Úr Eiðis søgu

Í bókaummæli, sum var í blaðnum ðí gjár, varð líkasum lagt upp til, at tað var rættlesarin, sum í ávísum hevði brúkt suðuroyarmál í tekstinum í bókini Úr Eiðis søgu

Rættlesarin hevur gjørt vart við, at soleiðis er ikki. Hann sigur í viðmerking við Sosialin, at einki er broytt av tí orðalagi, høvundurin hevur skrivað.
Høvundurin, sum var hálvur suðringur, hevur, hóast hann var uppvaksin og altíð búði á Eiði, brúkt orðingar í skriftmáli sínum, sum beinleiðis eru tiknar úr suðuroyarmáli.
Nevnt varð, at har eiðisfók siga »bæði«, varð skrivað »báði«, sum er suðuroyarvending. Men soleiðis hevur høvundurin skrivað tað, og tað er brúkt soleiðis í bókini, sigur rættlesarin í viðmerking.
Vit umbera hetta mistak okkara.