Sjálvstýrisflokkurin missir eitt umboð

Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Dimmalætting og Útvarpinum, sum varð almannakunngjørd í dag, missir Sjálvstýrisflokkurin annað av umboðum sínum á tingi


 

Varð val í morgin, hevði Sjálvstýrisflokkurin bert fingið eitt umboð inn á ting.

Hetta sýnir nýggja veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Útv arpið og Dimmalætting. Kanningin varð almannakunngjørd seinnapartin fríggjadagin.

Sjálvstýrisflokkurin fær í veljarakanningini einans 4 prosent av samlaða atkvøðutalinum, og tískil bert eitt tingfólk.

Til valið í 1998 fekk Sjálvstýrisflokkurin 7,7 prosent av samlaða atkvøðutalinum. Sostatt gongur flokkurin 3,7 prosent aftur í veljarakanningini. Til valið í 1998 fekk Sjálvstýrisflokkurin tvey umboð inn á ting.

Veljarakanningarnar seinastu tíðina hava ikki verið góðar fyri Sjálvstýrisflokkin. Í kanningini í juni 2000 fekk Sjálvstýrisflokkurin 4,2 prosent av samlaða atkvøðutalinum, í november 2000 var talið 5,4 og í desember 2000 var talið 3,8.

1339 fólk hava verið við í nýggjastu veljarakanningini.