Næmingar, ið koma av bygd til Havnar at ganga í skúla, hava sera torført við at fáa nakað at búgva í í høvuðsstaðnum.
Skúlaheimini eru fullsett og seinnu árini er tað blivið bæði verri og dýrari at leiga kømur á privata íbúðarmarknaðinum.
Jógvan Dahl, kostinspektor á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, kennir alt ov væl til íbúðartrupulleikan hjá næmingunum á skúlanum. Hann stendur fyri tveimum av teimum trimum skúlaheimunum, ið eru knýtt at skúlanum.
? Vit noyðast hvørt ár at siga nei við nógvar av umsøkjarunum, og tá vita vit eisini, at fleiri ikki hava tímað at søkt, tí tey so at siga kunnu vera vís í, at ikki er pláss fyri teimum.
Her er talan um fólk, ið ikki skulu ferðast sjóvegis fyri at koma til Havnar. Fólk av útoyggjum hava fyrstarætt til kømurini á skúlaheimunum, tí tey hava longsta vegin til Havnar. Og tí skal ein næmingur úr Norðstreymoy vera meira enn vanliga heppin fyri at fáa pláss.
Tey trý skúlaheimini, ið eru knýtt at Føroya Studentaskúla, kunnu hýsa tilsamans 27 fólkum.
? Men tað eru í hvussu er eisini fjøruti sum søkja hvørt ár, og tað høvdu verið fleiri um kømurini vóru fleiri. Sum nú er vita tey, at tey sleppa ikki inn, hóast tey søkja, sigur Jógvan Dahl.
Út eftir einum ári
Í eini roynd at tryggja, at fólk, ið flyta til Havnar at byrja fyrsta árið á skúlanum, fáa tak yvir høvdið, er eitt av skúlaheimunum hjá Føroya Studentaskúla so at siga sett av til 1. árs næmingar.
Tað vil siga, at næmingar bert fáa kømur í eitt ár ísenn. Øll skulu søkja av nýggjum árið eftir. Tá so valt verður út millum umsøkjararnar, verða 1. árs næmingarnir tiknir framum øll onnur, og á henda hátt eru tað fá, ið sleppa at varðveita sín bústað longur enn fyrsta skúlaárið, tí nógvir 1. árs næmingar søkja hvørt ár.
? Hetta er absolut ikki besta loysnin, men hon tryggjar, at flestu avbygdanæmingar hava eitt stað at búgva fyrsta árið teir ganga á skúlanum. Men tað er keðiligt at vit mugu "blaka gomlu næmingarnar út" hvørt summar, tí ofta hava teir ongastaðni at fara, sigur Jógvan Dahl.
Gjørdist húsvill
Kristianna Poulsen úr Vestmanna er formaður í næmingaráðnum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Hon hevur tætt samband við næmingarnar á skúlanum og kennir tískil væl til íbúðartrupulleikan. Hon hevur eisini sjálv upplivað hvussu torført tað er at fáa nakað at búgva í í Havn.
Tá hon byrjaði á studentaskúlanum fyri tveimum árum síðan, fekk hon kamar á studentaskúlaheiminum við Hoydalsvegin. Men tað er á hesum skúlaheiminum, at næmingar skulu søkja um íbúð av nýggjum hvørt ár.
Og av tí at tað vóru nógvir 1. árs næmingar, ið søktu, tá Kristiana skuldi byrja í 2.g, slapp hon ikki inn aftur á skúlaheimið við Hoydalsvegin. Hini skúlaheimini vóru eisini fullsett.
? Har var ikki annað at gera enn at flyta heimaftur til Vestamanna og so koyrdi eg við bussinum hvønn morgun og hvønn seinnapart, men tað gekk ikki væl. Tað er bara næstbest ikki at búgva í sama býi, sum man gongur í skúla, og eg hevði ofta ov lítla tíð at fyrireika meg í, tá eg endiliga kom heim, greiðir Kristianna Poulsen frá.
Hon royndi at finna kamar ella íbúð á privata íbúðarmarknaðinum, men ikki bar til at fáa nakað fyri rímligan prís.
