- Í løtuni vitja fýra menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini oman í Hvannhaga, vestara part.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Tað er norska fyritøkan, Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðnum at gera Føroya fyrstu sonevndu ”sherpa-trappu”.
- Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har Sherpa-fólk úr Himalaya-fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt fleiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.
Tvøroyrar kommuna og Visit Suðuroy eru stigtakarar og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.
- Avtala er gjørd við teir fimm hagarnar, ið eiga í Hvannhaga, vestara parti, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Um hesa leinkju sæst sending hjá norska kringvarpinum, NRK - https://tv.nrk.no/serie/ut-i-naturen/2016/DKMR30001013/avspiller