Ì dag gjørdu ikki færri enn 10 grindabátar úr Vági innrás í Havn, bert fáar tímar undan at Bryggjudansur letur upp í Vágsbotni. Heðin Mortensen, borgarstjóri beyð vælkomin. Hetta hendi í allarbesta sólskynsveðri og vóru hundraðtals fólk savnað rundan um Skinnaraskerð, tá teir 10 grindabátarnir komu rógvandi inn á vágna sum ein onnur sponsk armada. Heðin Mortensen beyð teimum vælkomnum og helt eina røðu, sum sømdi seg einum borgarstjóra í einum høvuðsstaði, har sjógvurin hevur havt so nógv at siga. Eftir vælkomstrøðuna vórðu gestirnir bodnir niðan í Reinsaríiið til ein bita og hugna.
Hetta er so bert byrjanin til tað stóra tiltakið í Vágsbotni í kvøld, tá Tórshavnar Bátafelag bjóðar til bryggjudans. Latið verður upp kl. 21 og dansur og hugnaliga samveran heldur fram til klokkan fýra á morgni. Kartni Olsen, formaður í Bátafelagnum sigur við Portalin, at hetta er 9. árið teir skipa fyri hesum tiltakinum, og teir eru bæði ernir og fegnir um at hava lagt lunnar undir ta menning og tað lívliga virksemi, sum í dag er vorðin ein fastur táttur í sjálvum hjartanum á høvuðsstaðnum. -Hetta er einki minni enn ein miniólavsøka og eisini ein upphiting til sjálva tjóðarhátíðina. Latið nú tey ungu hugna sær á G!, so kunnu vit tilkomnu hava tað gott her í Vágsbotni, sigur ein fryntligur og smílandi formaður í Bátafelagnum. -Øll eru vælkomin á Bryggjudans í kvøld og nátt og her er alt gott at fáa, ikki minst okkara sermerktu bátabúffar sigur Øssur Hjalt, sum eisini hevur halgað stóran part av lívi sínum til frama fyri bátafólkið.