Í vikuskiftinum var stóra mentanartiltakið Norðurljós hildið í Klaksvík fyri fyrstu ferð. Hæddarpunktið hetta vikuskiftið var leygarkvøldið, tá Klaksvíkar kommuna handaði Steintóri Rasmussen Listavirðisløn Nólsoyar Páls á tiltaki í Atlantis í Klaksvík.
Listavirðisløn Nólsoyar Páls er virðisløn, ið verður latin einum ella fleiri persónum, sum eru virknir og hava framt dygdargóð avrik innan list í Norðoyggjum. Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras hava áður fingið virðislønina, og í ár varð virðislønin handað í samband við Norðurljós.
Heiðurin kom óvart á hann, tí hóast hann hevur hugsað, at hann møguliga fór at fáa virðislønina, so eru fleiri onnur listafólk, ið eisini gera eitt stórt arbeiði, greiðir hann frá.
–Menniskjan er ein følin skapningur. Frá allar fyrstu barnaárum av ynskja vit at vera hoyrd og sædd. Hvør einasta tekning og lítið krutl á pappírinum skal fáa nøkur rósandi orð á vegnum frá mammu og babba. Tað, sum vit halda okkum duga, og tað, sum vit royna at skapa, skulu onnur síggja og helst góðtaka. Hetta kenna vit frá skúlanum. Tað ræður um at gerast partur av felagsskapinum. At okkara strev gevur meining. At tað kanska enntá kemur til heiður og æru, sigur Steintór Rasmussen í takkarrøðu síni.
–Eg eri stoltur at búgva á hesum staði, har Nólsoyar Páll fyri meiri enn tvey hundrað árum síðani, setti síni sjónligu spor. Betri enn gott vín er viðurkenningin í sínum egna heimstaði, sigur Steintór Rasmussen.
Les meir um Norðurljós og Listavirðisløn Nólsoyar Páls í Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring landið