lata vit teir við egnum orðum siga, hvat teir hava fingið burturúr: Fyrsti dagur: Vit byrjaðu við morgunsangi, og so fóru 1. - 4. fl. inn í Stórustovu, og vit í 5.-7. fl. fóru inn í Miðstovu. Vit fingu [...] fóru vit at sparka fótbólt, síðan ringdi tað inn. So skuldu vit gera nakrar uppgávur. Eg veit, at henda evnisvikan verður ógvuliga spennandi. Annar dagur: Vit arbeiddu við uppgávum um, hvat vit skulu [...] Tórshavnar Sløkkiliði á skúlan. Vit sóu alla ta nógvu útgerð, sum í honum er, til dømis ta 90 m longu brandslanguna, ið øll, sum vildu, sluppu at royna. Har var nógv trýst á. Og vit sóu amboðini, teir klippa
Alivinnan er komin heimaftur, var feita yvirskriftin. Men tað var tá vælsignað, mundu fleiri okkara hugsa-vit syndalesarar, sum stundum vera tikin í gleiðbeint at bíta á yvirskriftir. Tær eru jú til tað sama. [...] Men fyri okkum, sum plaga at halda okkum til barnakrossorðini í teirri vissu trúgv, at tað klára vit, kann vera trupult at skilja, at til dømis avgerðarrættur og meiriluti ikki longur hevur okkurt við [...] etc. Men onkuntíð má man reisa seg aftur, og vísa á ein vilja so ella so. Sjálv helt eg, at flestu vildu kennast við og verja hugtakið ogn Føroya fólks. Men tað var kanska bara sum hugtak. Katrin Dahl Jakobsen
tveimum av teimum trimum skúlaheimunum, ið eru knýtt at skúlanum. ? Vit noyðast hvørt ár at siga nei við nógvar av umsøkjarunum, og tá vita vit eisini, at fleiri ikki hava tímað at søkt, tí tey so at siga kunnu [...] avbygdanæmingar hava eitt stað at búgva fyrsta árið teir ganga á skúlanum. Men tað er keðiligt at vit mugu "blaka gomlu næmingarnar út" hvørt summar, tí ofta hava teir ongastaðni at fara, sigur Jógvan [...] bíligari enn tað, ið Kristianna higartil hevur funnið. Sjálv arbeiðir hon eftir skúlatíð fyri at gjalda leiguna. Sambært tølum, ið næmingaráðsformaðurin í Hoydølum hevur funnið fram, hava 82 av teimum
søgurnar eru viðgjørdar eitt sindur, málsliga og innihaldsliga, og onkur søga, sum vit fingu, hava vit ikki brúkt. Vit valdu ungar høvundar fyri at fáa okkurt heilt nýtt, sigur Karin A. Dahl. Søgurnar eru [...] 3-7 ár. - Í nøkrum av søgunum liggur ein moralur aftanfyri og tað vildu vit hava, aðrar søgur hava ongan ávísan moral. Sjálvi halda vit, at allar søgurnar eru góðar, men best dámar okkum øllum "Lítla Knút" [...] skipað fyri fløguútgávuni ætla tá at marknaðarføra fløguna. - Vit hava eisini gjørt plakatir og faldarar til fløguna, og so ætla vit um vit fáa loyvi til tess út at selja hús í hús, sigur Ólavur Enni Elisson
stuttleikar. Vit vildu royna, hvussu tað er at arbeiða í eini svimjihøll. Hvat gera tit? Frá kl. 8-10 gera vit sum vit vilja. Vit kunnu svimja o.t. So vaska vit ymiskt í 2 tímar. Síðan hava vit pausu. Tá [...] liðug, vaska vit í 1 tíma, og so hava vit frí. Hvussu dámar tykkum her? Okkum dámar væl. Her er stuttligt at verða, og fólkini eru fitt. Høvdu tit tímað at arbeitt her? Nei, tað høvdu vit ikki. Vit hava aðrar
