Gott er... vit fingu flatskatt

Tingfólk halda kortini ikki, at tey skulu fimm prosent nið­ur í løn...

Tað var 16. desember í fjør – altso fyri einum góðum mán­aði síðani – at vit spurdu ting­fólk, um tey vildu ganga sum fyri­myndir og lækka sína egnu løn eitt nú fimm pro­sent.

Og tað vildu tey fegin. Ein stórur og greiður meir­i­luti segði, at hes­um høvdu tey einki ímóti. Tí sjálv­andi skuldu tey ganga sum fyr­i­myndir.

Og síðsta hósdag fingu tey høv­ið, tí undir aðru viðgerð av løg­tings­fíggj­ar­lóg­ini legði Fram­sókn broyt­in­g­ar­up­p­skot fram, har tey tóku hesi ting­fólk upp á orðið – og skutu upp, at ting­løn­in lækk­ar fimm prosent.

Men nú vóru tað níggju tingfólk, sum ikki stóðu við tað, sum tey høvdu sagt við Sosialin – at tey vildu lækka løn­ina fimm prosent. Tey atkvøddu tí ímóti upp­­skot­i­num hjá Fram­sókn um at lækka løn­ir­nar júst somu fimm prosent.

Meira kann lesast um hetta málið á síðu 6 og 7 í blað­num í dag. Men vert er at hava í huga, at Sjálv­stýr­­is­­flokk­ur­in hevði júst sama upp­­skot frammi fyri góð­um ári síðani – og Jógvan Skor­heim, ting­mað­ur floksins, vísti nett­up á hetta, tá vit spurdu hann í desember, so sjálv­andi var hann fyri hes­um.
Men tá trýstast skuldi á knøttin hóskvøldið hugsaðu Jógvan Skorheim og hini níggju kanska meira um flatskattin, áðrenn tey trýst­u á nei-knøtt­in...