Náttúran hevur ein avgerandi týdning

- Eg haldi, at tað góða við havinum, er, at eingin kann rokna tað út. Eg lurti altíð eftir fiskifrøðingum, hvat tey siga, men eg meti, at tey hava eina so trupla uppgávu, tí óvissan er so stór. Tey vita nøkur ting, og tey kunnu gera sær nakrar metingar, men sveiggini koma altíð at vera – og tey fara altíð at gerast stór, báðar vegir. Tann, sum fyrigyklar sær, at man – við at røkja fiskastovnarnar – kann fáa eitt ávíst kilotal upp úr havinum ár um ár við somu veiði, hann fer skeivur, sigur 81 ára gamli, Jógvan I. Olsen, sum var fiskimaður í 23 ár, áðrenn hann fór upp í politikk

Jógvan Ingvard Olsen á Toftum var løgtingsmaður í 28 ár. Hann sat í landsstýrinum árini 1989-1991, og hann var løgtingsformaður árini 1994-1998. Maðurin hevur altíð verið høgt virdur, bæði sum fiskimaður og sum løgtingsmaður.
Vit hava skift orð við virðiliga og siðiliga toftamannin, sum nú er 81 ára gamalur.

Tríggir partar
Jógvan I. Olsen vísir á, at tey 28 árini, sum hann sat á løgtingi, er ein stórur partur av ævini í einum mannalívi, sum hann tekur til.
- Eg plagi viðhvørt at siga, at tað er ógvuliga skjótt at siga um ævisøguna hjá einum sjálvum. Eg vaks upp her á Toftum og fór til skips, tá eg var 17 ár. Eg var 23 ár til skips. Tá eg gavst at sigla, var eg 40 ár. Eg var síðan í løgtinginum frá tí, at eg var 40, til eg var 67 ár. Síðan havi eg verið pensjónistur.
Jógvan varð valdur í løgtingið í 1970 og fór úr tinginum aftur í 1998.
Er tað nøkur serlig avgerð, sum var trupul at taka hesi árini?
- Tað eru ofta truplar avgerðir at taka, tá tú skal taka støðu til lóggávu av ymiskum slag. Viðhvørt er tað rættiliga lætt. Tú hevur tína avgjørdu meining og veit akkurát, hvat tú skalt gera. Men so er tað viðhvørt, at mál líka sum viga báðar vegir, og tá er tað, at tað verður trupult. Tá noyðist tú at gera meiri við málið, og tú noyðist eisini at leita tær upplýsingar frá fleiri sjónarhornum, soleiðis at tú kanst gera tær eina niðurstøðu, sum tín samvitska sigur er hitt rætta.
Var hetta ein góð og spennandi tíð – ella var hetta eitt val, tú ikki hevði gjørt umaftur?
- Samanumtikið haldi eg, at hetta var ein áhugaverd tíð og ein góð tíð, og man var eisini í rímiliga góðum árum, sum Jógvan tekur til.

Kennist merkiligt
Nú hendu nógvar broytingar á fiskivinnuøkinum uppundir endan av seinasta fiskiári. Tú fekst í nógv ár við fiskivinnu, tú hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og tú eigur sjálvur bát. Hvat merkir tað fyri útrórðarmenn, at bátar nú noyðast út um hálvan til tríggjar fjórðingar úr landi fyri at reka vinnuliga línuveiði?
- Ja, eg havi eitt 8-mannafar, og eg havi eisini fingið fiskiloyvi fyri komandi ár. Báturin hevur ein 10 HK Sabb. Um eg skal fara til útróðrar við línu fyri at avreiða, rokni eg við, at eg noyðist at sigla í einar tveir tímar. Tað kennist rættiliga merkiligt. Hjá útróðrarmonnum her umleiðir er tað vorðið rættiliga nógv truplari. Tá hugsað verður um línu og hýsu, er tað oftani tann stóra hýsan, sum er inni við land tíðliga um heystið. Kanska ein hálvan til hálvan annan fjórðing úr Eystnesi. Men nú kann man ikki sleppa húkinum út, fyrr enn man er einar fýra fjórðingar úr Eystnesi.
Jógvan I. Olsen sigur, at hetta tykir honum eitt sindur undarligt.
- Nú veit eg ikki, um myndugleikarnir hava ráðført seg við eitt nú útróðrarmenn, men eg hugsi, at um áhugamálini hjá útróðrarmonnum vórðu hoyrd, hevði tað neyvan sæð akkurát soleiðis út í dag, leggur hann aftrat.