viðger. - í tí gamla heiminum hava vit eisini íðka hvønn morgun, men nú tá ið vit eru mitt í náttúruni, og ikki hava tørv á at fara við bili tá ið vit skulu íðka, so fara vit at gera nógv meira av hesum, sigur [...] Millum annað vildu tey hava at heimið skuldi verða eitt sindur burturfrá, og verða úti í náttúruni, men ikki alt ov avsíðis. - Tá ið Nes kommuna síðani bjóðaði okkum hetta stikkið, hildu vit tað verða so [...] so fantastiskt, at vit tóku av beinanvegin, sigur Olga, og leggur afturat, at frá húsinum er so ótrúliga gott útsýni, og um summarið er sólargangur til kl 23 á kvøldið. - Vit vita nú at tað ikki bert er
stórari virðing. Hvat heldur tú um, at útróðrarmen helst skulu noyðast at gjalda fyri at fiska? - Sum er, noyðist man at gjalda 500 krónur til landið fyri at sleppa á flot. Hetta er fyri sjálvt fiskiloyvi [...] árini 1994-1998. Maðurin hevur altíð verið høgt virdur, bæði sum fiskimaður og sum løgtingsmaður. Vit hava skift orð við virðiliga og siðiliga toftamannin, sum nú er 81 ára gamalur. Tríggir partar Jógvan [...] aftrat. Stórt vónloysi Jógvan I. Olsen upplivdi eisini truplu tíðina fyrst í nítiárunum. Tí spurdu vit hann, hvussu hendan tíðin kendist í føroyskum politikki? - Í endanum av áttatiárunum og fyrst í nítiárunum
náttúruna. Føroyska náttúran skal verða eitt Slaraffenland fyri tey fáu, meðan fæloysingarnir skulu gjalda teimum fyri at síggja okkara Guðsskaptu náttúru. Lesarabrævið er eisini fult av høpisleysum ákærum [...] flokkurin veruliga ynskir. Teirra vanvirðing fyri vanligum føroyingum er beinleiðis vandamikil. Tað hava vit sæð fleiri ferðir, og tað má steðgast ongantíð ov skjótt.
komandi ættarlið um, at eitt reint umhvørvi ikki er ein sjálvfylgja. Vit eru ein dropi í havinum, men vit liva av havinum, og tí eiga vit at ganga undan í náttúru og umhvørvisvernd og átala dálkingarvandar [...] djóralív og plantulív er tengt at, at vit duga hógv og taka atlit til føðiketuna. Plastdálkingin er nógv frammi, men bæði luft og ljóðdáling krevja eisini munagóðar loysnir. Vit eiga beinanvegin at minka um nýtslu [...] brúkarin ikki skal gjalda meirkostna fyri grønari orkuloysnir. Kommunalu spillivatnsætlanirnar mugu raðfestast hægri. Upplýsingin um skilagóða nýtslu av náttúru okkara og hvussu vit varðveita sama nát
fólkinum. Vit síggja tað nú í Miðbýnum, har kapitaláhugamál tykjast fáa sín vilja við einum p-húsi. Vit síggja tað úti í Bakka, har kapitaláhugamál tykjast fáa sín vilja við einum hotelli. Vit sóu tað við [...] røkkur viljin ikki. Tað síggja vit við Sandá nú í 2024 og á Sundi í 2017. Hví, vita vit. Meginparturin av býráðnum tykist hava eina avmarkaða tilvitan um náttúru- og umhvørvi. Vit sóu tað eisini í el-bussamálinum [...] við Fossdalsgjógv, har Yvirfriðingarnevndin tó segði NEI. Vit sóu tað eystan fyri Sundsá á Sundi í 2017. Og vit sóu tað í 2023 og í ár, tá Tórshavnar kommuna og Landsverk sníktu eitt nýtt asfaltverk upp