Hondbóltur
StÍF mátti á heimavølli leggja rygg tilsítt fyrsta tap, tá VÍF vitjaði sunnudagin.
Eftir at hava vunnið tryggan sigur á Kyndli og H71 kom StÍF nevnliga so ruddiliga niður á jørðina sunnudagin.
VÍF byrjaði sum eitt óløgið, og eitt heilt korter skuldi ganga, áðrenn strandingar høvdu skotið sítt fyrsta mál. Tá høvdu gestirnir longu funnið meskarnar seks ferðir,tann munurin gjørdi, at talan ongan tíð gjørdist um nakran spennandi dyst.
Restina av dystinum helt VÍF nevnliga rimmarfast um leiðsluna. Fyrstu longu løtuna av seinna hálvleiki var enntá lagt upp til veruligt sorl, men seinastu tíggju minuttirnar varð fóturin sleptur nakað á speetaranum, soleiðis at StÍF hóast alt fekk pyntað nakað um úrslitið.
Fyrstu umførini hevur annars sæð út til, at StÍF við útlendsku stórskjúttunum hevur verið í nakað nær námind serflokki, men tann fatanin varð so ruddiliga broytt hesaferð. Vestmenningar prógvaðu, at teir so sanniliga eisini eru partur av føroyska hondbóltsoddinum, og tí er longu nú lagt upp til ein spennandi hondbóltsvetur á manssíðuni.
Fakta um dystin
StÍF-VÍF 22-29 (8-14)
10 min: 0-6
20 min: 3-10
40 min: 8-19
50 min: 12-23
Málskjúttar
StÍF: Gabriel Stanciu 6, Mortan Hansen 6(2), Cristian Preda 5, Jógvan Berg 4, Borgar Danielsen 1
VÍF: Sámal Joensen 7(2), Bjarti Hansen 6, Regin Joensen 5, Agnar Joensen 5, Áki G. Olsen 3, Joen Pauli Høgnesen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Magnus Muller 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 2
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg