Alivinnan er komin heimaftur, var feita yvirskriftin. Men tað var tá vælsignað, mundu fleiri okkara hugsa-vit syndalesarar, sum stundum vera tikin í gleiðbeint at bíta á yvirskriftir. Tær eru jú til tað sama. Yvirskriftirnar. Hvat var tað ikki vælsignað, at fáa nakað aftur, sum kanska onkursvegna er gloppið okkum av hondum, og hvar man tað so hava verið? Ein søtur biti hjá øllum og fullveldismonnum, nú okkurt legst afturat. Og tá er tað, at tú rakfødd setist at lesa at frætta okkurt gott. Endiliga! Tí tað, sum er gott er ikki ringt.
Samandráttur
Søgan 23.mai sigur okkum:
? at Vestlax er vorðin ein risi.
? at tær alistøðir, sum norska felagið Pan Fish herfyri keypti í Føroyum nú
? vera lagdar undir nýtt felag, sum fer at eita Vestlax.
? at føroyingar aftur fáa avgerðarrættin yvir hesum alibrúkum.
? at norðmenn hava keypt ein part av Vestlax, men latið avgerðarrættin yvir
? til alivinnuna í Føroyum, men at býtið er soleiðis helvt um helvt.
? at Vestlax nú eigur eina knappa helvt av føroysku alivinnuni.
Norðmenn eru fittir
Hesin lesnaður gerst alt meira kryptiskur, sum tú togast oman teigarnar. Ikki tí, greinin er væl skrivað, og blaðmaðurin hevur helst endurgivið stjóran í Vestlax rætt, sum hevur dugað væl at selja sína søgu. Men fyri okkum, sum plaga at halda okkum til barnakrossorðini í teirri vissu trúgv, at tað klára vit, kann vera trupult at skilja, at til dømis avgerðarrættur og meiriluti ikki longur hevur okkurt við prosent at gera. Atkvøðugreiðsla og avgerðarrættur í partafeløgum plagar at vera í mun til partabrøvini. So hetta er ein gáta. Helvt um helvt - gevur tað avgerðarrætt?
Eftir situr lesarin og spyr, hvussu tað ber til, at norðmenn eru so forbiði fittir? Henda Pan Fish ASA ? er hetta okkurt filantropiskt vælgerðarfelag? Ein nýggjur fullveldisstuðul, kanska, sum av berari góðsku hevur verið so vælsignað at flutt okkum nakað aftur, sum innast inni ikki tilkom teimum?
Holstýrismaðurin
Seinni frættist, at fyri at hesin handilin skal gerast lógligur sambært føroyskari lóggávu, ætlar Finnbogi Arge sær at brúka eitt hol. Soleiðis bjóðar landsstýrismaðurin, sum skal útinna lógina, seg beinleiðis fram sum mótpart hjá lóggevarum. Tað er ikki ókent, at vinnan sjálv ella tey, sum vilja hava sum mest burturúr, royna at leita upp tey hol í lógum, sum møguliga eru at finna til egnan fyrimun, men at landsstýrismaðurin sjálvur av sínum eintingum ger tað, sigur mær, hvar hann sjálvur trívist best. Ytst á eggini við vindinum í ryggin. Men tað er kanska politikkur í tí eisini.
Altjóðagering a la Finnboga Arge
Finnbogi Arge sigur við Útvarpið, at hesin handilin eisini hongur saman við teirri altjóðagering, sum er uppi í tíðini. Hann bevari okkum móti øllum ráki, skal hetta vera fyrimyndin, tað sigi eg bara. Tí í hesum føri er rímiligt at spyrja, hvør hevur keypt seg inn hvar og um sínámillum styrki.
Norska felagið, sum umfatar einar 1700-2000 partaeigarar, hevur keypt helvtina av Vestlax, sum afturfyri fær í mesta lagi eini 5% í norska felagnum, giti eg. So hetta er altjóðagering av sjáldsomum slag. Tað er vist. Sum maðurin segði - alt er relativt. Men eingin hevur hildið uppá, at tað altíð er gott í øllum lívsins viðurskiftum.
Lóg er lóg
»Alilógin« sigur, at útlendingar kunnu bert eiga ein triðing í føroyskum felag. Skal hesin handilin fáa politiskt vælsignilsi, krevst ein anarkistiskur holdningur til somu lóg, sum landsstýrismaðurin vónandi og væntandi verður einsamallur um.
Men hvussu langt er málið komið? Henda sølan av partabrøvum út av landinum, sum man vera hin størsta í føroyskari søgu? Tað er so ikki nakað man soleiðis bara ger »over night«. Manglar bara at legalisera handilin so ella so?
Norsku versjónina hava føroysku fjølmiðlarnir so ikki funnið fram. Men norska blaðið Intra Fish skrivar mikudagin 24. mai: sitat - »Ifølge Finansavisen har Pan Fish gjort et råbilligt oppkjøp på Færøyene. Pan Fish får 50 % av selskapet (Vestlax), og fordi store deler av oppgjøret gjøres med egne aksjer kjøbt til godt under 50 kroner stykket, bliver oppgjøret billig for aksjonærene i Pan Fish«. Víðari stendur: »Gjennom oppkjøpet får Pan Fish kontroll med store deler av lakseproduktionen på Færøyene«.
»Råbilligt« ljóðar í mínum oyrum, sum vóru føroyingarnir snýttir. Kanska roynir Pan Fish at hála nakað inn aftur av tí, teir sjálvir hava mist í Føroyum.
Eftir øllum at døma ber útlendingum til, við Finnbogasa vælsignilsi um altjóðagering, at koma til Føroya á útsølu, nú alivinnan er vorðin tilboðsvøra. Landsstýrismanninum man dáma hetta, eftirsum hann við uppskotinum frá landsstýrinum í 98, vildi loyva útlendingum at eiga 49%. Men tann parturin av uppskotinum kom ikki ígjøgnum. So tað ber ikki til! Hvat nú?
Hvussu hetta málið fer at venda í samgonguni, er ikki gott at vita. Hvussu Fólkaflokkurin fær sítt øgiliga økonomiska frælsi at hanga saman við tí at selja út av fænum, er ili at skilja. Ella um Tjóðveldisflokkurin fer at finna seg í, at okkara politiska frælsi skal byggja á vinnur, riknar in absentia. Fyri summi sjálvs-stýrisfólk man vera frægast, í hesum málinum, at hava tunguna mitt í munninum. Tað er skilligt.
Men hugaligt hevði verið, um onkur tónaði flagg. Tað er huldusliga stilt um hetta málið. Kanska hevur hetta so lítið uppá seg fyri samgongu, sum hesa. Kanska ikki tað frægasta hjá samgongulimum at røða um, hóast allir uttan Fólkaflokkurin atkvøddu ímóti 49 prosentunum, havandi alt tað í huga, sum hesi hava megnað at spælt okkum av við. Vaktar og bjargingarskipið, undirsjóvartunnilin etc. etc. Men onkuntíð má man reisa seg aftur, og vísa á ein vilja so ella so.
Sjálv helt eg, at flestu vildu kennast við og verja hugtakið ogn Føroya fólks. Men tað var kanska bara sum hugtak.
Katrin Dahl Jakobsen