Fótbóltur
Eins og flest onnur feløg, so ætla tey í EB/Streymi at gera sítt til, at úrtøkan í komandi kappingarárið skal betrast nakað í mun til í fjør.
Tað hevur verið frammi fyrr, at Marek Wierzbicki eftir eina fortíð í fleiri føroyskum feløgunum nú skal taka eitt tørn saman við manninum, sum av fyrstan tíð fekk hann til føroyskan fótbólt, og nú er greitt, at EB/Streymur eisini fær tilgongd av tveimum øðrum leikarum. Egil á Bø (fyrr Zachariasen) og Magni á Lakjuni hava báðir tveir verið partur av B36-hópinum seinnu árini, men komandi árið verður tað í EB/Streymi, at teir fara at spæla.
Ov lítið av tíð
Og í báðum førum tykist tað vera krøvini, sum vera sett einum felagi, sum vil gera seg galdandi í oddinum, sum tykjast vera beinleiðis orsøkin til skiftið. Báðir siga leikararnir í øllum førum, at teimum hevur dámt sera væl tíðina í B36, men at teir í løtuni ikki hava stundir at røkja venjingarskyldurnar í B36.
- Sjálvur eri eg byrjaður at lesa HD, og tá eru snøgt sagt ikki stundir til at vera tøkur ávísa klokkutíð fimm til seks ferðir um vikuna. Eg skal ikki siga, at venjingin er lættari hjá EB/Streymi, men eg havi fingið eitt sindur leysari teymar, enn eg annars vildi havt, og tí havi eg gjørt av at skifta, sigur Egil, og Magni á Lakjuni gevur eisini á leið somu orsøkir til sítt skifti.
Hartil er tað eisini galdandi fyri Egil á Bø, at hann við hesum vendir aftur til barndómsfelagið. Og spurdur beinleiðis um hetta, sigur hann eisini, at tað so avgjørt hevur havt sína ávirkan.
- Tað sigur seg sjálvt. Nú er tað sjálvandi nakað síðani, at eg seinast spældi við teimum, men sjálvandi hevur tankin nortið við meg av og á. At skula venda aftur til barndómsfelagið.
Sterkur hópur
Og nógv bendir á, at tað verður eitt hampuliga væl mannað lið, sum EB/Streymur fer at hava komandi árið. Umframt Teir báðar nýtilkomnu telir hópurin eisini sum nevnt Marek Wierzbicki, og so er tað eisini so, at fleiri leikarar, sum áður hava verið burtur frá felagnum seinnu árini aftur hava funnið røtur sínar aftur. Her verður hugsað um leikarar sum Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen og Inga Hansen. Alt í alt ein sera spennandi blanding, sum saman við restini av hópinum fara at taka kappingina upp við hini liðini í deildini, og uttan iva er vónin, at teir hesa ferð koma at skapa enn meira órógv í ovaru røðunum, enn teir hava gjørt tey bæði seinnu árini.