Næmingar av Felagsskúlanum í starvsvenjing í Havn

Mánadagin 2. septembur fór 9. flokkur í Felagsskúlanum á Oyrarbakka í starvsvenjing. Vit hava spurt floksfelagar okkara, hvussu teimum dáma at verða í starvsvenjing

Emma Hansen og Brynhild H. Reinert,
praktikantar

Navn: Olga Kruse.
Praktikpláss: Griffilin í SMS.

Hví valdi tú at fara í starvsvenjing í Grifflinum?
Tí eg vildi royna at arbeiða í handli.
Hvat gert tú her?
Eg seti prís á vøruna, ruddi hillar og standi við kassan.
Hvussu dámar tær í Grifflinum?
Mær dámar væl. Fólkini eru fitt og hjálpsom.
Hevði tú tímað at arbeitt í handli?
Ja, kanska.

Navn: Súsanna Isakssen.
Praktikpláss: Hotel Hafnia.

Hví valdi tú at fara á Hotel Hafnia?
Eg vildi vita, hvussu tað er at arbeiða á einum hotelli.
Hvussu dámar tær?
Væl. Fólkini, sum arbeiða her, eru fitt og hjálpsom.
Hvat gert tú her?
Eg dekki borð.
Ætlar tú tær at arbeiða á hotelli seinni?
Nei, tað ætli eg mær ikki.

Navn: Fróðbjørt Andreassen.
Praktikpláss: Farstøðin.

Hví valdi tú at fara á farstøðina?
Eg vildi royna at arbeiða innan ferðavinnuna.
Hvat gert tú her?
Eg rópi á bussarnar, taki telefonina og avgreiði pakkar til farmaskip.
Hvussu dámar tær á farstøðini?
Mær dámar væl. Fólkini eru fitt.
Hevði tú tímað at arbeitt her seinni?
Ja, tað hevði eg.

Navn:Brian L. Festirstein.
Praktikpláss: DB Bilar
Hví valdi tú at fara í starvsvenjing her?
Eg vildi sleppa at royna, at arbeiða á einum bilverkstaði.
Hvat gert tú?
Eg skifti bremsur og olju.
Hvussu dámar tær her?
Mær dámar væl. Her er stuttligt, og teir hjálpa mær, um tað er okkurt, eg ikki dugi.
Hevði tú tímað at arbeitt her seinni?
Nei, eg hevði ikki tímað at arbeitt við bilum.
Navn: Beinta Ellingsgaard og Bjørg Ellingsgaard.
Praktikpláss: Svimjihøllin í Havn.
Hví valdu tit at fara í svimjihøllina?
Til stuttleikar. Vit vildu royna, hvussu tað er at arbeiða í eini svimjihøll.
Hvat gera tit?
Frá kl. 8-10 gera vit sum vit vilja. Vit kunnu svimja o.t. So vaska vit ymiskt í 2 tímar. Síðan hava vit pausu. Tá pausan er liðug, vaska vit í 1 tíma, og so hava vit frí.
Hvussu dámar tykkum her?
Okkum dámar væl. Her er stuttligt at verða, og fólkini eru fitt.
Høvdu tit tímað at arbeitt her?
Nei, tað høvdu vit ikki. Vit hava aðrar planir.