Stórt vónloysi
Jógvan I. Olsen upplivdi eisini truplu tíðina fyrst í nítiárunum. Tí spurdu vit hann, hvussu hendan tíðin kendist í føroyskum politikki?
- Í endanum av áttatiárunum og fyrst í nítiárunum hendi tað vanlukkuliga, at bæði veiða og fiskaprísir gjørdust vánaligir. Menn plaga at tosa um seyðafelli uppi á landi, men hesi árini sóu vit eisini eitt stórt felli í havinum. Eg haldi, at tað var hungur í havinum, bæði fyri fisk og fugl. Einki var at fiska og tað, sum var enn verri, var, at fiskaprísirnir eisini fóru í botn. Úrslitið gjørdist, at fiskiskapur við Føroyar beyð ikki bøtur.
Um hesa tíðina varð tú settur sum landsstýrismaður. Hvussu var tað?
- Ja, eg gjørdist landsstýrismaður í juni í 1989. Tá høvdu vit ein ráfiskagrunn, sum var tómur. Sum tíðin gekk, fóru skip og virkir av knóranum. Tað kendist ógvuliga møtumikið. 22 skip høvdu eisini fingið upphøggingarstuðul, og eingin króna var at gjalda tað við. So, tað var neyð og elendigheit í fiskiskapinum tá. Hetta var ein ógvuliga trupul tíð, og vónloysi í samfelagnum var ræðuliga stórt. Roynt varð at fáa okkurt at hóra undan, og okkurt eydnaðist, sum soleiðis yvirlivdi kreppuna – og kom seg aftur.
Jógvan I. Olsen vísir á, at tað gingu eini 4-5 ár - so kom toskurin aftur í stórum tali.
- Ja, hetta er tað besta, eg havi upplivað í mínum lívi – at, tá øll høvdu mist mótið – ja, tá brádliga var havið aftur fult av fiski. Hetta er størsta upplivilsi, sum eg havi havt av jørðiskum slag, sum Jógvan tekur til.

Eingin veit
- Eg haldi, at tað góða við havinum er, at eingin kann rokna tað út. Eg lurti altíð eftir fiskifrøðingum, hvat tey siga, men eg meti, at tey hava eina so trupla uppgávu, tí óvissan er so stór. Tey vita nøkur ting, og tey kunnu meta, men sveiggini koma altíð at vera – og tey fara altíð at gerast stór, báðar vegir. Tann, sum fyrigylkar sær, at man – við at røkja fiskiskapin – kann fáa eitt ávíst kilotal upp úr havinum ár um ár við somu veiði, hann fer skeivur.
Jógvan I. Olsen er onga løtu í iva um, at náttúran er týdningarmesti faktorurin í hesum samanspælinum.
Ert tú framvegis á floti av og á, nú tú ert vorðin 81 ára gamal?
- Nú er tað ógvuliga sjáldan, men mær dámar framvegis líka væl at vera á floti, bæði at seta línu, at fara við snørinum – og at seta sildagørn, leggur hann aftrat.

Skapanarverkið
- Gamalt orðatak sigur, at ”søtur er sjálvgivin biti...”. Eg haldi, at eitt tað mest spennandi, sum til er, er at fiska og eisini at skoða hetta skaparverk, sum Várharra hevur skapt - hvussu vakur ein fiskur er, og hvussu væl hann er skaptur. Eg má siga, at eg kryvji altíð ein fisk við stórari virðing.
Hvat heldur tú um, at útróðrarmen helst skulu noyðast at gjalda fyri at fiska?
- Sum er, noyðist man at gjalda 500 krónur til landið fyri at sleppa á flot. Hetta er fyri sjálvt fiskiloyvi. Eg veit ikki, men tað virkar eitt sindur natið, at myndugleikarnir nú ætla at leggja gjald á at fiska, sigur Jógvan I. Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgtingsformaður at enda.