Aftur í dag kunnu lesarar okkara síggja, at blaðið kemur út við skerdum síðutali. Hetta er orsakað av, at umbygging fer fram á P/F Prentmiðstøðini, sum felags prentsmiðjan hjá Sosialinum og Dimmalætting.
Blaðið í dag, sum átti at verið 36 síður, kann bara prentast í 32 síðum. Hetta hevur ført við sær, at Hygg&Hoyr er skert við tveimum síðum, sum verða prentaðar í mikudagsblaðnum í staðin.
Leygardagsblaðið, sum átti at verið prentað í 40 síðum, verður eisini bert 32 síður. Hetta hevur millum annað við sær, at Nøvn Nú og Lýsingartorgið ikki verða við í blaðnum, eins og at annað tilfar verður skert.
Montørur er komin úr USA at gera arbeiðið á Prentmiðstøðini, og sigur stjórin, Eyðun Húsgarð, at um alt gongur sum ætlað, verður prentsmiðjan klár aftur mánadagin.
Tað var í fjør summar, at prentsmiðjan hjá Dimmalætting og Sosialinum vórðu lagdar saman í eitt felagn, nevnt Prentmiðstøðin, sum heldur til í leigaðum hølum hjá Dimmalætting.
Endamálið við samanleggingini var júst at fáa eina betri og effektivari prentsmiðju, og tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd. Prentmaskinurnar hjá Sosialinum og hjá Dimmalætting verða í hesum døgum bókstaviliga sagt skrúvaðar saman, og í næstum verða enn fleiri útbyggingar gjørdar, sum fara at geva møguleikar til enn fleiri litsíður og fyri øktum síðutali.
Vit biðja lesarar og lýsarar halda okkum til góðar.










