Síðsta sunnudag koppaði tað toppliðnum B36 til fyrimunar, tá ið NSÍ vitjaði í Gundadali. B36 vann 1-0, men tað stóð nógv á:
-Vit vóru nøgdir við 1. hálvleik, men tað var ikki nóg gott eftir steðgin, og tað mugu vit arbeiða við. Eisini tá ið vit sunnudagin fáa vitjan av Skála, sigur hjálparvenjarin hjá B36 Jákup á Borg, og hann leggur aftrat:
-Ímóti Skála í dag eiga vit at vinna á heimavølli. Vit eiga at halda fokus, mynda møguleikarnar og so vóna vit, at tað eydnast at skora mál ímóti væl skipaðu Skála verjuni.
Hjá B36 er miðvallarstríðsmaðurin Klæmint Martras burturstaddur næstu vikurnar. Benjamin Heinesen, sum av og á hevur verið skiftur inn, hevur brotið óstbeinið.
Eftir at tað hevur eydnast skálamonnum at tetta verjuna og at skipa spælið av nýggjum, og eftir at tað er eydnast at lyfta liðið burtur av aftasta plássinum, so eru teir á Skála illa raktir av skaðum. Tað nívir dygt, tá ið fleiri av lyklaspælarunum í lítla hópinum ikki luttaka í venjingunum, og tá ið tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla.
Stinni vongverjin Jákup Jacobsen hevur brotið óstbeinið og verður ikki við aftur í ár. Tað er ivasamt, um Pauli G. Hansen og Teitur R. Joensen vera førir fyri at spæla í dag. Teir eru báðir skaðadarvaðir.
Ímóti HB var um reppið, at tað eydnaðist Skála at vinna stig, og tað sást í hvussu so er ikki í 2. hálvleiki, at talan var um topp ímóti botni.