siónini at siga. Lagt verður aftrat, at Wilson Aviles er bygdur í 2008. Skipið er 88 metrar langt og 12,5 metrar breitt. Sjey mans eru við, og teir eru úr Ukreina og Filipsoyggjum. - Hetta er óivað fyrstu [...] Í vikuni hevur handilsskipið Wilson Aviles verið á Toftum við salti. Skipið, sum er skrásett á Malta, er komið til Føroya við 3300 tonsum av salti úr Ibiza. - Stívliga helvtin skal leggjast upp til M. [...] fyrstu ferð, at skipið er í Føroyum, hóast onkur av manningini hevur verið her áður við salti við øðrum skipi hjá reiðarínum, sum eigur skipið. Úr Føroyum fer Wilson Aviles til Noregs eftir gróti til Danmarkar
Sveitti og hugni zumba-fitness er ein øðrvísi dansur, men tann einstaki luttakarin nýtist hvørki at vera góður dansari ella fitness-serfrøðingur fyri at vera við. Tað umráðandi er, at luttakararnir hava tað stuttligt [...] sum møttu upp á Hotel Øravík hetta, kvøldið var 18 ára gamla Ninni Holm úr Hvalba. Ninni hevur altíð dámað væl at røra seg og at íðka. Í síni tíð spældi hon hondbólt, men er nú givin við hesi ítróttargreinini [...] greiðir hon frá. Umframt hetta dámar henni væl at hyggja eftir morgunsendingunum hjá TV SHOP á donsku sjónvarpsrásini TV3. Her hava tey eisini mangan víst, hvat zumba-fitness er. - Hetta sá ógvuliga cool út
vestara part. Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag. Tað er norska fyritøkan, Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðnum at gera Føroya fyrstu sonevndu ”sherpa-trappu”. - Hetta er eitt vælkent fyribrygdi [...] stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands. - Avtala er gjørd við teir fimm hagarnar, ið eiga í Hvannhaga, vestara parti, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag. Um hesa leinkju sæst sending hjá
Føroyum. Men Petur Jacob er í arbeiði sínum komin fram á fleiri gomul skjøl, ið prógva, at her er um annað mál at røða. Alt hetta fær lesarin nágreiniliga at vita, tá ið hann fer at lesa um tað nýggja jarðarbýtið [...] høvdu hug at flenna eftir hesi konu, altíð við bróstunum frammi, tá helt Anna Sofía fyri: ?Nei, einki er at flenna at, alt er Harrans verk.? So sterk kann trúgvin vera - í klæðum ella uttan. Hetta er religiøsitetur [...] gongur á 96. ári. Hetta samlaða verkið (higartil) hjá Petur Jacob er uttan iva tann størsta og besta bygdarsøga, sum nakrantíð er skrivað í Føroyum. Uttan at taka nakað frá nøkrum. Tí hetta er eitt vísindaligt
betri hjá teimum at koyra buss, sigur Jógvan Dahl, ið leggur dent á, at føroyingum bilar einki, her er nógmikið at tilfeingi, talentum. Jógvan metir, at tað er av stórum týdningi, at fólk og lærarar, trívast [...] eisini at greiða frá, at við at spæla til dans, so bundu teir seg til at lata eina vøru frá byrjan til enda, peningur kravdist og hetta var arbeiði, og hesum fingu teir í sátt og semju viðhald í at enda [...] tó um menningina, ið er farin fram innan tónleikin í Føroyum. Og hann nevnir, at ein sær munin sera væl, tá ein hevur verið burtur, og síðani kemur aftur. - Tað hevur nógv at siga, at ein førir ein politikk
Rættlesarin hevur gjørt vart við, at soleiðis er ikki. Hann sigur í viðmerking við Sosialin, at einki er broytt av tí orðalagi, høvundurin hevur skrivað. Høvundurin, sum var hálvur suðringur, hevur, hóast [...] tiknar úr suðuroyarmáli. Nevnt varð, at har eiðisfók siga »bæði«, varð skrivað »báði«, sum er suðuroyarvending. Men soleiðis hevur høvundurin skrivað tað, og tað er brúkt soleiðis í bókini, sigur rættlesarin [...] rættlesarin í viðmerking. Vit umbera hetta mistak okkara.
royndi at seta meg inn í støðuna, og læs nógvar greinar og lesarabrøv, ið vórðu skrivað tá. Eg royndi at seta meg inn í grundgevingarnar fyri og móti. Hetta er eitt kjak, ið enn er frammi, og tí er eisini [...] helt, at átrúnaður var áhugavert. Bæði at læra um okkara egna átrúnað, men eisini at læra um aðrar átrúnaðir, millum annað buddismu og hinduismu, sigur nýggi vestmannaprestur. Hon leggur tó dent á, at andaliga [...] áhugin fyri at gerast prestur, sigur Maria Summers við Skipá. Hon var tvær ferðir í starvsvenjing, báðu ferðirnar hjá Ann Dahl Hansen í Havnar kirkju. – Tá slapp eg at royna, hvussu tað er at vera prestur
Reykjavík, sigur Eiður Guðnason, at tað heldur hann seg frá at gera viðmerkingar til. - Hetta er eitt mál, sum vit íslendingar ikki eiga at blanda okkum uppí, men tvørturímóti er ein spurningur, ið føroyingar [...] umboðaði Ísland í. - Enn er nakað tíðliga at siga, hvat kann koma burtur úr nýggja samstarvinum, men eg síggi tað sum mína fremstu uppgávu at dyrka og styrkja góða og gamla vinskapin, sum er ímillum londin bæði [...] i og at fáa loyst praktiskar spurningar viðvíkjandi Fútastovu og síðst, men ikki minst at leita sær og konuni, Eygló Helgu Haraldsdóttir, eftir egnaðum húsum at búgva í. Eiður Guðnason heldur, at møguleikarnir
Vón er í hangandi snøri, plaga vit at siga, og soleingi, sum málið ikki er slept, vóna vit, at tað verður loyst, soleiðis at vit sleppa aftur í Irmingarhavið at fiska av tí, ið eftir er. Annars er at siga [...] sigur, at kvotan er uppi, veit Anfinn ikki rættiliga at siga okkum, men hann hevur fingið at vita frá myndugleikunum, at málið um hesi seinastu 500 tonsini er ikki slept. Reiðarin vísir á, at fyribils [...] um skuldu 500 tons verið eftir at fiska. - Men vit noyðast fyribils at ásanna, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum til at fara í Irmingarhavið at royna, men at hetta var til onga nyttu, sigur hann.
skiftið. Báðir siga leikararnir í øllum førum, at teimum hevur dámt sera væl tíðina í B36, men at teir í løtuni ikki hava stundir at røkja venjingarskyldurnar í B36. - Sjálvur eri eg byrjaður at lesa HD, og [...] og tá eru snøgt sagt ikki stundir til at vera tøkur ávísa klokkutíð fimm til seks ferðir um vikuna. Eg skal ikki siga, at venjingin er lættari hjá EB/Streymi, men eg havi fingið eitt sindur leysari teymar [...] barndómsfelagið. Og spurdur beinleiðis um hetta, sigur hann eisini, at tað so avgjørt hevur havt sína ávirkan. - Tað sigur seg sjálvt. Nú er tað sjálvandi nakað síðani, at eg seinast spældi við teimum, men sjálvandi