nógv á: -Vit vóru nøgdir við 1. hálvleik, men tað var ikki nóg gott eftir steðgin, og tað mugu vit arbeiða við. Eisini tá ið vit sunnudagin fáa vitjan av Skála, sigur hjálparvenjarin hjá B36 Jákup á Borg [...] Borg, og hann leggur aftrat: -Ímóti Skála í dag eiga vit at vinna á heimavølli. Vit eiga at halda fokus, mynda møguleikarnar og so vóna vit, at tað eydnast at skora mál ímóti væl skipaðu Skála verjuni. Hjá [...] er miðvallarstríðsmaðurin Klæmint Martras burturstaddur næstu vikurnar. Benjamin Heinesen, sum av og á hevur verið skiftur inn, hevur brotið óstbeinið. Eftir at tað hevur eydnast skálamonnum at tetta verjuna
list í Norðoyggjum. Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras hava áður fingið virðislønina, og í ár varð virðislønin handað í samband við Norðurljós. Heiðurin kom óvart á hann, tí hóast hann hevur [...] barnaárum av ynskja vit at vera hoyrd og sædd. Hvør einasta tekning og lítið krutl á pappírinum skal fáa nøkur rósandi orð á vegnum frá mammu og babba. Tað, sum vit halda okkum duga, og tað, sum vit royna [...] var leygarkvøldið, tá Klaksvíkar kommuna handaði Steintóri Rasmussen Listavirðisløn Nólsoyar Páls á tiltaki í Atlantis í Klaksvík. Listavirðisløn Nólsoyar Páls er virðisløn, ið verður latin einum ella
Tað segði Johan Beder, fyrrverandi koyrilærari, á info í gjárkvøldið. Les eisini: Tað skal verða loyvt at koyra skjótari í Føroyum Men á Ferðslutrygd og á Landsverki er tey alt annað enn samd við honum [...] honum. Landsverk hevur í ársfrágreiðing greiðað møguleikan o g kom til hesar niðurstøður: – Verður avgerð tikin um at seta hámarksferðina upp um 80 km/t, mugu vegirnir lagast til broytingina. Gamaní eru føroysku [...] vegirnir góðir, men sum er, eru flestir vegir ikki gjørdir til, at vit kunnu koyra skjótari enn 80 km/t á teimum. Trupulleikin er, at sjálvur vegabygnaðurin – tað er geometriin, bugar og hall – er ikki gjørdur
lítla meining. Nú hevur ferðslan á Hvítanesvegnum staðið at kalla still í út við ein tíma. So staðfestast kann, at hvørki løgregla ella foreldrini hjá næmingunum í 3. g í Hoydølum hava fingið bilbugt við [...] bæði eftir Hvítanesvegnum og Eystara Ringvegi, so hóast løgreglan er á staðnum, so eru tað næmingarnir í Hoydølum sum hava valdið á bæði yvirvøld og morgunferðslu. [...] Tað sigur Herleif Hammer, rektari í Hoydølum, sum er sera harmur um, at næmingarnir kunnu finna upp á slíkt sum at órógva ferðsluna. – Næmingar hava fingið at vita, at toleransan fyri fráveru er sera lág
Á stóru móttøkuni á 50 ára degnum hjá Lions Club Tórshavn leygardagin, handaði fyrsti Lions-klubburin í Føroyum øðrum gávur fyri tilsamans 305.000 krónur Leygardagin hátíðarhelt Lions Club Tórshavn, at [...] Talan var um tilsamans 13 gávur fyri eina samlaða upphædd upp á 305.000 krónur. Tórshavnar Musikkskúli, Havnar Hornorkestur og harmoniorkestrið G.H.M. fingu 35.000 krónur í part, Skótalið Sigmunds Brestissonar [...] gum arbeiði, og tí hildu vit, at einki var náttúrligari enn tað, at vit lótu gávur, har tørvur var á tí, nú hetta var okkara rundi dagur, sigur Gunnar Streymoy, forseti í Lions Club Tórshavn. Í sambandi
