teir ringu tapararnir hótta nú veljararnar

Eftir ta klokkukláru veljarakanningina:

Nýggja veljarakanningin er ein lemjandi ósigur fyri fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. 58% søgdu nei - 16% fleiri enn tey, íð søgdu ja!. Alt bendir á at hetta úrslitið kom fullkomiliga óvart á fullveldissamgonguna og hennara viðhaldsfólk.


 

Republikkin horvin úr eygsjón

Serliga tjóðveldisfólkini høvdu annars verið vís í, at við hesi nýggju dupultfólkaatkvøðuætlanini fóru tey endiliga at fáa uppreisn eftir 3 eyðmýkjandi ár í leiklutinum sum atkvøðuneyt fyri Fólkaflokkin. Vit sóu klappikórið við tíðindafundin í Tinganesi, tá landsstýrið borðreiddi við síni nýggju ætlan. Í fleiri dagar gingu tey vælhýrd og brettu sær á, í tingsalinum sást tú onkran teirra í upplyftari løtu hevja knýttan neva, og lagið mundi vera sum á Tórbirni, tá hann hevði sína miklu sjón og mælti: »Republikkin er í eygsjón«.

Men so kom henda veljarakanningin og knústi dreymarnar. Hetta er ein av teim størstu kanningunum, tá hugsað verður um hvussu nógv verða spurd. Og úrslitið er so klokkuklárt: fólkið kolldømir fullveldisætlanina, eisini í hesum nýggja líki.

Vit tingfólkini í Javnaðarflokkinum sótu saman á fundi fríggjadagin, tá vit frættu úrslitið av veljarakanningini. Eitt vit spurdu okkum var, hvussu landsstýrið og har serliga tann orðasnildi varaløgmaður nú fór at tosa seg burturúr hesum skelkandi tapi. Sjálvandi fór hann fyrst at geva Nyrupi tí Ræðuliga alla skylduna. Men tann plátan er so slitin, at hon fór ikki at muna í hesi vanlukkustøðu, so okkurt nýtt og meira munagott vápn mundu teir fara at finna uppá í allari neyðini úti í Tinganesi.

Nýggj pláta eftir Høgna, Anfinn og Helenu

Jú, so var, og tað sást longu sama seinnapartin í viðtalu við varaløgmann í Dimmalætting. Serliga týðuligt var hetta at hoyra á Annfinni, Høgna og Helenu í útvarpinum fríggjakvøldið, at nú var ein nýggj pláta løgd á úti í Tinganesi: Nærum við somu orðum komu tey nú hvør eftir annan við hesum, at tað fór at verða ein katastrofa um føroyingar atkvøddu nei tann 26. mai, tí so var hetta tað sama sum at vit avsøgdu okkum sjálvi sum tjóð eins og øll rættindi til sjálvstýri og tjóðskaparligt frælsi, og tað fyri alla tíð og ævigheit.

Henda hóttanin var nýggjheitin úr Tinganesi eftir veljarakanningina, sum spáar teimum ein knúsandi ósigur við ætlaðu fólkaatkvøðuna 26. mai. Uppfinnarin av hesi hóttanini, sum hini herma eftir sum vant, er sjálvandi varaløgmaður. Hann sigur tað soleiðis við Dimmalætting leygardagin:

»Siga fólk nei til hesa ætlan, so liggur ræði fyri at gera eina loysn, sum bindur okkum fast í danska ríkið og letur okkara sjálvsavgerðarrætt frá okkum einaferð med alla. So hava føroyingar ongi rættindi og eru als ikki til longur sum eitt fólk, ið kann ráða sær sjálvum.«

Hóttanin er fupp og svindil !

Hetta eru so ráðini: táið teir ikki við positivum grundgevingum kunna fáa veljararnar at siga ja, skulu veljararnir hóttast frá at siga nei. Men henda hóttanin er tað bera fupp og svindil ! Tað er bæði politiskt og løgfrøðiligt fupp og svindil, at tað statsrættarliga ella fólkarættarliga broytir nakað sum helst við rættindi og støðu okkara sum fólk og tjóð, um ein ógreið politisk »ætlan« verður feld á eini fólkaatkvøðu. Tað er fólkavilleiðing, demagogi, at vilja billa fólki inn, at siga vit nei t. 26. mai, er avleiðingin at vit »lata okkara sjálvsavgerðarrætt frá okkum einaferð med alla«. Tað er demagogi, fólkavilleiðing, at royna at billa fólki inn, at siga vit nei t. 26. mai, »so hava føroyingar ongi rættindi og eru als ikki til longur sum eitt fólk, ið kann ráða sær sjálvum.«

Um varaløgmaður gjørdi rætt, so átti hann, aftaná at hava summað seg aftaná veljaralúsingin, at komi við eini ógviliga góðari forkláring um, at hann meinti nakað annað enn tað hann segði.

Hvat hendir aftaná Nei í Mai ?

Nú eru nógv, sum eru farin at ivast, um nøkur fólkaatkvøða verður 26. mai. Summir flokkar eru illa kroystir og hveppa seg við útlitini. Men verður hon kortini, og verður úrslitið nei, sum alt nú bendir á, so hendir onki annað enn at hetta landsstýrið noyðist at leggja frá sær og útskrivar nýval. Tá detta samstundis allar tær »ætlaninar« burtur, sum hetta landsstýrið hevði men ikki setti í verk.

Hetta verður tann einasta beinleiðis avleiðingin ? og tað er ongin vanlukka ? tvørturímóti.

Men so í øðrum lagi verður vinningurin, at nýggir politiskir møguleikar fara at lata seg upp. Endurreisingin av vælferðarsamfelag okkara - heilsuverkið, almannaverkið, undirvísingarverkið, samferðslan, viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum - verður loyst úr fullveldisnaggatódnini. Arbeiðið fyri føroyskum sjálvstýri heldur sjálvandi ikki uppat, tvørturímóti verða nú møguleikar at umskipa tað so, at tað veruliga verður bygt á ta breiðu politisku semjuna, sum hetta landsstýrið aldrin royndi og aldrin evnaði at fáa í lag. Tað verður ein av grundunum til at fólkið fer at taka undir við tí, men eisini tí at ístaðin fyri eitt hasarderað studentikost eksperiment, verður sjálvstýri ein stigvís samfelagslig og tjóðskaparlig menning, í eini politiskari gongd, sum fólk kunnu kenna seg tryggan við.

Eftir Nei í Mai verður sjálvstýrisgongdin loyst úr hesi stirnaðu fullveldisnaggatódnini. Mótvegis teirri høpisleysu hóttanini hjá varaløgmanni verða tí størri møguleikar at fáa í lag eina nýggja sjálvstýrisskipan, sum karmur um menningina av tjóðskaparligum sjálvbjargni og sjálvræði fyri Føroyar, í tí ríkisfelagsskapi, vit ídag eru ein partur av. Tað er tað, sum tann stóri meirilutin av fólkinum sambært veljarakanningini peikar á.