Endin var at hon flutti inn hjá einum familjulimi í Havn, har hon búi restina av skúlaárinum, alt meðan hon framvegis leitaði sær eftir íbúð.
2.500 takk
Ikki fyrr enn nú í summarferiuni, eftir at hava leitað í hálvtannað ár, eydnaðist tað endiliga at fáa eina íbúð í Havn fyri tað, ið Kristianna kallar »sámuligan prís«. Hesin prísur er 2.500, og hóast ikki nógv er eftir av lestrarstuðulinum, eftir at leigan er farin av, so er hetta bíligari enn tað, ið Kristianna higartil hevur funnið.
Sjálv arbeiðir hon eftir skúlatíð fyri at gjalda leiguna.
Sambært tølum, ið næmingaráðsformaðurin í Hoydølum hevur funnið fram, hava 82 av teimum tilsamans umleið 450 næmingunum á Studentaskúlanum í Hoydølum adressu uttan fyri Havnina.
Fleiri av hesum eru sjávsagt fólk, ið gjarna vilja búgva í heimbygd síni og koyra ímillum, men Kristianna Poulsen er ikki í iva um, at heilt nógv teirra høvdu viljað búð í Havn, um umstøðurnar vóru til tess.
? Men tað ber so at siga ikki til hjá teimum at fáa nakað at búgva í í Havn uttan at gjalda astronomiskar prísir fyri tað, sigur hon.
Mugu byggja meir
Sambært næmingaráðsformanninum er tað mestsum ógjørligt hjá teimum, ið koma úr bygdum á Streymoynni, at fáa pláss á skúlaheimunum í Havnini. Tí tey, ið koma frá útoyggjum, hava enn størri tørv á búðstaði í Havn og verða tí tikin framum umsøkjararnar av Streymoynni.
Og tá sjálvt tey av útoyggjunum ofta hava sera trupult við at fáa pláss á skúlaheimunum, sigur tað ikki so lítið um hvussu støðan er hjá streymoyingum.
Einasta vónin hjá hesum næmingum er, at fleiri skúlaheim verða bygd í næstum
? Nú hevur í longri tíð verið tosað um at byggja ein nýggjan studentaskúla í Havn. Men eg haldi at har átti man fyrst at hugsað um at tryggja næmingum møguleika at leiga sær bústað í býnum, tí fyri nógv er eitt kamar í Havn meira átrokandi enn ein nýggj skúlastova, sigur næmingaráðsformaðurin í Hoydølum, sum heldur at tað hevði verið hóskandi at tvífaldað talið á kømurum til studentaskúlanæmingarnar í Hoydølum.
? Tað hevði neyvan verið nakar trupulleiki at leigað tvífalt so nógv kømur út til næmingarnar her á skúlanum, sigur Kristianna
Færri næmingar, men størri trot
Bústaðartrupulleikin hjá næmingunum á Føroya Studentaskúla er verri nú enn hann hevur verið farnu árini. Hetta hóast næmingatalið var væl størri fyri nøkrum árum síðan. Orsøkin er eftir øllum at døma, at útboðið á privata íbúðarmarknaðinum er nógv minni nú enn í árunum eftir kreppuna, og tí er torført hjá næmingunum bæði at finna og ikki minst at gjalda fyri kømur uttan fyri skúlaheimini.
Leiðslan á Føroya Studentaskúla fer í næstum at taka málið upp, sigur Jógvan Dahl, kostinspektor á Føroya Studentaskúla.
? Eg havi sett málið um bústaðartrupulleikarnar á skránna á einum av okkara fyrstu fundum í hesum skúlaárinum, sigur hann og vónar, at skjótt farið verður undir at skaffa fleiri kømur til tey lesandi á skúlanum.
? Tað finnast dømi um, at næmingar av bygd heldur taka miðnámsútbúgving uttanlands enn í Havn við teirri grundgeving, at tað er lættari at fáa íbúð í lestrarbýunum í Danmark enn tað er í Havn. Tað sigur nakað um hvussu stórur trupulleikin er, sigur Jógvan Dahl, kostinspektor á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.