Hondbóltur StÍF mátti á heimavølli leggja rygg tilsítt fyrsta tap, tá VÍF vitjaði sunnudagin. Eftir at hava vunnið tryggan sigur á Kyndli og H71 kom StÍF nevnliga so ruddiliga niður á jørðina sunnudagin. [...] hálvleiki var enntá lagt upp til veruligt sorl, men seinastu tíggju minuttirnar varð fóturin sleptur nakað á speetaranum, soleiðis at StÍF hóast alt fekk pyntað nakað um úrslitið. Fyrstu umførini hevur annars [...] eru partur av føroyska hondbóltsoddinum, og tí er longu nú lagt upp til ein spennandi hondbóltsvetur á manssíðuni. Fakta um dystin StÍF-VÍF 22-29 (8-14) 10 min: 0-6 20 min: 3-10 40 min: 8-19 50 min: 12-23
undir aðru viðgerð av løgtingsfíggjarlógini legði Framsókn broytingaruppskot fram, har tey tóku hesi tingfólk upp á orðið – og skutu upp, at tinglønin lækkar fimm prosent. Men nú vóru tað [...] Jógvan Skorheim, tingmaður floksins, vísti nettup á hetta, tá vit spurdu hann í desember, so sjálvandi var hann fyri hesum. Men tá trýstast skuldi á knøttin hóskvøldið hugsaðu Jógvan Skorheim og hini [...] num hjá Framsókn um at lækka lønirnar júst somu fimm prosent. Meira kann lesast um hetta málið á síðu 6 og 7 í blaðnum í dag. Men vert er at hava í huga, at Sjálvstýrisflokkurin hevði júst
fastur táttur í sjálvum hjartanum á høvuðsstaðnum. -Hetta er einki minni enn ein miniólavsøka og eisini ein upphiting til sjálva tjóðarhátíðina. Latið nú tey ungu hugna sær á G!, so kunnu vit tilkomnu hava [...] og vóru hundraðtals fólk savnað rundan um Skinnaraskerð, tá teir 10 grindabátarnir komu rógvandi inn á vágna sum ein onnur sponsk armada. Heðin Mortensen beyð teimum vælkomnum og helt eina røðu, sum sømdi [...] til bryggjudans. Latið verður upp kl. 21 og dansur og hugnaliga samveran heldur fram til klokkan fýra á morgni. Kartni Olsen, formaður í Bátafelagnum sigur við Portalin, at hetta er 9. árið teir skipa fyri
talan um sensatión. Har var rumenska Cluj-Napoca á vitjan, og teir tóku øll á bóli við einum 2-1 sigri. Alt byrjaði annars væl hjá Roma, tá Panucci legði teir á odda eftir góðum korteri, men rumenska liðið [...] League bólkaspælið. Í gjárkvøldið fingu teir eisini sítt fyrsta stig í kappingini. Famagusta spældi á útivølli móti týska Werder Bremen, og enn einaferð framdi cypriotisku meistararnir eitt bragd. Hesa [...] hesum, soleiðis at Roma sum ikki eina ferð mátti ásanna, at liðið ikki leverar vøruna, tá mest stendur á. Úrslitini í teimum fyrstu átta dystunum í ársins útgávu av Champions League, vóru annars hesi: Bólkur
r verða í oktober og november. Føroyingar fáa tí høvi at fáa ein ”forsmakk” upp á, hvat Sebastian fer at borðreiða við á konsertini í Norðurlandahúsinum. Góð skoðsmál Í sambandi við várkonsertferðina hevur [...] Århus Festuge, har hann bjóðar fólki á konsert við føroyskum sangkrivarunum i Danmark, nevnliga Eivør, Høgni Lisberg og Maria Guttesen. Uppliv Sebastian og Hanus G. Johannesen, Aldubáruna, Benjamin Petersen [...] Sebastian hevur í mong á glett danskarar í øllum aldri. Hann hevur síðan 1971 skrivað tónleik til m.a. filmar, sjónvarpsrøðir og sangleikir. Harumframt er Sebastian eisini ein framúr góður frásøgu maður