Tað kostar 6 milliónir krónur fyri hvønn kilometur at laga vegir til, so hámarksferðin kann fara upp um 80 km um tíman
– Vegirnir soleiðis gjørdir til, at tað ber væl til at koyra 90 kilometrar um tíman.
Tað segði Johan Beder, fyrrverandi koyrilærari, á info í gjárkvøldið.
Les eisini: Tað skal verða loyvt at koyra skjótari í Føroyum
Men á Ferðslutrygd og á Landsverki er tey alt annað enn samd við honum. Landsverk hevur í ársfrágreiðing greiðað møguleikan og kom til hesar niðurstøður:
– Verður avgerð tikin um at seta hámarksferðina upp um 80 km/t, mugu vegirnir lagast til broytingina. Gamaní eru føroysku vegirnir góðir, men sum er, eru flestir vegir ikki gjørdir til, at vit kunnu koyra skjótari enn 80 km/t á teimum. Trupulleikin er, at sjálvur vegabygnaðurin – tað er geometriin, bugar og hall – er ikki gjørdur til tað.
Eitt tilmæli er, at um ferðin skal verða oman fyri 80 km/t, skal vegastokkur (autoverja) verða settur millum akbreytirnar. Breytirnar mugu við øðrum orðum skiljast sundir, so at tað ikki ber til at yvirhála.
At breiðka ein veg, so pláss verður fyri eini autoverju í miðjuni, kostar umleið 5 milliónir krónur fyri hvønn km. Harafturat kemur autoverjan, sum kostar 1 millión fyri hvønn km. Sostatt hevði tað kostað til samans uml 150 milliónir kr, um vit t.d. skuldu lagað seks útvald vegastrekki til eina hámarksferð á 90 km/t. Tað hevði verið kostnaðurin fyri at breiðka vegin og seta upp autoverju.