nato í Brüssel. Uppaftur meira løgið er tað, at hetta er eitt brot, sum Kristina Samuelsen ikki nevnir við einum orði, og tað kann tykjast løgið, at hon, sum tann royndi fundarskrivarin hon er, ikki skal hava fingið tað við.

Eg má viðganga, at tað harmaði meg almikið, at Sigmundur Isfeldt hevði skrivað hetta, tí eg veit, at hann ikki hevur hoyrt meg siga slíkt. Hvørki einsamallan ella í duett við Heðin Mortensen. Møguliga hevur trýstið á fulltrúan verið sera stórt, tá hann gjørdi fundarfrásøgnina lidna, um hann hevur vitað, at henda skuldi verða fellandi prógvið. Men hann átti at staðið ímóti?

Hvussu nógvar niðurstøður samgongan ger í hesum máli, so hevur undirritaði ongantíð sagt, at løgmaður skuldi fara uttan um donsku stjórnina beinleiðis til Nato. Hetta fekk eg staðfest sama kvøld frá Heðin Mortensen, Jákup Sverra Kass, Anfinn Kallsberg og Kristinu Samuelsen. Og tað, sum eg framførdi í sjónvarpinum var ikki annað, nevniliga at tilráðingin til løgmans var ikki at fara uttan um donsku stjórnina beinleiðis til Nato, meðan Hergeir Nielsen hevði sagt beint tað øvugta. Samtykt varð, júst so sum Kristina Samuelsen endurgevur fundin, at fara bæði til stjórnina og til Nato. Men her frá til at siga, at mín tiltráðing var at fara uttan um stjórnina og beinleiðis til Nato, er bara ikki rætt.

Eg kenni til hasa politisku royndina hjá Hergeiri Nielsen at fáa meg stemplaðan sum lygnara, men tað kann eg lova Hergeiri Nielsen við fylgi, at tað skal aldrin eydnast honum. Sannleikin broytir ikki skap, um tit so framhaldandi samtykkja nakað annað. Ikki hava vit gloymt samskiftið á sinni við lim í Suðuroyar Oljuvinnuráð, og Hergeir Nielsen átti sum fáur at hava lært nakað av hasum við at leggja øðrum orð ? ella rættari skrivaða ? orðið í munnin. Men tað hevði sjálvandi verið eitt kvetti fyri Tjóðveldisflokkin at fingið meg, sum Auken á sinni, stemplaðan sum lygnara. Men hesa ferð fáa tit ikki eydnuna við tykkum uttan mun til, hvussu nógvir tit verða.

So kunnu skotbjálvarnir hjá Hergeiri Nielsen og samgonguni annars siga tað, teimum lystir. Og júst brotið, sum Hergeir Nielsen endurgevur í Dimmalætting frá sendingini í SVF sama kvøld, er sannleikin. Tíðindamaðurin spyr, um tað ikki var grett við einum orði at fara beinleiðis til Nato, og svar mítt var: ?Yvirhøvur ikki?. Og beinleiðis til Nato merkir at fara uttan um donsku stjórina og bróta við alla siðvenju og galdandi lóg, tí uttanlandsmál er ikki yvirtikið mál. Kann ein løgtingsnevnd forrestin heita á løgmann um at bróta heimastýrislógina og allar vanligar mannagongdir?

Sjúrður Skaale, Ronnie Thomasen og Jógvan við Keldu kunnu so siga politisku versiónina av sannleikanum, so gali, sum teimum lystir. Tað ger hvørki sannleikan størri ella lygnina minni.

Annars veit borgarin fullvæl, hvat bæði Heðin Mortensen og eg standa fyri í hesum spurningi um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Hann man hugsa sítt.

Hetta verður vónandi mítt seinasta orð í hesi sak, sum er um eina løgtingsnevnd, sum ikki veit, hvat fram er farið, og har sannleikans vitnir eru teir, sum ikki vóru á fundi. Lítið álititisskapandi í hesum tíðum.

Málið um hví eg kom inn í sjónvarpsstovuna hetta minniliga kvøld, fari eg ikki at gera viðmerkingar til, annað enn at eg var biðin at koma. Restina fara aðrir at taka sær av.